Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mai 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 5 Nr. 90 • 11. - 13. mai 2007 tsvenjing er mítt lívsstarv ein hugflogsríkur leikari. Eg kundi ikki læsa hann fastan í einari taktiskari rammu. Tí fekk hann eyka leysar teymar til at gera tað óvæntaða á vøllinum+, sigur Annfinn. Annfinn vil tó ikki taka ein part av æruni fyri avrikini hjá Jákupi. - Jákup hevur ment seg ótrúliga nógv, men tað er ikki mær at takka. Eg havi ikki gjørt so nógv uttan tað at lova honum at spæla, tá ið hann var ungur, sigur Annfinn. Annfinn hevur verið leingi við í fótbólti, og hann ásannar eisini, at fótbólturin er ótrúliga nógv broyttur í hansara tíð. - Fólk hava ymiskan hugburð til fótbólt, og tey føroysku feløgini eru eisini broytt við tíðini. Fótbólturin fyllir mestsum alt lívið hjá Annfinni, men hann hyggur tó ikki nógv at útlendskum fótbólti. - Eg havi ikki tíð at fylgja við í útlendskum fótbólti. Feløgini skifta so ofta leikarar, at tú verður í ørvitri, um tú roynir at fylgja við. Fólk halda ofta, at eg veit alt um útlendskar leikarar, men soleiðis er ikki, sigur Annfinn, sum altíð hevur hildið við Liverpool. Harmast talentvenjing Annfinn heldur, at fótbólturin ikki einans er um at vinna. Tað er eisini ein menniskjansligur partur við í fótbóltinum. - Tá ið tú venur børn, er tann sosiali parturin sera týðandi. Fótbóltur er sera týdningarmikil fyri menningina av einum fólki. Tú kanst kenna teg sum ein part av einum felagsskapi. - Eg haldi tað vera spell, at FSF er farið at arbeiða við talentmenning. Tá verða einstakir leikarar tiknir út, og tað er keðiligt fyri tann sosiala partin. Elitudyrkan er langt úti, tí í veruleikanum mugu tey flestu læra at spæla bólt. Tað eru tey fægstu, sum kunnu sigast at verða talent, tí at tað er viðføtt, sigur Annfinn avgjørdur og heldur fram: - Venjararnir eiga at vera somikið góðir, at teir góðu leikararnir kunnu menna seg saman við minni góðum leikarum, sigur hann. Arbeiðsdagurin Annfinn er í løtuni ungdóms- venjari hjá MB. Hann býr í Havn og koyrir til Miðvágs hvønn dag. Arbeiðsdagurin hjá Annfinni er rættiliga langur, og hann inniber einans fótbólt. - Eg fari upp um 10 tíðina. Tá geri eg tað síðsta av fyrireikingini til venjingarnar. Eg plagi at fara vestur um 14 – 15 tíðina og so eri eg í MB húsinum hálvan tíma áðrenn fyrsta venjingin byrjar. Tá koma fólk beinan vegin at práta. Annfinn skal samskipa venjingarnar. Hann hevur ikki sjálvur ábyrgd av nakrari venjing men skal eygleiða venjingarnar. - Eg eygleiði venjingarnar, og so havi eg møguliga onkra viðmerking til hana. Annars siti eg á kontórinum og skipi fyri, at dómarar eru til dystirnar og annað tílíkt. Vanliga eri eg heima aftur klokkan 22. Tá seti eg meg at lesa bløðini, sigur Annfinn. Annfinn um politikk - Eg fylgi væl við í politikki. Eg havi altíð valt Javnaðarflokkin. Javnaðarpolitikkur stendur fyri at verja tey veiku – Tað sæst eisini aftur í mínari fótbóltsfilosofi, sum byggir á tað sosiala. Annfinn um føroyskan mat - Tað er heimsins besti matur. Serliga dámar mær ræst kjøt, súpan og knettir. Eg sjálvur eri púra vónleysur í einum køki. Mamma mín plagar at gera mat til mín. Náttúrðin stendur á borðinum, tá ið eg komi til hús – Venjararnir eiga at vera somikið góðir, at teir góðu leikararnir kunnu menna seg saman við minni góðum leikarum, sigur Annfinn Danielsen, ungdómsvenjari hjá MB Mynd: Álvur Haraldsen