fríggjadagur 11. mai 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 90 - 11. mai 2007
13
viðmerkingar
Søgan um míni næstan 20
ár í Sambandsflokkinum
er søgan um ein mann,
ið gamaní kundi vinna
flokkinum bæði hundrað-
og túsundtals atkvøður
øll hesi árini. Men hann
skuldi ikki loyva sær
tann frekleika at ynskja
sær politiska ávirkan
afturfyri!
Eftir at sjógvarnir høvdu lagt seg í
2004, tá kommunuval hevði verið,
og eg var strikaður sum limur
í valfelag Sambandsfloksins í
Suðurstreymoy, gjørdi eg upp við
meg sjálvan, at farið var farið, og
at nú kundi alt tað gamla sleppa
at liggja.
Mær hevði annars eydnast hesa
nógv umrøddu valnáttina at vunn
ið Sambandsflokkinum mest
møguliga ávirkan í Tórshavnar
býráð, tá flokkinum stóð í boði at
fáa bæði borgarstjóran og fleiri
góðar nevndar og nevndarfor
manssessir, ið høvdu givið flokki
num møguleikan at sett síni
greiðu fingramerki á rikna poli
tikkin í høvuðsstaðarkommununi
komandi fýra árini.
Men hetta skoytti flokkurin ikki
um! Í staðin varð spunnið eitt
víðfevnt net av lygnum og hálvum
sannleikum, har sambandstoppar
kappaðust um at vaska sínar
hendur, meðan teir lógu oman á
hvørjum øðrum fyri at sleppa at
fortelja, at »eitt orð er eitt orð« og
hvussu heiðurligur og reiðiligur
flokkurin var.
Hóast persónliga trýstið á meg
var øgiligt frá nógvum síðum,
vóru tað tíbetur eisini fólk í
hópatali og ikki minst góð
sambandsfólk, sum bæði ringdu
til mín og umvegis teldupost góvu
mær ta váttan, at tey stuðlaðu meg
av heilum hjarta og bóðu meg
halda fast. Tað vóru nevniliga
mong, ið kendu og sóu ta fjaldu
dagsskránna, ið Sambandsflokkur
in í Suðurstreymoy hevði arbeitt
eftir viðvíkjandi Heðini Morten
sen øll hesi árini!
Byrja umaftur
Tað endaði við, at valfelag
Sambandsfloksins í
Suðurstreymoy, Føroya Væl, sendi
út eitt alment tíðindaskriv, har
heitt var á meg um »um annahvørt
sjálvur at taka meg úr Føroya Væl,
og um tað ikki hendi beinanvegin,
so varð limaskapur mín
uppsagdur«.
Eg hevði, eisini hesa ferð, meiri
enn nakar vart áhugamálini hjá
Sambandsflokkinum í sambandi
við skipan av nýggjum
býráðsmeiriluta, so sjálvandi
dugdi eg ikki at síggja nakra orsøk
til at melda meg úr felagnum og
flokkinum. Tvørturímóti helt eg,
at har sótu onnur, ið høvdu
munandi størri trupulleikar og í
nógv størri mun høvdu eitt hjarta,
ið bankaði fyri Fólkaflokkinum
enn sínum egna flokki.
Nú var støðan sjálvandi ein
onnur, tí útblakaður úr
Sambandsflokkinum stóð eg á
berum. Tá eg so fekk møguleika
at melda meg inn í
Javnaðarflokkin, ið tók ímóti mær
við opnum ørmum, var avgerðin
løtt at taka oman á allan
ruðuleikan. Eg var jú tveittur út,
og tí stóð mær frítt at fara.
Sum sagt, hevði eg lagt alt hetta
aftur um bak, og eg væntaði satt
at siga ikki, at sterkar kreftir í
Sambandsflokkinum enn eina ferð
høvdu hug at koma við einum
asnasparki, nú so long tíð var
fráliðin. Eg var kanska
góðtrúgvin, men eg helt altso, at
eins og eg sjálvur hevði sligið
meg til tols við, at tingini vóru
sum tey vóru, so høvdu onnur
eisini gjørt tað.
Men síðstu dagarnir hava lært
meg nakað annað, tí hóast
hálvttriðja ár er farið, so er øllum
opinlýst, at Sambandsflokkurin
enn eina ferð ynskir at senda mær
»eina seinastu heilsan«. Eg síggi
tí ikki annan møguleika enn at
heilsa aftur…
Sjálvskaptur trupulleiki
Tá Bárður Nielsen í vikuni boðaði
frá, at hann legði frá sær sum
fíggjarmálaráðharri, tí hann hevði
valt at tikið við einum spennandi
starvi, hann ikki tordi at lata fara
frá sær, mátti Sambandsflokkurin
finna ein avloysara. Og eftir øllum
at døma hevði tað skund, tí bert
tímar eftir fráboðanina frá Bárði,
steig Kaj Leo Johannesen sjálvur
fram við teimum stóru tíðindum,
at tingmanningin hevði heitt á
hann um at fara í landsstýrið.
