Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-11, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mai 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 90 - 11. mai 2007 27 Sum seljari fært tú ábyrgdini av tínum egnu arbeiðsøkjum. Tú hevur nógvar arbeiðsfelagar uttan um teg, og tú ert ein týdningar- mikil partur av einum góðum arbeiðsumhvørvi. Tí skalt tú vera ein ábyrgdarfullur, álítandi og arbeiðssamur viðleikari. Vit skraddaraseyma tær eitt arbeiði við skiftandi arbeiðstíðum, t.d. 40 tímar um vikuna. Tað kann eisini vera, at eitt parttíðararbeiði serstakliga um kvøldarnar og um vikuskiftið hóskar júst tær. Arbeiðsuppgávur Okkum tørvar ein væl hýrdan og ágrýtnan samstarvsfelaga at avgreiða okkara kundar, tá ið teir keypa brennievni, gerandisvørur, lógvamat, bake-off ella vaska bil. Royndir og førleiki Tær skal dáma eitt liðiligt sølustarv. Tú ert støðufastur og vandin, so tínir samstarvsfelagar og kundar kunnu rokna við tær. So tú skalt duga væl at lurta, vera opin og kunna veita eina góða tænastu. Hjá Statoil fært tú Tú fært eitt gott arbeiði við fokus á sølu og góða kundatænastu. Tú fært eitt tætt og dynamiskt samstarv við eitt toymi av frískum og fullhugaðum samstarvsfeløgum í einum spennandi umhvørvi, har alt gongur skjótt fyri seg. Tær stendur í boði eitt mennandi arbeiðsumhvørvi í lokkandi og tryggum kringumstøðum. Hjá tí rætta persóninum eru her góðir møguleikar at mennast. Dygg upplæring Áðrenn tú sleppur at royna flogið, verður tú sjálvandi settur neyvt inn í tær uppgávur, sum tú skalt taka tær av á støðini, og tú verður kunnaður um tað, sum Statoil væntar sær viðvíkjandi góðari kunda- tænastu. Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í sam- band við: Jóna Grunnveit á telefon 221594 ella Ivan Bork, sølu- leiðari á tlf 216426. Umsóknirnar verða viðgjørdar í trúnaði og skulu í seinasta lagi 21. mai 2007 sendast til: Statoilstøðin í Gundadali Hoydalsvegur 44 100 Tórshavn Viðm.: Umsøkn, Statoil Gundadalur Ella e-mail: jgru@statoil.com Stephanssons Hús Statoilstøðin í Gundadali Seljari - fulla tíð ella parttíð almannastovan@almannastovan.fo www.almannastovan.fo Høvuðsbarnaverndarnevndin Nevndin tekur avgerðir sambært barnaverndarlógini í málum: . har samtykki ikki er fingið frá tí ella teimum, ið hava foreldramyndugleika ella barnið yvir 15 ár . um umsorganaryvirtøku og setan heiman - á stovn ella til fosturs . um forboð ímóti flyting heimaftur av einum barni, sum er sett heiman við samtykki foreldranna . um samverurætt barnanna og foreldranna í sambandi við umsorganaryvirtøku og skipan av hesi . um familjuviðgerð á stovni hjá landinum og tilboði um serdagstovn til børn . um góðkenning av bráðfeingisavgerðum . um rætt til ókeypis umboðan í málum um, har samtykki ikki er fingið frá tí ella teimum, ið hava foreldramyndugleika ella barni yvir 15 ár. K R E A . F O . TEL 47 80 80 Skrivstovan hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini søkir eftir tveimum fólkum við hóskandi akademiskum førleika Í arbeiðinum kemur tú at hava tætt samskifti og samarbeiði við tær kommunalu barnaverndar- tænasturnar og barnaverndarstovn- arnar undir landinum. Tú verður partur av einum stovni, sum alla tíðina má tillaga seg broytingarnar í samfelagnum og taka við avbjóðingunum, sum liggja í tíðini og í framtíðini. Okkara ynski er, at tú dugur at arbeiða sjálvstøðugt, hevur góð samstarvsevni, góð evni at orða teg skrivliga sum munnliga og hevur kunnleika til EDV á brúkarastøði. Tað er ein fyrimunur at hava starvsroyndir innan fyrisiting á almannaøkinum, men eingin treyt. Tú verður sett/ur við tilvísing til stjóran á Almannastovuni. Vit sóknast eftir tveimum fólkum, ið hava løgfrøðiliga ella aðra viðkomandi universitets- útbúgving til skrivstovuna hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini. Talan er um eitt fast starv og eitt tíðaravmarkað starv í 2 ár. Nýggj barnaverndarlóg kom í gildi tann 1. januar 2006 og hevur hon ført við sær umsit- ingarligar og fyriskipanarligar broytingar á barnaverndar- økinum. Uppgávan hjá skrivstovuni er at fyrireika mál og at tryggja, at málini eru nóg væl upplýst, áðrenn tey verða løgd fyri Høvuðsbarnaverndarnevndina til avgerðar. Umframt at tulka løgfrøðilig ivamál, eisini at savna saman hagtøl um m.a. umsorg- anaryvitøkur og í samstarv við aðra deild á Almannastovuni, at lýsa tørvin á stovnsplássum í Føroyum. Størvini verða sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Petru Johnsdóttir Joensen, stjóra, á telefon 35 35 10 ella 21 54 80. Skrivlig umsókn skal verða Almannastovuni í hendi í sein- asta lagi 24. mai 2007, kl. 12. Vinarliga merkið brævbjálvan ”Høvuðsbarnaverndarnevndin”. Send umsóknina til Almannastovuna, Smyrilsvegur 20, Postboks 3096, 110 Tórshavn. lýsingar