Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-10, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mai 2007síða 51

‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

London hevur nógv at bjóða uppá, og ofta er ringt at uppliva allan stórbýin. Úr einum stað ber tó til at síggja at kalla allan býin - nevniliga úr London Eye, sum er eitt 135 m høgt malandi hjól, sum stendur mitt í býnum SUMMARKAPPINGIN Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Vit vaknaðu upp til enn ein góðan dag í London. Sólin skein inn ígjøgnum vindeygað í kamarinum, og vit skundaðu okkum til morg­ unmatarborðið, áðrenn vit hildu leiðina fram inn í býin. Stórir partar av undanfarnu døg­ unum vóru brúktar inni á Oxford Street, og tí gjørdu vit av ikki at fara at keypa henda dagin. Vit tóku ístaðin undirgrundina inn til Westminster, sum liggur heilt tætt við parlamentsbygningin og West­ minster Abbey. Vit høvdu gjørt av at fara ein túr í London Eye, sum er eitt 135 m høgt malandi hjól. Frá undirgrundsbananum á Westminster tóku vit túrin yvir um Westminster Bridge, og so vóru vit komin fram. Beint framm­ an fyri okkum stóð risastóra hjól­ ið, har man hevur møguleikan at síggja yvir allan býin. Størsta hjól í heiminum London Eye, ella Milleniumhjólið, sum tað eisini verður rópt, bleiv bygt í 1999, og 31. desembur hetta árið lat hjólið upp á fyrsta sinni. Hetta bleiv gjørt av bretska Premier Ministaranum, Tony Blair. Orsaka av tekniskum ávum lat London Eye tó ikki upp fyri al­ menninginum fyrrenn í mars árið eftir, og tá var hetta størsta hjól av sínum slag í heiminum. Við nýggja hjólinum, sum var 135 metrar høgt, fingu bæði bretar og útlendingar nú møguleika at síggja út yvir at kalla allan býin. Nú stóðu vit so á suðursíðuni á Themsen ánni, og bert góðar 100 metrar frá okkum stóð hjólið steyr­ rætt og hugdi yvir allan býin. Nú høvdu vit møguleikan at fara upp í eitt av hægstu hjólum í heimi­ num, og henda møguleikan lótu vit ikki fara fram við. Vit fóru yvir til Eyga, og stillaðu okkum í longu røðina, sum var uttanfyri hjólið. Túsundtals fólk høvdu, líka sum vit, gjørt av at fara ein túr í London Eye henda dagin, men nú var eingin vegur aftur. Vit skuldu upp í hjólið. Fantastiskt útsýni Tá vit høvdu staðið í røðini í meir enn ein tíma, byrjaðu vit endiliga at nærkast hjólinum. Nú vóru ikki nógv fólk frammanfyri okkum, og einaferð kom so endiliga løtan, har vit sluppu upp í ein av vognu­ num á stóra hjólinum. Har vóru fleiri onnur við í vogni­ num umframt okkum, og spaku­ liga byrjaði vognurin at fara hægri og hægri. Eftir eini løtu vóru vit komin upp um nærmastu húsatekj­ urnar, og so byrjaðu kendu støðini runt um í býnum at kaga fram. Vestureftir sóu vit fyrst yvir á Parlamentsbygningin og West­ minster Abbey, áðrenn kenda parkin, St. James’ Park, kom undan. Í hesi parkini stendur bretska kongshúsið, Buckingham Palace. Hugdu vit enn longur vest­ ur, sóu vit eina aðra kenda park, Hyde Park. Vendu vit okkum í ein norðan, sóu vit hægstu húsatekjurnar mitt í býnum. Húsatekjurnar kring Tra­ falgar Square og Leicester Square, og nakað norðanfyri sóu vit eisini ljósini frá Oxford Street, har vit høvdu brúkt nógvar tímar. Vit sóu eisini kongaliga operahúsið, sum liggur rættiliga tætt við Leicester Square. Sum vit hugdu runt um okkum, komu enn fleiri kend støð til sjónd­ ar. Vit sóu St. Paul’s Cathedral, Tower of London, London Bridge og nógv nógv annað, og túrurin varð sera væleydnaður. Túrurin vardi í á leið ein tíma, og vit keddu okkum ikki í ein minutt, sum ferðandi við einum av størstu malandi hjólum í heimi­ num, London Eye. Hetta er ein túrur, sum øll ferðandi til London áttu at roynt. London Eye: Útsýni um allan býin Útsýnið av London Eye er heilt fantastiskt. Úr 135 metra hædd sær man út yvir allan býin, og vit keddu okkum ikki í ein minutt á túrinum