Løgið, at hvørki Kaj Leo ella
nakar annar av leiðandi
sambandspolitikarunum hugsaðu
so langt, at teir sóu hetta vera enn
ein sjálvskaptan trupulleika fyri
flokkin. Sjálvt
tjóðveldisformaðurin dugdi at
síggja, at Sambandsflokkurin
møguliga kundi velja
landsstýrismann úr
Suðurstreymoy, tí so merkti tað, at
eitt javnaðarumboð fekk sæti á
tingi aftrat, samstundis sum
Sambandsflokkurin misti eitt
umboð.
Á síðsta løgtingsvali, tá eg var
uppstillaður fyri Sambandsflokkin
í Suðurstreymoy, var eg triðvaldur
á listanum við 398 persónligum
atkvøðum. Ikki kenni eg allar
hesar atkvøðurnar, men eg veit, at
nógvar av teimum als ikki høvdu
komið Sambandsflokkinum til
góðar, stóð eg ikki á listanum. Og
tað vita sambandstopparnir í
Suðurstreymoy eisini!
Hetta leiðir til sjálvan kjarnan í
mínum 20 árum sum limur í
Sambandsflokkinum og sum
valevni fyri flokkin til bæði
býráðs, løgtings og
fólkatingsval. Tað stutta av tí
langa er, at flokkurin altíð fegin
hevur viljað fingið mínar
atkvøður, men at eg bara ikki
skuldi loyva mær tann frekleika at
biðja um ella vænta mær nakra
sum helst politiska ávirkan
afturfyri.
Fyri at skera út í papp, hvussu
hetta hongur saman, kann eg í
stuttum nevna nøkur ítøkilig dømi
um, hvussu Sambandsflokkurin
hevur arbeitt øll hesi árini, og
hvussu flokkurin og valfelagið í
Suðurstreymoy alla tíðina hevur
havt eina fjalda dagsskrá, tá talan
hevur verið um mín persón.
Lagdur undir hatur
Eftir at hava verið valdur inn
í Tórshavnar býráð øll árini
síðani 1972 hevði eg hug at
royna aðrar og víðari leiðir í
politikki, og var tað fyri meg
eitt heilt náttúrligt val at melda
meg sum lim í valfelagnum
hjá Sambandsflokkinum í
Suðurstreymoy. Eg hevði enntá
fingið fleiri áheitanir um tað, so
í góðari trúgv helt eg, at hetta
mundi vera eitt fínt heimstað at
fáa í politiskum høpi.
Eg skuldi tó fáa annað at síggja,
tí næstan frá fyrsta degi havi eg
verið lagdur undir hatur av ávísum
leiðandi fólkum í
Sambandsflokkinum í
Suðurstreymoy. Sjálvur havi eg
ongantíð skilt orsøkina til hetta,
og tí væntaði eg eisini, at tað
kundi fara at ganga í seg sjálvt við
tíðini, tí mín partur skuldi nokk
ikki liggja eftir, tá tað snúði seg
um at vinna Sambandsflokkinum
bæði atkvøður og ávirkan!
Frá fyrstu løtu fataðu
sambandstopparnir í
Suðurstreymoy meg sum eina
hóttan, og tí royndu teir eisini –
bæði opinlýst og í tí dulda – at
leggja fótonglar fyri meg, so eg
skuldi »haldast niðri«. Veit ikki,
hví hesi fólk hava valt henda
framferðarhátt øll hesi árini, og
enn minni skilji eg, hví onnur
hava verið so íðin at borið henda
ivasama heiður víðari fram á leið.
Tí einki sær út til at vera broytt!
Sambandsfólk í øðrum
valdømum høvdu hug at stilla
meg upp, men alt til fánýtis, tí
mótstøðan var so stór í
høvuðsstaðnum. Kortini gjørdist
eg valevni á fólkatingsvalinum í
1988, tá tað við neyð og deyð
eydnaðist at fáa Paula Ellefsen
afturvaldan til fólkatingið. Sjálvur
hevði eg eitt gott val, og tað vóru
ikki so fá, ið góvu gætur, at eg
megnaði at vinna flokkinum
atkvøður á støðum, har tey annars
ikki frammanundan høvdu havt
serligan hug til at atkvøða fyri
flokkinum.
