fríggjadagur 11. mai 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
klumman
umborð
Nr. 90 • 11. - 13. mai 2007
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eitt løgið
fyribrigdi
Politikkur er løgin, hava vit
mangan sannað.
Herfyri vóru tvinni mál frammi
– sum brádliga østu fólk. Annað
var málið um yvirtøkuna av
fólkakirkjuni, og hitt var málið
um at selja bankan.
Breið semja var í tinginum.
Men so kom kinkur í.
Bispur segði á fundi hjá
kirkjuráðslimum, at tað var
skeivt at yvirtaka fólkakirkjuna
á ólavsøku, tí lógirnar ikki vóru
greiddar til ta tíð. Av hesi orsøk
fer hann tí frá sum bispur eitt á
fyrr enn ætlað.
Próstur er eisini misnøgdur.
So komu tey kropp á kroppi
- tey, sum meintu tað sama.
Øll uttan Jenis vóru samd
um at selja bankan – og um
sølutilgongdina.
Men so var tað ein búskapar-
frøðingur, sum skrivaði eitt
lesarabræv um eina leysa
milliard, og so var eisini kinkur í
hesum málinum.
- Politikkur er komin í málið,
plagar at verða niðurstøðan í
slíkum førum.
Men er politikkur ikki í
øllum málum, ella eru øll mál,
sum politikarar viðgera, ikki
politikkur?
Seinastu dagarnar hava
vit so verið vitni til enn
ein politiskan glantrileik
– har høvuðsleikararnir eru
formaður Sambandsfloksins og
borgarstjóri høvuðsstaðsins. Nú
snýr málið seg um ein tingsess,
sum Sambandsflokkurin av
taktiskum orsøkum kann missa
til Javnaðarflokkin.
Og her er aftur politikkur í
málinum. Sambandsformaðurin
sigur, at løgmaður nú skal
tryggja, at ein javnaðarmaður
ikki kemur á ting, men ein
sambandsmaður, sum stendur
aftan fyri javnaðarmannin í
sambandskøini...
Men hvat er so politikkur?
Spyrt tú orðabókina, so sigur
hon ”arbeiði, ið miðar ímóti at
beina ella ávirka gongdina í
samfelagnum…”
Júst so!
Men sanniliga er politikkur
løgin.
Atlantic Navigator landaði í
Ánunum í gjár. Veiðan var 1200
tons av surimi og 430 tons av
mjøli. Óvissan um møguligt
verkfall á arbeiðsmarknaðinum
gjørdi, at tey nú løgdu veiðina
upp, so sleppast kann nýggjan
túr.
Skipari hendan túrin var Lion
Petersen. Á komandi túri verður
Brandur Nólsoy skipari.
Ætlandi verður Lion heima
tað, ið eftir er at mai, og síðan
fer hann umborð aftur á Atlantic
Navigator.
- Tað hevur verið eitt sindur
truplari at fingið fólk, síðan vit
fingu at vita, at skipið gevst í
føroyskum sjógvi til heystar.
Og tó; nú mynstrað verður aftur
í Fuglafirði í kvøld, ivast Lion
ikki í, at fólk er á øllum plássum
umborð.
Í Fuglafirði tekur skipið tung-
olju, sum brúkt verður til ketlar-
nar, ið gera dampin til mjølverk-
smiðjuna.
Lion er uppvaksin í Klaksvík,
haðani mamman er, og pápin var
av Selatrað. Hann hevur siglt,
síðan hann fór úr barnaskúlanum
og hevur verið víða um høv,
bæði eystanfyri, vestanfyri,
norðan fyri og sunnanfyri.
Hann eigur nógvar línutúrar á
Flemmish Kap, hevur siglt við
grønlendingum, norðmonnum, og
hann hevur eisini fiskað við Palla
hjá Marionnu heilt suðuri við
Kerguelen í Suðuríshavinum.
Sum 14 ára gamal fór
Lion fyrsta túrin til skips við
Norðalduni, ið var bygd á Skála
Skipasmiðju. Hetta var ein
saltfiskalínubátur av sama slagi
sum Borðoyarnes.
- Andras Skarðenni í Klaksvík
var skipari, og eg meini, at hesin
fyrsti túrurin, eg var við, vardi í
seks mánaðir og eina viku, sigur
Lion.
Hann heldur ikki, at tíðin fall
so ógvuliga long á túrinum og
minnist, at teir fingu hampiligt
burtur úr.
Saltfiskatúrarnir vóru langir,
og skipini gjørdu vanliga tveir
túrar um árið. Ofta var steðgurin
heima millum túrarnar bert einar
tríggjar vikur. Men so ágrýtin var
ungi maðurin at sigla, at hann
onkuntíð gjørdi onkran stuttan
túr við øðrum skipum millum
saltfiskatúrarnar.
Pápi hansara, Jákup Matthias
Petersen, hevði sum maskin-
maður eftirlitið við byggingini
av Norðalduni, sum seinni fekk
navnið Sigurfarið.
