Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mai 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 89 - 10. mai 2007 Abbin mátti á sjúkra­ húsið við pinkubarni­ num, sum hevði meningitis, tí for­ eldrini vóru so full, at tey orkaðu ikki at ganga Árni Joensen fartekst@mail.dk 43 ferðir hevur Karen Littau­ er verið í Grønlandi, og hon hevur staðið á odda fyri fleiri granskingarverkætlan­ um um viðurskiftini hjá grønlendskum børnum. Nú hevur hon búð í norðurgrøn­ lendsku bygdini Qaanaaq í tríggjar mánaðir, har hon í samstarvi við stovnin Kron­ prinsens og Red Barnets Værksted hevur kannað umstøðurnar hjá børnum og ungum í bygdini. Úrslitið er skelkandi – Hetta var tað ringasta, sum eg nakrantíð havi sæð. Bygdin flýtur í rúsdrekka. Børnini rekast fyri vág og vind, tí foreldrini eru ov drukkin til at taka sær av teirra mest neyðuga tørvi, sigur Karen Littauer við danska útvarpið. Hon sigur, at øll drykkju­ skapurin ávirkar hvørt ein­ asta húski í Qaanaaq, sum hevur umleið 600 íbúgvar og umleið 800, um tær smáu grannabygdirnar verða taldar við. Drykkju­ skapurin er hvønndagskost­ ur hjá børnunum, sum royna at halda saman, og sum eru úti sum longst fyri yvirhøvur at yvirliva. – Tað ringasta, sum eg var vitni til, var eitt pinku­ barn, sum bleiv flutt á sjúkrahús við meningitis. Tað var abbin, sum fór til læknan við tí, tí foreldrini vóru so full, at tey orkaðu ikki at standa á beinunum. Seinni komu tey á sjúkra­ húsið, men tey høvdu valla vit til at skilja, at teirra pinkubarn fekk hjarta­ masasju, sigur Karen Littau­ er. – Støðan er so álvarssom, at tað ber ikki til at lata heimastýrið avgera lagnuna hjá hesum fólki, sigur hon. Ruðuleiki Karen Littauer sigur, at tað er heldur einki skil á skúla­ gongdini í Qaanaaq, og at tað sæst týðiliga, at har eru ov fáir læarar við útbúgving. Tímar verða javnan avlýstir, og summir flokkar eru als ikki í skúla fríggjadag. Úr­ slitið er, at í meðal fær bara ein næmingur úr hvørjum flokki nakra útbúgving. Ein lækni er í Qaanaaq. Tað er sum oftast ein svii, og bygdin fær nýggjan lækna sættu hvørja viku. Sálarfrøðíngur er eingin, sjálvt um fleiri í bygdini mugu metast vera í vanda fyri at taka lívið av sær. Harðskapur er ein partur av gerandisdegnum, og tað sæst á nógvum kvinnum, at tær eru fyri harðskapi við hús. Danski løgreglumaður­ in í bygdini fer frá fyri aldur í summar, men tað ger ong­ an mun, tí hann hevur langt síðani mist alla vón um at fáa skil á. Fólk vilja ikki siga sannleikan um hvør annan, og løgreglumaðurin má lata nógvar kærur fara aftur við borðinum, tí ann­ ars kann hann koma sær sjálvum og sínum hjálpar­ manni í vanda. Sansir søkja fíggjarleiðara sansir.fo Av tí at virksemið hjá Sansum er vaksið, er eisini neyðugt, at Sansir fær eina nýggja, dygga fíggjarstýring. Hesa fíggjarstýring skalt tú verða við til at uppbyggja saman við leiðsluni, okkara fyriskipara og kt-leiðara. Tú fært ábyrgdina av rakstrar- og íløgufíggingini, av dagliga bókhaldinum, herímillum at leggja fíggjarætlanir, at gera mánaðar- og ársroknskapir, at greiða lønarviðurskiftini hjá starvsfólkunum o.a. Tú kemur í byrjanini at taka tær av sjálvum bókhaldinum. Vit kundu hugsað okkum, at tú hevur hóskandi útbúgving, eitt nú HD í roknskapi ella cand. merc. Tú hevur hollan kunnleika til bókhald og roknskap, og tú hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum. Sansir eru ein framfýsin samskiftis– fyritøka við 33 starvsfólkum í fýra ymiskum londum. Vit skapa kunningar- og marknaðarføringsloysnir í tøttum samstarvi við okkara kundar. Førleika- og útbúgvingarstøðið hjá fólkunum á Sansum er høgt og spennir víða. Grundarlag okkara fyri støðugari menning og framburði er persónligt rásarúm, virðing fyri fjølbroyttum hugsunarhátti og stuðul til persónliga menning hjá okkara starvsfólkum. Heldur tú, at hetta ljóðar spennandi, so eigur tú at søkja starvið. Vónandi verður tað tú, sum verður við til at skapa framtíðina saman við okkum. Sjálvandi fært tú eina góða løn. Umsóknir til starvið skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 29. mai klokkan 16. Umsóknir kunnu sendast við vanligum posti ella við telduposti til Lenu L. Mohr á lena@sansir.fo ella Høgna Rasmussen á hognir@sansir.fo. Vinarliga viðmerk tín teldupost og títt fartelefonnummar. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú ringja til Lenu L. Mohr ella Høgna Rasmussen á tel 355 355. Tú kanst eisini senda fyrispurningar við telduposti til Lenu ella Høgna. Send umsóknina til: Sansir Dvørgastígur 7 Postsmoga 1099 FO-110 Tórshavn. Sansir er ein fyritøka í stórari framgongd, og umsetningurin er trífaldaður seinastu 4 árini. Vit hava sett deild á stovn í Keypmannahavn, og ætlanin er næstu árini eisini at seta deildir á stovn aðrastaðni. Tað einasta, sum kann geva børnunum í Qaanaaq eitt vanligt lív, er, at alt rúsdrekka verður bannað Karen Littauer hevur skrivað fleiri frágreiðingar um børn í Grønlandi, og í fjør fekk hon virðisløn fyri sítt arbeiði Grønlendsk børn liva undir skelkandi umstøðum