Tvey ár seinni var aftur
fólkatingsval, men tá stillaði Pauli
Ellefsen ikki uppaftur. Nú ráddi
so um at fáa avloysara hansara øll
árini, Jóhs. Martin Olsen, valdan
inn á fólkating, og øllum stóð
greitt, at her fór at vera brúk fyri
øllum góðum fólki, skuldi tað
eydnast, tí kappingin var hørð.
Upplagt hevði verið at hugt at
atkvøðuúrtøkuni tvey ár
frammanundan, tí so hevði verið
lætt at sæð, hvør fekk atkvøður og
ikki. Men í staðin komu heykarnir
í Suðurstreymoy út úr
skýmaskotinum og settu hart
ímóti hørðum, at Heðin
Mortensen mátti í øllum førum
bara ikki koma á listan. Og tað
eydnaðist teimum eisini at stilla
øll onnur upp – og úrslitið talaði
fyri seg!
Tá avtornaði, restaðu bara einar
30 atkvøður í hjá Jóhs. Martin
Olsen, ið sostatt ikki var valdur
inn á fólkating. Nú vóru
sambandsfólk kring landið alt
sjálvandi í øðini, tí tey dugdu væl
at síggja skitna spælið hjá Føroya
Væl og heykunum har, men tað
broytti einki. Fólkatingsvalið
hevði verið til fánýtis, bara tí
sambandstopparnir í
Suðurstreymoy vildu dyrka sín
egna ófatiliga illvilja, heldur enn
at gera tað, ið tænti til floksins
besta.
Bara ikki Heðin!
Og soleiðis hevur tað verið allan
vegin ígjøgnum. Ikki veit eg hví, tí
eg veit meg ikki hava gjørt hesum
fólkum nakað ilt, men tey hava
verið míni argastu mótstøðufólk
í politikki øll árini. Tað hava ikki
verið fólk úr øðrum flokkum, eg
havi stríðst við, men míni egnu.
Og framvegis veit eg ikki hví!
Í 1994 var aftur løgtingsval, og
ta ferðina kom onkur dragsandi
við bæði Finnboga Arge og Bjørn
á Heygum, sum brádliga vóru
»loysnin« hjá Sambandsflokkinum
í Suðurstreymoy. Sjálvt eftir triðja
uppstillingarfund var eg ikki
komin á listan, men hóast hesir
báðir vóru komnir uttanífrá, uttan
at hava nakað sum helst við
Sambandsflokkin at gera, vóru
báðir stillaðir upp. Annar enntá,
eftir at hann hevði skula valt
ímillum Sambandsflokkin og
Fólkaflokkin, áðrenn hann tók
avgerð um, hvar hann skuldi velja
at lata seg stilla upp.
Tá triði og seinastu
uppstillingarfundurin var lokin og
øll vóru farin til hús, fekk
brádliga onkur eyguni upp fyri, at
her ruggaði ikki rætt. Endin var, at
eitt annað valevni tók seg av
listanum, og at eg so kom uppá
kortini. Eg takkaði fyri álitið, men
mátti saman við mongum øðrum
harmast um, at næstan tíðin í
flokkinum var merkt av roki og
balladu, tá teir báðir nýggju, sum
blivu valdir, kravdu bæði eitt og
annað – og at enda rýmdu úr
flokkinum. Annar tók seg úr
politikki, og hin fór »heimaftur« í
Fólkaflokkin.
Men áðrenn tað kom so langt,
kravdu teir, at Edmund Joensen
ikki skuldi vera løgmansevni, og
tá byrjaði ein ótrúligur leikur um
sambandsmakt, ið ikki hevur sæð
sín líka. Lisbeth L. Petersen, sum
tá var borgarstjóri í Havn, fekk
tilboð um at gerast løgmaður eftir
valið, men hon gjørdi púra greitt,
at hon ikki fór frá sum
borgarstjóri, uttan at
systkinabarnið Eilif Samuelsen
gjørdist borgarstjóri í hennara
stað, hóast hann nóg illa átti
tvísifrað tal av atkvøðum og
heldur ikki hevði komið inn í
býráðið, fyrr enn Lisbeth var farin
út.
