fríggjadagur 11. mai 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 90 - 11. mai 2007
tíðindi
Eg havi, sum aðrir borgarar í
hesum landinum fylgt við
áhuga gongdini í at umskipa
og broyta kommunala stovn
in SEV. Sjálvt um vit skriva
2007 og flestu almennir
stovnar og skipanir hava
umstillað seg til opinleika
um tað virksemi, sum skatta
borgarin rindar fyri, so berjist
leiðslan í SEV við allari
megi fyri afturlatni og ikki at
missa vald. Leiðslan tosar
um vald og aftur vald í SEV
m ó t v e g i s
l a n d s
myndugleikunum og harvið
eisini kundunum.
Í organisatoriskum sam
anhangi er spennandi at lýsa,
hvørja diagnosu vit kunnu
stilla
einari
slíkari
organisatión sum SEV og
hvørju opinlýstu sjúku
eyðkenni gera seg galdandi.
Tað skal eg venda aftur til.
Tað, sum fær meg at gera
hesar viðmerkingar er, at eg í
longri tíð havi sæð SEV sum
eina sjúka organisatión
samstundis sum eg í skjótt
15 ár havi rindað nógvar
tíggjutúsundtals krónur í el
rokningum, at SEV er ein
interkommunalur/almennur
stovnur og at eg onki val havi
sum borgari ella kundi at
velja ein annan veitara av el.
Aðrar orsøkir eru av meira
vinnuligum slag.
Ein onnur meira politisk
orsøk er, at eg gjarna vil
verða við til at ríva niður
múrin millum SEV og
kundan/borgaran og harvið
ávirka gongdina at umleggja
grundleggjandi henda stovn.
At síggja ”páfuglarnir ella
ovastu leiðsluna í SEV breiða
seg út, minnir um sovjetiskar
tilstandir, har ovasta leiðslan
tignarliga stendur og heilsar
við einum múri og palli út til
kundan/borgaran. Tú skalt
ikki taka feil av, at her er
talan um at varðveita vald og
tann, sum hevur ætlanir um
at bróta inn í hetta ”heilaga
tempul” skal hugsa seg um
Eg havi, sum aðrir borg
arar í hesum landinum fylgt
við áhuga gongdini í at
umskipa og broyta kommu
nala stovnin SEV. Sjálvt um
vit skriva 2007 og flestu
almennir stovnar og skipanir
hava umstillað seg til
opinleika um tað virksemi,
sum skattaborgarin rindar
fyri, so berjist leiðslan í SEV
við allari megi fyri afturlatni
og ikki at missa vald.
Leiðslan tosar um vald og
aftur vald í SEV mótvegis
landsmyndugleikunum og
harvið eisini kundunum.
Um hugtakið
Hugtakið kreativitetur hevur
fingið ein týdning, sum
nakað sera positivt, nútím
ans, uppbyggjandi, menn
andi o.a. Eisini verður hug
takið brúkt saman við øðrum
óítøkjuligum og truplum
hugtøkum sum visjón,
strategi, nýskapan, uppfinn
ilsir, ella innovatión, gransk
ing og íverksetarí.
Verður hugt í føroysku
orðabókina er orðið kreativi
tetur umsett til “skapandi”,
og kreativitetur “(ný)skap
anargáva, skapanarhugur,
skapanarevni”.
Broytingar í SEV
Endamálið við fyriliggjandi
broytingunum í SEV sigst at
verða at gera stovnin smidlig
ari og nútíðarhóskandi –
frasir ella innantómt tos.
SEV skal gerast ein
dynamiskur og effektivur
stovnur, sum gevur bíligastu
og bestu tænastuna og el
veitingarnar. Fyri at kunna
náa hesum málinum skal
bygnaðurin grundleggjandi
broytast og tað sama leiðslu
bygnaðurin.
Í løtuni sita heili 70 limir í
umboðsráðnum, herav 20 frá
Tórhavnar kommunu. Tað er
rættuliga vist, at flestu av
hesum limum hava sera
avmarkaðar upplýsingar um,
hvat veruliga hendir í
felagnum, ongi leiðsluamboð
at arbeiða eftir, og tí hava teir
ikki ein kjans at gera sína
ávirkan galdandi. Harafturat
hava flestu av limunum
ongan førleika at útinna tað
ávirkan, sum skal til.