- Pápi var allar túrarnar við
Sigurfarinum, til hann legðist
upp í 1991. Hann var eisini við
syrgiliga túrin, tá teir bjargaðu
skipsbrotnum russarum á
Flemmish Kap, fleiri á lívi, aðrir
deyðir.
Jákup Matthias doyði fyri átta
árum síðan.
- Pápi sigldi eisini undir
krígnum, og eg haldi, tað var við
Polarfarinum, at hann misti annað
eyga, tá eitt flogfar leyp á skipið,
og hann fekk eina splintu í eygað,
sigur Lion.
Árini fram til skiparaskúlan í
1976, var Lion bara við línubáti,
og hann var soleiðis eisini onkran
túrin við Jákupi B á ísfiskaveiði.
Fyrstu ferð, hann førdi skip
eftir lokið skiparaprógv, var í
1980, tá teir vóru í Grønlandi við
línubátinum Gerðhamri.
- Í 1981 fór eg sum stýrimaður
við grønlendskum línubáti.
Við vóru bæði føroyingar og
grønlendingar við skipinum.
Longu tá var toskurin har yviri
minkaður.
Seinni fór hann umborð á
grønlendskan rækjubát og sigldi
hjá sama reiðaríi heilt fram til
1992, bæði sum stýrimaður og
skipari.
Í nítiárunum var hann eisini
í Afriku og gjørdi eina roynd
at veiða havtasku og heyk við
bátum, sum Osmund Justinussen
átti, og tá hetta virksemi helt
uppat, fór hann umborð á
Christian í Grótinum, sum tá var
komin heimaftur til Føroyar av
hesum leiðum.
- Eg var við Christiani í
Grótinum í eini tvey ár, til teir
keyptu Palla hjá Marionnu, sum
fór at fiska rækjur. Vit royndu
bæði á Flemmish Kap og í
Eysturgrønlandi.
Lion sigur, at 1998 fóru teir við
Palla hjá Marionnu í Suðuríshavið
at fiska tannfisk, og á leiðini
úr Føroyum og suður gjøgnum
Atlantarhavið royndu teir
ymsastaðni á vegnum, bæði við
línu, troli og flótitroli.
- Vit gjørdu skipið klárt til
tannfiskaveiði í Whalwis Bay í
Namibia. Vit fóru tilsamans 28
mans við skipinum, harav einir
14-16 føroyingar. Túgvusteinur
hjá Thor, sum Hans Andrias
Joensen í Hósvík, førdi, royndi
eisini á leiðunum sunnanfyri.
Onnur skip vóru norsk, og eisini
her vóru føroyingar millum
menninar umborð.
Lion sigur, at teir á hesum
túri komu heilt eystur móti
fjarskotnu Kerguelen Island í
Suðuríshavinum.
- Tað gekk ógvuliga væl at
fiska, og vit fyltu skipið við
skráskornum og frystum tannfiski
eftir 18 døgum. Veiðan vá umleið
230 tons, sum vit løgdu upp í
Mauritius. Siglitíðin til lands
var eini 6-7 samdøgur, og vit
møttu bert einum farmaskipi á
heimferðini.
Hann sigur, at hetta var tíðliga
um summarið í Føroyum, tá tað er
ringasti vetur har á leiðini.
- Aldurnar gerast ógvusligar
á hesum leiðum, tí næstan
óendaliga langt er til næsta land,
sigur Lion.
Hetta var ein langur túrur
við Palla hjá Marionnu – heilt
úr Føroyum í Suðuríshavið, og
heimaftur komin til Føroya,
fór Lion sum stýrimaður og
seinni sum skipari við norskum
rækjubáti, og har sigldi hann fram
til 2002.
Lion Petersen fór við Næra-
bergi í 2002 og gjørdist fastur
skipari í 2004.
- Tíðin við Nærabergi og seinni
Atlantic Navigator hevur verið
heilt fantastisk – ja, ein tann
besta í míni tíð á sjónum. Tað er
ógvuliga syrgiligt, at hetta skal
enda nú, og eingin av okkum skilir
rættiliga hví. Vit trúgva øll upp á
hetta, men hava ongan møguleika
at gera nakað við tað. Avgerðin
liggur ikki í okkara hondum, sigur
Lion Petersen, skipari, at enda.
Fantastisk tíð við Navigator
Umborð
Vilmund Jacobsen
blaðmaður
vilmund@sosialurin.fo
- Tíðin við Nærabergi og
seinni Atlantic Navigator
hevur verið heilt fantastisk –
ja, ein tann besta í míni tíð á
sjónum. Tað er ógvuliga
syrgiligt, at hetta skal enda
nú. Vit trúgva øll upp á
hetta, men hava ongan
møguleika at gera nakað,
sigur Lion Petersen, skipari
á Atlantic Navigator
Lion Petersen hevur siglt, síðan hann
fór úr barnaskúlanum, og hann hevur
verið víða um høv, bæði eystanfyri,
vestanfyri, norðanfyri og sunnanfyri
Mynd: Vilmund Jacobsen