mikudagur 9. mai 2007síða 56
Tekstur á síðuni
Nr. 88 - 9. mai 2007
56
summarkapping
Skálabúðin
Skálabúðin liggur í miðbýnum í Havnini og er ein av
førandi klædnahandlunum í landinum. Handilin lat av
fyrstan tíð upp heilt afturi í 1945, og 11 ár seinni fekk
hann navnið Skálabúðin, sum handilin eitur enn tann
dag í dag.
Tá ið handilin lat upp av fyrstan tíð, seldi hann klæðir
til bæði børn og vaksin – kvinnur og menn. Í dag selur
Skálabúðin bert klæðir til konufólk.
Ása Østerø er ein av leiðarunum í Skálabúðina. Hon
letur væl at gongdini hjá hanbdlinum.
- Jú, vit hava hampiliga nógv at gera, og eg haldi, at
tað gongur bara heilt væl við handlinum. Summarmótin
hjá okkum er eisini komin, so nú byrja vit spakuliga at
merkja, at fólk byrja at keypa fleiri summarklæðir.
Skálabúðin selur tó ikki bara klæðir. Tey hava eisini
eina gardindeild í handlinum, tey selja ymiskt til føroysk
klæði, og so hava tey eitt tað størsta úrvalið av frakkum
og jakkum í landinum.
- Vit munnu nokk vera ein av førandi handlunum í
landinum, hvat viðvíkur sølu av frakkum og jakkum, tí
vit hava eitt rættiliga stórt úrval, sigur Ása.
Skálabúðin hevur eisini eina deild fyri yngri kvinnur.
Henda deildin er ikki í sama húsi sum Skálabúðin, men
stendur hinumegin vegin. Hesin handilin kallast Móta-
skálin.
7 9 6 H ú s a r
Te l 2 2 2 0 6 0
w w w. v i l j i n . c o m
V i t s i g l a ú r h e s u m s t ø ð u m
KlaKsvíK | leirvíK | eiði | GjóGv
• Bátur til 12 fólk
• Skipaðir túrar
• Leigutúrar
• Fiskitúrar
Viljin Tours
Njót nattúruna við klettum,
holum og fuglalívinum við
Vestmannabjørgini. Vit sigla
inn í djúpar holur og millum
lodrøtt fuglabjørg og tætt
millum bogar og sker.
Um tú vilt uppliva nakað
serstakt - royn so ein túr við
einum av okkara bátum.
Trygdin er í hásetri og
manningin hevur góðar
royndir og nógv ár á baki.
Sightseeing túrar eystur undir land
...og kring allar Føroyar
PALLI LAMHAUGE
Tel. 424155 - fax 424383
sight@sightseeing.fo
www.sightseeing.fo
Skálabúðin hevur eitt tað størsta úrvalið í
landinum av frakkum og jakkum til konufólk