Skipanin er óhugnaliga
tung og stirvin og er ein leivd
frá sovjettíðini. Kortini
virkar tað sum um, at
umboðsráðið roynir at forða
fyri, at broytingar verða
gjørdar og vil hava um
hugsunartíð. Umboðsráðið
og leiðslan í SEV hava havt
15 ár at gera broytingar í,
men onki er hent – tí muga
hesir limir ikki sleppa at
undirgrava tær ætlanir, sum
eru um broytingar.
SEV - ein statur í statinum
SEV hevur seinastu árini
virka og ført seg fram sum
ein statur í statinum. Stovn
urin hevur verið “lukkað
land” fyri tíðindafólk, borg
aran, vinnuna o.o. Tað syrgi
liga av øllum hesum er, at
politiska skipanin og aðrir
áhugabólkar í samfelagnum
hava góðtikið hesa primitivu
ella ósiviliseraðu framferð í
nógv ár – hesi hava undir
øllum umstøðum ikki gjørt
nakað munagott fyri at krevja
opinleika og menning av
stovninum.
Limirnir í umboðsráðnum
tosa í fjølmiðlunum um broyt
ingarnar á stovninum sum
var tað teirra privata ogn –
málburðurin er td. mín
persónliga meining ella míni
persónligu áhugamál í SEV
eru.
SEV góðtekur heldur ikki,
at kappingarlógin er galdandi
fyri teirra stovn, og fyri fáum
árum síðan fekk ongin heldur
innlit í teirra virksemi
vísandi til lógina um alment
innlit. Sostatt er talan eisini
um ein stovn, sum ikki ynskir
at verða lóglýðin og virðir
ikki landsins samfelags
skipan.
SEV verður eisini nevndur
sum ein sosial skipan – hugsa
sær ein sosial skipan, sum
hevur til uppgávu at geva
føroyskum húskjum og
fyritøkum el, skal útfylla
landsins orkupolitikk og
umsitur nógvar milliónir í
pengum og er stýrd av
fólkum úti í kommununum,
sum flestu als ongan førleika
hava at stýra einari fyritøku
ella stovni. Ein social skipan,
sum bara tosar um at brúka
va l d
–
m e n
va l d
korrumperar.
Kommunikatión frá SEV
er vorðin til villleiðing
SEV er eftir stórum trýst frá
umverðini noytt at fremja
umleggingar og hevur
seinastu tíðina láti sum um,
at nú er opinleiki – hetta er
als ikki veruleikin. Talan er
um eitt kosmetisk tiltak frá
leiðsluni og minnir heldur
um at villleiða almenningin.
Eftir hondini virkar alt, sum
leiðslan í SEV kemur við
ótrúverdugt – hetta kann
prógvast við, at lítlar og
ongar avgerðir verða tiknar í
SEV um broytingar av
stovninum.
Fjølmiðlarnar eiga tí at
kanna nógv nærri, hvat veru
liga hendir á stovninum og
lýsa hetta fyri føroya fólki.
Leiðslan velur at seta fyltur á
alla kommunikatión og
sleppur út teimum upp
lýsingum, sum hon best kann
liva við og sum passar best
til teirra format og tign.
SEV - ein senil
organsiatión og terapi
SEV hevur sum stovnur verið
gjøgnum nógvar ymsar fasir
í teirra lívscyklus. Í løtuni er
stovnurin farin í tað, sum
verður kallað senilitet (farin
av elli). Tað sum eyðkennir
SEV er fylgjandi:
Perónligt stríð
Leiðarar stríðast ímóti
hvør øðrum
Jagstran eftir synda
bukkum
Sínámillum álop
Orkan brúkt til innanhýsis
stríð
Persónligt yvirlivilsisstríð
Ongar broytingar og team
work
Bara skipanir, reglur og
mannagongdir
Ongin handling og ongi
munagóð úrslit
Avbyrging frá umverðini.
Ein effektivur máti at við
gera eina slika organisatión
ella forða fyri einari fram
haldandi ellistilgongd er at
skifta út leiðandi persónar og
fremja bygnaðarbroytingar.
SEV og menningar-
prosjektir við almennum
pengum
SEV hevur átikið sær leik
lutin at menna nýggjar orku
møguleikar í Føroyum og
stovnurin eksperimenterar
við millióna upphæddum,
sum kundin noyðist at rinda
fyri og uttan, at kundin ella
landið veit, hvørji endamál
peningurin ítøkjuliga fer til.
Landið eigur at steðga
hesum ætlanum og áleggja
stovninum at fremja ætlanir,
sum samsvara við landsins
langtíðar orkupolitikki og
vinnupolitikk.
