Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mai 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 89 - 10. mai 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Í hesum døgum skip­ ar Føroya Symfoni­ orkestur og Norður­ landahúsið fyri stór­ um tiltøkum fyri barnagarðs­ og fólka­ skúlabørn. Umleið 700 børn um dagin koma til hesi tiltøk Tónleikur Myndir: Álvur Haraldsen Í døgunum 8.–11. mai lut­ taka 2500 barnagarðs­ og fólkaskúlabørn á skúla­ konsertum hjá Føroya Symfoniorkestri í Norður­ landahúsinum. Frásøgufólk er Jensina Olsen og Bern­ hardur Wilkinson diri­ gentur. Á skránni er fyrst ein pre­ sentatión av ljóðførunum í orkestrinum, so sigur Jens­ ina Olsen frá søguni um Tubaina Tubby, og síðan verður sungið saman við orkestrinum. Sangirnir, sum børnini syngja saman við orkestr­ inum, eru: ”Hikkuni tikkuni tokkuni”, ”Ein Genta fór í bøin” og ”Vilt tú, vilt tú”. Áhugin hevur verið ovur­ stórur, og allar konsertir eru fullteknaðar. Umleið 700 børn koma hvønn dag til hesi tiltøk, 350 børn hvørja ferð, kl. 9.30 koma barnagarðar frá umleið 3 ára aldri, og kl. 10.30 koma 1.– 4. floks næmingar, sigur Hedvig Westerlund­Kapnas, projektleiðari fyri børn og ung í Norðurlandahúsinum. Framtíðarætlanin er, at skúlakonsertirnar verða til eitt afturvendandi tiltak, soleiðis at børn um alt landið fáa møguleika at koma. Tað eru Føroya Sym­ foniorkestur og Bernharður Wilkinson, dirigentur, sum hava tikið stig til tiltakið. Megastórt barnatiltak í Norðurlandahúsinum Mánakvøldið 14. mai kl. 20 skipa føroyska ferðaskrivstovan »Tora Tourist Traffic« og ferðaleiðaraskúlin »Service & Co« í Barcelona fyri Ferða­ leiðarakvøldi í Miðlahúsinum Temakvøld Á ferðaleiðarakvøldinum í Miðlahúsinum mána­ kvøldið 14. mai fer Sús­ anna Gunnarsson frá ferðaleiðaraskúlanum hjá »Service & Co« í Santa Suzanna, nærhendis Barce­ lona í Spania, at greiða frá um skúlan. »Ferðaleiðaraskúlin »Ser­ vice & Co« upplærir ferða­ leiðarnar til tey størstu og mest væl umtóktu ferðaliðini í øllum Skandanavia. Og í tí sambandinum hevur tú sum føroyingur eitt sterkt kort á hondum, tí føroyingar eru væl umtóktir, tá tey stóru ferðaliðini seta starvsfólk til at átaka umráðandi tænastu­ uppgávurnar úti á ferðastøð­ unum. Føroyingarnir eru væl umtóktir, teir hava góð viðurskifti til tey Skand­ anavisku málini. Teir kunnu tosa við øll og skilja danskt, norskt og svenskt, og tað er ein fyrimunur hjá teimum stóru ferðaliðunum Service og Co. er tann einasti ferðaleiðaraskúlin, sum við »garanti« kann bjóða arbeiði til allar teir góðkendu næmingarnar. Tað merkir, at um tú verður góðkendur, so kanst tú síggja fram til eitt spennandi arbeiði í útlondinum, sigur stjórin í »Service & Co« Chris Wager. Súsanna er 24 ár gomul og fødd í Havn. Síðan 1994 hevur hon búð á Bømlo í Vesturnorra. Liðug við framhaldsskúlan var hon eitt skifti í USA og eitt skifti í Føroyum. Súsanna hevur, eins og fleiri aðrir føroyingar, gingið á ferðaleiðaraskúlanum hjá Service & Co. og síðan var hon eina sesong ferðaleiðari fyri charterfelagið Appollo á Kreta. Nú hevur Súsanna fing­ ið starv sum lærari á ferðaleiðaraskúlanum hjá Service & Co. í Barcelona. Seinastu tíðina hevur hon verið í Spania fyri betur at læra seg málið, og fyrireika seg til starvið sum lærari. Hon byrjar í tí starvinum í heyst. Skúlin er stórur og væl­ kendur. Fleiri enn 4.000 næmingar hava tikið prógv á skúlanum, síðan hann varð stovnaður í 1999. Í Føroyum er tað Tora Tourist Traffic v. Sámal Blá­ hamar, sum umboða ferða­ leiðaraskúlanum hjá Service & Co. í Barcelona. Sámal hevur drúgvar royndir um ferðaleiðari og sjálvur gekk hann á hesum skúla í 2002. Í miðal avgreiðir Tora Tourist Traffic 14 úfterðir um vikuna alt summarhálvárið. www.tora.fo. Lær til ferðaleiðara upp á 4 vikur í Spania: Ferðaleiðari – eitt spennandi starv Mánakvøldið kl. 20 fer Súsanna Gunnarsson frá ferðaleiðaraskúlanum »Service & Co« í Barcelona at greiða frá um skúlan Jensina Olsen sigur frá søgum Børnini hugnaðu sær óført í fínu stólunum