fríggjadagur 11. mai 2007síða 51
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í London eru góðir
møguleikar at fara til
onkran kendan sangleik,
og vit valdu eisini at
royna hetta. Vit valdu
leikin Chicago, har
syngjandi og dansandi
kvinnuligir fangar
blástu okkum um koll
SUMMARKAPPINGIN
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Síðsti dagurin í London var nú
vorðin veruleiki, og dagin eftir
skuldu vit heimaftur til Føroyar.
Vit vaknaðu av sólini tíðliga um
morgunin, og tá vit komu upp,
sóu vit, at veðrið var av tí allar
besta.
Vit valdu enn einaferð at fara
ein lítlan túr inn í býin at keypa,
men hugurin var ikki líka góður
henda dagin, sum hann hevði
verið undanfarnu dagarnar. Túrur
in á Oxford Street bleiv heldur
ikki langur, og vit valdu eftir eini
løtu at venda nøsini heim á hotell
ið við tí, vit høvdu keypt henda
morgunin.
Vit vóru ikki leingi á hotellinum,
men fóru í staðin ein túr inn aftur
í býin. Vit gingu ein túr ígjøgnum
Kensington Gardens, áðrenn vit
komu til Piccadilly. Her settu vit
kósina ímóti Leicester Square, tí
vit høvdu tikið avgerð um at fara
til ein sangleik henda síðsta dagin
í London.
Stórt úrval
Eftir ein rættiliga langan túr frá
hotellinum komu vit endiliga til
Leicester Square, og her fóru vit
at leita eftir støðum, har vit kundu
keypa atgongumerki. Tað gekk
ikki long tíð, fyrrenn vit funnu
ein sølumann, og so skuldu vit
finna útav, hvønn leik vit vildu
sleppa til.
Størsta ynski hjá okkum var at
sleppa til ein av kendastu sang
leikunum, Cats, men hetta var
tíverri ikki møguligt, tí atgongu
merkini vóru útseld nógvar dagar
fram. Tí máttu vit velja ein annan
leik, og her vóru nógvir í at velja.
Billy Elliot, Starlight Express,
Mama Mia, Phantom of the Opera
og nógvir aðrir tóktust vera rætti
liga góðir og spennandi, men at
enda fall valið á Chicago.
Maðurin handan diskin segði,
at hetta var ein av hansara yndis
sangleikum, so vit valdu at royna
henda leikin, og hetta bleiv eitt
gott val.
Sera góður leikur
Tá vit høvdu keypt okkum at
gongumerkini, fóru vit heimaftur
á hotellið at hvíla okkum eina
løtu, áðrenn vit skuldu inn aftur í
býin til sangleikin.
Løtu seinni vóru vit úthvíld og
væl fyri, so nú vóru vit klár at
fara til Chicago. Vit leigaðu ein
hýruvogn inn í býin, og løtu seinni
stóðu vit uttanfyri leikhúsið. Vit
vóru ógvuliga spent til sangleikin,
og vit høvdu ikki meir enn sett
okkum niður, áðrenn vit snøgt
sagt blivu blást um koll av syngj
andi og dansandi kvinnuligum
fangum, sum gjørdu alt fyri at
sláa til innan undirhaldsvinnuna.
Vit sótu bergtikin og fylgdu
stríðnum hjá hesum kvinnuligu
fangunum í teir báðar tímarnar,
leikurin vardi. Tá leikurin kom at
enda, hevði man bara hug at vera
sitandi og bíða eftir næstu sýning.
Her var tó einki at gera. Leikurin
var liðugur, og vit valdu tí at fara
heimaftur á hotellið. Vit vóru tó
samd um, at hetta skuldi roynast
aftur, næstu ferð vit vóru í Lond
on.
Chicago var ein sera góður endi
uppá ein ógloymandi túr í London.
Næsta dagin gekk leiðin aftur til
Føroyar, og London var yvir á hes
um sinni. Túrurin hevði tó verið
avbera góð, og vit vóru væl nøgd
á heimferðini til Føroya.
Chicago:
Til sangleik í London
Puntur nummar 5 av 23
Sangleikurin, Chicago, var heilt
ótrúliga góður, og hetta gjørdist
eisini ein av góður endi uppá ein
ógloymandi túr í London