Sjálvandi fekk hon onga
undirtøku fyri hesum høpisleysa
uppskoti, tí eingin kundi liva við,
at høvuðsstaðurin fekk ein
marginalpolitikara, ið ikki var
valdur inn í fyrstu syftu, sum
borgarstjóra. Í aðru atløgu royndi
hon so at skjóta annað
borgarstjóraevni upp, men øllum
stóð greitt, at dagsskráin hjá
Lisbeth L. Petersen var, at tað
»bara ikki mátti gerast Heðin
Mortensen«!
Og so tosa hesi fólkini um
persónlig áhugamál! Ótrúligt! Her
hevði Lisbeth møguleikan at taka
við landsins hægsta leiðarasessi,
men valdi at siga hann frá sær, tí
hon heilt opinlýst ikki toldi
gronina í mær! Hetta var hvørki
fyrstu ella síðstu ferð, at hon vísti
sítt sanna politiska andlit, og fáur
man ivast í, at Føroya land kann
fegnast um, at ein slíkur persónur
heldur ikki endaði sum ovasti
leiðari í Tinganesi!
Loyniliga valagnið
Annað dømi um hennara ótrúliga
og ófatiliga illvilja ímóti mær,
var eina ferð eftir ein landsfund í
flokkinum, tá eg dagin eftir skuldi
av landinum í arbeiðsørindum,
men saktans kundi avlýst ferðina,
um brúk var fyri mær í tinginum,
har eg var eykamaður. Eg fekk at
vita, at eg púra róliga kundi fara
avstað, tí tað bleiv ikki brúk fyri,
at eg traðkaði til á tingi.
Men komin vestur á flogvøllin
fekk eg í eini telefonuppringing at
vita, at nú stóð Eilif Samuelsen og
trippaði í gongini í løgtinginum, tí
Lisbeth vildi hava hann at taka
sæti á tingi fyri seg. Sjálvandi
varð tað av ongum, tí tingskipanin
loyvir ikki slíkari manipulatión,
og sjálvandi miseydnaðist eisini
henda kvettroyndin. Hetta fortelur
bara eitt sindur um, hvussu høgt
eg havi verið í metum í mínum
egna flokki, ta tíðina eg var limur
í Sambandsflokkinum.
Øll minnast tað fullkomuliga
kiksaða løgtingsvalið, tá Lisbeth
L. Petersen tosaði um ein ótrúliga
góðan skattalætta, sum
Sambandsflokkurin hevði uppskot
um. Trupulleikin var bara, at hon
ikki vildi út við, hvussu hetta
uppskot sá út, men at tað var
loyniligt. Hetta gjørdist mikil
stuttleiki fyri fólk úr hinum
flokkunum, og veljararnir høvdu
eisini skilt, hvussu lítið skil var á,
tí á valinum fekk
Sambandsflokkurin stóra
afturgongd í mun til tey metúrslit,
veljararakanningarnar annars
høvdu spátt.
Sjálvur hevði eg tó eitt gott val
og trivaliga framgongd, kanska tí
eg arbeiddi opið og ikki í
loyndum! Men fyri tað skuldi eg
ikki loyva mær at vera so frekur,
at eg skuldi vænta mær at fáa
nakra politiska ávirkan. Nei,
soleiðis spælir klaverið ikki í
Sambandsflokkinum, har tað altíð
eru tey persónligu áhugamálini, ið
standa fremst – ikki minst, tá tað
ræður um at halda onkran av
sínum egnu uttanfyri.
Tá samgongan eftir hetta
ússaliga valið fyri flokkin skuldi
skipast, kom enn eina ferð til
sjóndar, at tað ikki fór at koma
upp á tal, at Sambandsflokkurin
fekk landsstýrismann í
Suðurstreymoy, tí so hevði
prísurin verið, at Heðin
Mortensen kom inn á ting. Tað
mátti opinbart bara ikki henda,
hóast tey flestu mundu vera á
einum máli um, at Kaj Leo
Johannesen tá var eitt upplagt evni
til at seta seg í ein av
landsstýrissessunum.
Farvæl og takk!
Tá talan er um Tórshavnar býráð,
hevur persónliga mótstøðan ímóti
mær frá floksfeløgum ikki verið
minni, so leingi eg havi verið
í Sambandsflokkinum. Tey, ið
skuldu verið dyggastu stuðlarnir,
hava arbeitt ímóti við hond og
fót, og tað hevur ikki kostað
flokkinum so lítið hesi árini.
Sambandsflokkurin hevði eitt
gott kommunalval og skuldi í fyri
Sambandsflokkurin vildi hava atkvøðurnar, men ikki mannin:
Eg skyldi ikki Sambandsflokkinum nakað sum helst
borgarstjóri í Tórshavnar
Kommunu
Heðin
Mortensen
Greinin endar á næstu síðu