Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mai 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 114 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 91 - 14. mai 2007 - Vit taka fult undir við, at tey, sum skapa virðini í vinnuni og lyftu samfelagið upp úr aftur kreppuni í nítiárunum, kunnu liva undir sømiligum korum. Reallønin hjá tímaløntum er ikki økt seinastu árini, og tí skilja vit væl, at arbeiðarafjøldin nú vil hava meira í lønarposan. Vit fara tó ikki at góðtaka, at útlendskar havnir verða boykottaðar fyri føroyskum landingum, men samstundis fara vit at heita á skipsmann- ingar um ikki at taka vørur heim við sær, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag Samhugi Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hóast eitt møguligt verkfall ella verkbann á arbeiðs­ marknaðinum fer at føra við sær, at føroysk skip noyðast av landinum við fiskinum, er eingin ivi í hansara sál um, at fiskimenn eiga at stuðla arbeiðarunum í sínum stríði fyri betri korum. ­ Tað er eingin ivi um, at vit geva arbeiðarunum okk­ ara fulla stuðul, nú hesi stríðast fyri sínum rættind­ um, sigur formaðurin í Før­ oya Fiskimannafelag, Jan Højgaard. Í skrivandi løtu er ógjør­ ligt at siga, hvussu verður við trætuni á privata arbeiðsmarknaðin­ um, men er eingin loysn fingin á midnátt í kvøld, og samráðingarnar millum partarnar tá eru slitnaðar, hava vit antin verkfall ella verkbann. Einki boykott Formaðurin í Fiskimanna­ felagnum sigur, at sjálvandi verður tað meira stríð hjá fiskimonnum at sleppa av við fiskin, um vit fáa eitt verkfall, men hetta er ein støða, sum fiskimenn noyð­ ast at liva við, so leingi sáttmálaloysi er. ­ Neyðugt verður hjá manningunum at sigla av landinum við fiskinum, túrarnir verða longri, og ivasamt er, hvussu hetta fer at loysa seg, um nógvur fiskur kemur á marknaðin í senn. Jan Højgaard vísir á, at áður hava føroysku arbeið­ arafeløgini tosað um at boykottað útlendskar havnir fyri føroyskum landingum, men slík stig vónar hann kortini kki, at feløgini í einum møguligum verkfalli fara at taka. ­ Eg fari inniliga at heita á allar skipsmanningar um ikki at taka vørur heim við sær til Føroya úr útlandinum, tí slíkt kann geva orsøk til boykott. Formaðurin í Fiskimanna­ felagnum væntar ikki, at feløgini hjá arbeiðarum á landi og fiskimonnum á sjónum fara at stríðast, nú tað ræður um at standa saman. At samstarva ­ Vegurin fram er samstarv millum feløgini, sum umboða arbeiðarastættina, og tí ivist eg onga løtu í, at vit fara at finna út av hesum í sátt og semju. Hann heldur, at skuldi okkurt tikið seg upp, sum ósemja kann standast av undir einum verkfalli, mugu feløgini tosa saman og loysa málini til gagns fyri partarnar. ­ Vit hava so mikið gott samstarv við arbeiðarafel­ øgini, at eg beri ongan ótta fyri stríði, um partarnir stuðla hvørjum øðrum og ikki mótarbeiða hvørjum øðrum, sigur Jan. Spurdur, um tað kann hugsast, at fiskimenn fara í samhugaverkfall við arbeið­ arafeløgini, um eitt møgu­ ligt verkfall verður lang­ drigið, sigur hann: ­ Tað dugi eg ikki at meta um, men skuldi slíkt komið upp á tal, haldi eg, at ein tílík avgerð bert kann takast í samráð við limirnar hjá okkum – og ikki felags­ stjórnini einsamallari. Jan Højgaard sigur, at ein slíkur møguleiki slett ikki er umrøddur í felagnum. Felags Samtak Fyrst í nítiárunum stóðu Føroya Fiskimannafelag og Føroya Arbeiðarafelag sam­ an um útgávuna av FF­ blaðnum, men av ymiskum orsøkum datt samstarvið niðurfyri. Nú eru so feløgini aftur saman um ein portal, Samtak. Vit spurdu tí formannin í Fiskimannafelagnum, um hann væntar, at hesum samstarvi verður lív lagað, nú arbeiðarafeløgini kanska fara í verkfall, samstundis sum skipamanningarnar noyðast av landinum við fiskinum. ­ Eg vænti ikki, at eitt møguligt verkfall fer at máa grundarlagið undan hesum samstarvi. Sum feløg, ið umboða sjófólk og arbeiðs­ fólk, verða vit kanska ikki samd í øllum, men stríð um smáting kunnu vit eftir mínum tykki ikki brúka til nakað. Vegurin fram er samstarv millum fakfel­ øgini, leggur Jan dent á. Línuflotin Hann heldur, at tann skipa­ bólkur, sum kanska verður harðast raktur av einum møguligum verkfalli, er línuflotin, ið hevur vánalig­ an fiskiskap undir Føroyum í løtuni. ­ Túrarnir hjá hesum skipum hava verið so smáir í seinastuni, at ivasamt er, um tað yvirhøvur loysir seg Fiskimenn stuðla arbeiðaru - Føroyski arbeiðarin er so langt afturút sigldur lønarliga, at myndugleikarnir áttu at tikið hædd fyri, at hesin samfelagsbólkur ikki gerst “annað klassa borgarar”, sum Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, tekur til Mynd: Vilmund Jacobsen »Hvørjum hava vit meira brúk fyri – teimum, sum bera í landskassan ella teimum, sum taka úr honum«? (Jan Højgaard) ” KST betri sømdir Fær kunningar­ og samskiftistøkni ella KST teir røttu karmarnar at virka innanfyri, kann hendan vinnugreinin gerast ein týðandi partur av føroysku vinnuni, sigur Michael Thomsen, formaður í KT­felagnum, við Útvarpið. Hann heldur, at vit eiga at stovna útbúgving og gransking innan KST longu í heyst og vísir á, at fólk, sum útbúgva seg innan KST uttanlands, koma ikki heimaftur, og tí er neyðugt at hava útbúgvingina í Føroyum. Strikaðu Árna út Allir íslendingar eru eftir øllum at døma ikki so fegnir um, at fyrrverandi altingsmaðurin Árni Johnsen í Vest­ mannaoyggjunum slapp at stilla uppaftur, eftir at hann hevði sitið dóm fyri lógarbrot. Hann stillaði upp fyri sín gamla flokk, Sjálfstæðisflokkin, á valinum leygardagin, men tá upptalt varð, vísti tað seg, at 22 prosent av veljar­ unum hjá flokkinum høvdu strikað út yvir navn hansara á valevnislistanum. Árni varð kortini valdur.