Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-10, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mai 2007síða 53

‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 89 - 10. mai 2007 summarkapping 53 Gjáargarður Fyri trimum árum síðani skifti Gjáargarður eigarar. Tá keypti Eirik Suni Danielsen saman við øðrum gistingarhúsið við Gjógv. Áðrenn nýggju eigararnir tóku yvir Gjáargarð, var tað bert opið á leið tveir mánaðir um árið, men nú er gistingarhúsið opið alt árið. Umstøðurnar á Gjáargarði eru sera góður. Í løtuni hava tey 70 yvir­ náttingarpláss, men komandi ár vera umstøðurnar enn betri. Gjáar­ garður er nevniliga í gongd við at byggja 12 spildurnýggj og sera góð kømur í einum bygningi omanfyri Gjáargarð. Gjáargarður hevur ann­ ars úr at gera, og serliga um summarið er nógv fólk á vitjan. ­ Vit hava stóran aktivitet í húsinum um summarið. Her eru alla tíðina nógvir gestir á vitjan, og fólk hava eisini møguleika at koma fram við at fáa sær ein bita at eta. Vit hava eisini góðar umstøður til skeiðvirksemi, og hetta gera vit nógv við um veturin. Harafturat skipa vit fyri føðingardøgum, brúdleypum og tílíkum, umframt at vit hava skipaðar túrar fyri fyritøkur, sigur leiðarin á Gjáargarði, Eirik Suni Danielsen. Gjógv hevur annars eina sera vakra náttúru at bjóða gestunum. Gestirnir kunnu vitja gjónna, teir kunnu fara út til Búgvan, teir kunnu ganga vakra túrin til Ambadal, og so eigur Gjógv fleiri av vakrastu og hægstu fjøllum í landinum. Harafturat hevur bygdin eitt av størstu spæliplássum í landinum – nevniliga stóri hylurin mitt í bygdini. byrja summarið hjá okkum Bo Grønt urtagarðurin Hógv Ketlar Oman á sand 15 · FO-660 Søldarfjørður Tel 470 400 · Fax 470 401 · hogv@hogv.fo Besti føroyski ketilin • Ótrúliga orkusparandi • Nógv heitt vatn • Góður fyri umhvørvi • Dygdin er fyrsta floks 1300 føroyingar hava ein ketil frá Hógv Hógv selir og setir upp hitaverk, ventilatón og sanitet til stórar ella smáðar bygningar. www.hogv.fo Vælkomin á Hotel Norð Stangavegur 15 · 700 Klaksvík · Tel 45 60 68 Stórt úrval av baðirúmsmøblum Alt innan VVS Hetta verður útsýnið frá nýggju kømrunum, sum eru í gerð á Gjáargarði. Tey vera ætlandi liðug í komandi ári