fríggjadagur 11. mai 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
”
Tað er ikki uppgávan hjá einum stati at “bekenna” seg
til nakra ávísa religión. Ein statur eigur ikki favorisera
nakran ávísan trúarbólk ella átrúnaðarliga institutión ”
Tá vit byggja eitt politiskt projekt á religión, royna vit
automatiskt eisini at tvinga onnur inn undir okkara egnu
religiøsu sannføringar. Og so hava vit í prinsippinum
avtikið trúarfrælsið
ka demokratiið
vilji, men demokrati er ikki bara
meirilutans vilji. Demokrati er
meiri enn tað, sum meirilutin
ynskir. Demokratiið gerst ikki
demokratiskt, fyrr enn vit skilja
hugtøkini “demos” og “kratos”,
fólka – stýri, sum hetta grikska
orðið merkir á føroyskum. Fólkið
er nevniliga meiri enn meirilutin.
Fólkið er alt fólkið. Fólkið umfatar
tí eisini minnilutar. Ja, fólkið
umfatar hvønn tann einasta
borgara, sum í hesum landi býr.
Og um øll skulu bestemma eitt
sindur, merkir tað eisini, at eingin
sleppur at bestemma alt. Tí snýr
demokratiið seg ikki um vald,
men um valdsins avmarkingar.
Tað snýr seg um mørkini fyri
tínum og mínum frælsi.
Tí er demokratiið so nógv
meiri enn ein skipan ella
konstitutionellur karmur
um eitt samfelag. Vit kunnu
demokratisera politisku skipanina
so galið vit vilja. Men tað nyttar
einki, um vit ikki demokratisera
menniskjuni í hesum sama
samfelagi. Tað demokratiska
sinnalagið hjá borgarunum í
hesum landinum hevur óendaliga
nógv størri týdning enn skipanir,
lógir og paragraffir. Tað er við
øðrum orðum inni í okkara
høvdum, at demokratiið skal
realiserast.
Um demos soleiðis merkir alt
fólkið, merkir tað eisini, at hvør
einstakur skal sleppa at liva
í einum demokratii sambært
síni egnu sannføring, so leingi
viðkomandi annars heldur
landsins lógir. Tí noyðast vit
at tolerera hvønn annan og
viðurkenna fjølbroytni. Og tí
noyðast vit at góðtaka, at vit
ongantíð kunnu tvinga onnur
inn undir somu sannføringar,
sum vit sjálvi hava. Við øðrum
orðum noyðast vit at góðtaka
meginregluna um, at mítt frælsi
endar, tá títt frælsi byrjar. Hetta
er sjálvur grundtankin handan
hugtøk sum toleransa og
persónligt frælsi.
Og so kann spurningurin
um, hvørji tey demokratisku
virðini eru, loksins svarast. Tað
er fyrst og fremst rætturin til
– undir ábyrgd fyri lógini – at
sleppa at velja og liva sítt egna
lív uttan statsliga og politiska
uppíblanding.
Fólkastýri á
føroyskum
Spurningurin er so til seinast,
hvussu politiski veruleikin í
Føroyum sampakkar við hesi
noblu demokratisku idealini.
Og mín niðurstøða er, at
demokratiska sinnalagið av
og á tykist at hava trong kor
í Føroyum. Og at vit mangan
síggja antidemokratiskar
tendensir, enntá frá fólkavaldum
politikarum. Sjónarmið, sum ikki
virða tað persónliga frælsið. Sum
ikki virða fjølbroytni. Sjónarmið,
sum vilja tvinga allar borgarar
inn undir eina ávísa sannføring.
Sjónarmið, sum gera seg inn
á hugmyndina um eitt neutralt
statsapparat. Sjónarmið, sum
lukta langan veg av andaligari
imperialismu.
Og mín kritikkur fer m.a. til
teirra, sum seinasta árið hart
og týðiliga hava lagt fram eina
klárt defineraða visjón um, at í
Føroyum er ikki pláss fyri teimum,
sum fella uttanfyri tann nationala
felagsskapin. Sum onkursvegna
fella uttanfyri tað rætta, tað
góða, tað reina og tað normala.
Hesin háttur at konstruera eitt
føroyskt samfelagsgrundarlag
hevur ekskluderandi og diskrimi
nerandi undirtónar. Øll sleppa
nevniliga ikki upp í part, um
okkara samfelagsgrundarlag skal
vera nakað, sum “i sagens natur”
skilir okkum sundur.
Tak t.d. hugmyndina um eina
kristna tjóð. So óføroyskt tað enn
kann ljóða, seti eg spurnartekin
við hesa vending. Tað er eftir
mínum tykki ikki uppgávan
hjá einum stati at “bekenna”
seg til nakra ávísa religión.
Ein statur eigur ikki favorisera
nakran ávísan trúarbólk ella
átrúnaðarliga institutión. Og
at vit framvegis eftir yvirtøkuni
av fólkakirkjuni halda fast um
hesa leivdina frá einaveldinum
í miðøldini, at kirkjan skal vera
partur av statinum, er eftir
mínum tykki idioti. Og harvið havi
eg einki sagt um kristindómin
í sær sjálvum og ta positivu
ávirkan, sum kristindómurin sum
søgulig fortreyt kann hava havt
fyri menningina av tí liberala
demokratinum.
Stóra andsøgnin er, at tá vit við
okkara lógum og skipanum vilja
tvinga allar borgarar landsins
inn undir eina ávísa religión,
kemur trúarfrælsið í vanda.
Tí tá vit byggja eitt politiskt
projekt á religión, royna vit
automatiskt eisini at tvinga onnur
inn undir okkara egnu religiøsu
sannføringar. Og so hava vit í
prinsippinum avtikið trúarfrælsið.
Eitt demokrati, sum vil varðveita
trúarfrælsið, noyðist tí at vera
sekulert, tað vil siga skilja sundur
átrúnaðarliga og politiska valdið.
Kostnaðurin fyri trúarfrælsið
er tí, at vit halda tunguna
mitt í munninum og varðveita
neutralitetin.
Soleiðis er tað liberala demo
kratiið og tann vesturlendski
nationalstaturin reint prinsipielt
bygdur upp. Sum eitt sekulert
demokrati við trúarfrælsi, hvørs
fremsta endamál er at varðveita
tey demokratisku virðini.
Nr. 90 • 11. - 13. mai 2007
Vikuskifti 23
Vladimir Putin í Russlandi. Slobodan
Milosevic í Eksjugoslavia. Og Ismael
Haniyeh í Palestina. Tríggir stjórnarleiðarar,
sum á meistarligan hátt illustrera, hvussu
stór misskiljing tað er, at demokratiið hevur
sigrað, tá vit hava givið okkara atkvøðu
fjórða hvørt ár og annars lata politisku
valdsharrarnir stýra, sum teimum lystir. Við
meirilutans atkvøðum hava hesir leiðarar
avmontera kjarnuvirðir í demokratisku
siðvenjuni