Kappingarráðið
Kappingarráðið skal hava
rós uppiborið fyri við lógini í
hondini at hava sett henda
betongstovn uppá pláss –
vísti Kappingarráðið ikki
áhaldandi treiskni at krevja
innlit og upplýsingar var
onki sum helst hent í SEV av
egnum vilja og ynski.
Kappingarráðið hevur eis
ini roynt at skapa fortreytir
fyri, at aðrir veitarar av el
kunnu brúka kervið og at
lækka prísirnar. Hetta hevur
partvíst eyðnast við, at
felagið Røkt eisini veitir el
til SEVkervið, men enn er
langt eftir á mál.
Orkupolitikkur ein
landsuppgáva
SEV hevur í nógv ár staði
sum garanatur fyri føroysk
um orkupolitikki og menn
ing á økinum. Síðan hevur
landsstýrismaðurin í vinnu
málum, Bjarni Djurholm,
nýliga broytt hetta og flutt
orkupolitikk til eina lands
uppgávu.
Landsstýrismaðurin eigur
at halda áfram og krevja
bygnaðarbroytingar á stovn
inum fyri, at hesin yvirhøvur
skal verða førur fyri at fylla
út landsins orkupolitikk.
Umskipan til alment
partafelag
Tað eigur at verða eitt krav
frá politiska myndugleik
anum, sum varða av landsins
orkupolitikki, at SEV verður
umlagt til eitt alment
partafelag skjótast gjørligt.
Endamálið er, at SEV við
einari umlegging best verður
ført fyri at røkja landsins
orkuáhugamál og umstilla
seg til nýggj kundakrøv og
samfelagskrøv. Uppgávurnar
hjá stovninum eiga at
endurskoðast frá grundini av
og fyriskipast innanhýsis av
nýggjum.
SEV er ikki ført fyri við
verandi bygnaði at liva upp
til tey krøv, sum ein effektiv
elveitingarstovnur eigur at
liva upp til í 2007 og kom
andi árini.
Nýggjur leiðslubygnaður
SEV eigur í sambandi við
eina umlegging til alment
partafelag at fáa ein nýggjan
leiðslubygnað. Tað verður
avgerandi neyðugt fyri at
skapa dynamik og effek
tivitet í virksemi og leiðslu
arbeiðið, at umboðsráðið
verður avtikið.
Verandi stýrið eigur at
skiftast út við eitt professio
nelt stýrið við fólkum, sum
hava besta fakliga førleikan
at taka avgerðir um mál, sum
hava týdning fyri virksemi
uppá longri sikt o.a. Stýrið
eigur ikki at telja meira enn
79 limir.
Meginparturin av dagligu
leiðsluni í SEV eigur at verða
skift út – serliga tí, at tað er
henda, sum hevur verið við
til at forða fyri broytingum
øll hesi árini. Meginparturin
av verandi leiðslu í SEV fer
ikki loyalt at virka fyri, at
grundleggjandi
bygn
aðarbroytingar fara at
eydnast.
Strategiætlan fyri SEV
Leiðslan í SEV eigur at fáa
álagt at gera eina strategi
ætlan fyri stovnin sum skal
tryggja, at hesin aktivt menn
ir sítt tilverugrundarlag og
ikki verður eftirbátur um
heilt stutta tíð.
Ein strategiætlan fyri SEV
skal eisini tryggja, at vit í
Føroyum fáa bíligastu og
bestu tænastuna og el
veitingarnar frá stovninum.
Tórshavn tann
10 mai 2007
Eg havi, sum aðrir borgarar í
hesum landinum fylgt við
áhuga gongdini í at umskipa
og broyta kommunala stovn
in SEV. Sjálvt um vit skriva
2007 og flestu almennir
stovnar og skipanir hava
umstillað seg til opinleika
um tað virksemi, sum skatta
borgarin rindar fyri, so berjist
leiðslan í SEV við allari
megi fyri afturlatni og ikki at
missa vald. Leiðslan tosar
um vald og aftur vald í SEV
m ó t v e g i s
l a n d s
myndugleikunum og harvið
eisini kundunum.
Í organisatoriskum sam
anhangi er spennandi at lýsa,
hvørja diagnosu vit kunnu
stilla
einari
slíkari
organisatión sum SEV og
hvørju opinlýstu sjúku
eyðkenni gera seg galdandi.
Tað skal eg venda aftur til.
Tað, sum fær meg at gera
hesar viðmerkingar er, at eg í
longri tíð havi sæð SEV sum
eina sjúka organisatión
samstundis sum eg í skjótt
15 ár havi rindað nógvar
tíggjutúsundtals krónur í el
rokningum, at SEV er ein
interkommunalur/almennur
stovnur og at eg onki val havi
sum borgari ella kundi at
velja ein annan veitara av el.
Aðrar orsøkir eru av meira
vinnuligum slag.
Ein onnur meira politisk
orsøk er, at eg gjarna vil
verða við til at ríva niður
múrin millum SEV og
kundan/borgaran og harvið
ávirka gongdina at umleggja
grundleggjandi henda stovn.
At síggja ”páfuglarnir ella
ovastu leiðsluna í SEV breiða
seg út, minnir um sovjetiskar
tilstandir, har ovasta leiðslan
tignarliga stendur og heilsar
við einum múri og palli út til
kundan/borgaran. Tú skalt
ikki taka feil av, at her er
talan um at varðveita vald og
tann, sum hevur ætlanir um
at bróta inn í hetta ”heilaga
tempul” skal hugsa seg um
SEV – ein senil organisatión
ReidaR
NóNfjall
framhald av síðu 13
seks árum síðani skipa
samgongu saman við
Fólkaflokkinum. Men her
vóru heilt greitt onkrir
innanhýsis lekar, ið spældu
hund, tí hóast vit avtalaðu
taktikk í sambandi við
samráðingarnar, so visti
Fólkaflokkurin alla tíðina,
hvat okkara næsta stig fór at
verða, og tí var hopileyst at
stríðast fyri at vinna
Sambandsflokkinum ta
ávirkan, valúrslitið hevði
lagt upp til.
Ein kann bara gita sær til,
hvør hevur likið og ikki,
men í øllum førum var enn
eina ferð greitt, at her varð
alt ofrað, so tað barasta ikki
skuldi eydnast Heðini
Mortensen at fáa nakað
burturúr. So kundi tað annars
gera tað sama, hvussu gekst
við flokkinum!
Og søguna um síðsta
kommunuvalið kenna øll
eisini, har tað somuleiðis var
vónleyst at vinna
Sambandsflokkinum
ávirkan, tí ein avtala longu
var gjørd millum Jan
Christiansen og Høgna
Mikkelsen um, at Høgni í
einum og øllum skuldi stuðla
Jan,
so hann kundi aftur sleppa at
sita í borgarstjórasessinum í
fýra ár. Er hetta trúskapur
ímóti Sambandsflokkinum?
Eg spyrji bara!
Hetta endaði sum sagt við,
at flokkurin vendi mær bakið
og tveitti meg út, og harvið
kundi tað so verið liðugt og
friður. Men nú
Sambandsflokkurin enn eina
ferð hevur sett seg sjálvan í
eina pínliga støðu, tí Bárður
Nielsen hevur lagt frá sær og
Kaj Leo Johannesen vil
sleppa í landsstýrið,
samstundis sum tað merkir,
at javnaðarmaðurin Heðin
Mortensen kemur inn á ting,
sum veljararnir hava valt,
kenni eg meg noyddan at
leggja kortini á borðið.
Sambandsflokkurin kundi
lættliga sloppið undan øllum
hesum ruðuleikanum við at
peika á onkran annan enn
ein úr Suðurstreymoy at fara
í landsstýrið, so var einki
meira at tosa um. So var
friður, og alt hevði fingið
frið í gloymskunnar havi.
Men Sambandsflokkurin
vildi eftir øllum at døma
sleppa at geva mær enn eitt
asnaspark.
Gjøgnum øll míni 20 ár
sum virkin limur í
Sambandsflokkinum havi eg
gjørt mítt besta fyri at
vunnið flokkinum atkvøður
og ávirkan. Sum sæst
omanfyri, hevur flokkurin
bara ongantíð havt hug at
lønt hart stríð aftur við
øðrum enn myrkaspæli og
ljótum taktikki, ið bert hevði
til endamáls at halda meg
burtur.
Nú tað enn eina ferð snýr
seg um tingsessin í
Suðurstreymoy, sum er
komin í klemmu, orsakað av
at Sambandsflokkurin hevur
tveitt meg út og eg síðani
havi tikið av tilboði um at
gerast limur í øðrum flokki,
Javnaðarflokkinum, skal eg
bara heilsa og siga, at eg
skyldi ikki
Sambandsflokkinum nakað
sum helst!
Flokkurin hevur øll árini
bert viljað havt atkvøðurnar
og ikki mannin. Nú kann
flokkurin eiga atkvøðurnar,
men mannin fær hann ikki!
Farvæl og takk!