Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-11, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mai 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 90 • 11. - 13. mai 2007 Vikuskifti 24 átrúnaður Lagt til rættis: Heini S. Kristiansen heini@sosialurin.fo Hearts Ablaze – lovsangs- ráðstevna Í døgunum 17. til 19. mai verður skipað fyri einari lovsongsráðstevnu í Filadelfia í Havn Á heimasíðuni hjá Fiadelfia stendur: - Vit meta, at lovsongur er eitt sera týðandi amboð fyri at leiða hvønn einstakan inn í eitt tættari samfelag við Gud. Eisini meta vit, at ígjøgnum lovsang fær Harrin opinberað sína náði og kraft, og er tað mangan undir lovsongi, at Harrin talar og møtir menniskjum til anda, sál og likam. Við ráðstevnuni ynskja fyri- skipararnir at læra fólki meira um lovsang. Undirvísarar verða Katrine Høgenhaug og Hanne Vinsten. Katrine hevur lisið tónleika- vísind í Keypmannahavn. Hon er lovsangspastorur í Københavns Kristne Kultur Center. Henna er tónleikapastor í Valby Frikirke. Hon vitjar nógvar samkomur runt um og gevur íblástur. Katrine Høgenhaug, ið fyrr hevur verið og havt ráðstevnu í Føroyum, hevur lisið tónleikavísind á tónleika- universitetinum í Keypmanna- havn, umframt at hon hevur verið á Hillsongs leadership School í eitt ár. Katrine Høgenhaug er lovsangapastor í Københavns Kristne Kultur Center (KKKC) og er hon virkin við tekst- og tónleikasmíð, og er nógv av hennara arbeiði givið út á fløgu, seinast við fløguni LIVE, sum KKKC gav út í 2006. Hanne Vinsten er musikk- pastor í Valby Frikirke. Hennara tænasta er at skriva sangir, at coache hinar lovsongs- leiðararnar. Eisini er ein stórur partur av hennara tænastu, at vitja samkomur um alt Danmark, har hon við til at stimbra lovsangstænastuna í teimum samkomum hon vitjar. Hanne hevur verið virkin sangskrivari í 10 ár. Meira kann lesast um lov- sangsráðstevnuna á www. filadelfia.fo Sálmur 84 Til songmeistarans, til gittit, av Kora sonum, ein sálmur. Hvør yndisligir eru bústaðir tínir, herskaranna Harri! Sál mín stundaði, ja, so sára henni longdist eftir forgørðum Harrans. Nú hjarta mítt og likam mítt seg frøa at hinum livandi Guði. Eisini spurvin hevur funnið sær høli og svalan eitt reiður, har hon hevur lagt sínar ungar – altar tíni, herskaranna Harri, kongur mín, Guð mín! Sælir eru teir, sum í húsi tínum búgva, altíð teir lovprísa tær! Sela. Sælir eru teir, sum hjá tær eiga styrki, við pílagrímsferðum í huga! Fara teir gjøgnum Baka dalin, gera teir hann til eitt keldulop, og várregnið við signing hann fríðkar. Teir ganga fram frá kraft til kraft fyri Guð at skoða á Zion. Harri, herskaranna Guð, hoyr mína bøn! Lýð á meg, Jákups Guð! Sela. Guð, vár skjøldur, lít tú at og skoða andlit hins salvaða tíns! Tí betri er dagur ein í forgørðum tínum enn túsund har úti; betri at sita á gáttini í Guðs míns húsi enn í gudloysis tjøldum at búgva! Tí at Harrin Guð er sól og skjøldur, Harrin gevur náði og æru; einki gott hann teimum noktar, sum í sakloysi ganga. Herskaranna Harri, sælur er tann, ið lít sína setir til tín! orðið Undanfarna vikuskifti skipaði Heimamissiónin fyri ársmøti í leguhúsinum í Nesvík. Nógv ymisk evni vóru uppi at venda á møtunum og til fundirnar Evnið fyri ársmøtið í ár var ”Við Meistarans føtur”. Fólk høvdu møguleika at gista, og fleiri tiltøk vóru mitt um dagin. Leygardagin var tosað um staðbundnu arbeiðini, har ið trý fólk høvdu eitt innlegg. Síðani høvdu fólk møguleikar at gera viðmerkingar. Fleiri hugskot komu fram frá teimum ymsu støðunum. Leygarkvøldið var café við livandi tónleiki. Tá møttu sera nógv ung upp, og tey hildu á út á náttina. Petur Martin Glerfoss talaði til møtið leygardagin. Hann segði millum annað, at Bíblian er Guds orð, og er ikki einans orð um Gud. Fólk møttu sera væl til møtini um kvøldið, og tá var salurin ov lítil. Fólk sótu heilt út í gongina. Leygardagin greiddi Thomas Dam, formaður í Heimamissiónini frá, at tey hava ætlanir um at útbyggja leguhúsið, men einki ítøkiligt er komið á borðið enn. Thomas Dam hevði sína fyrstu formansfrágreiðing á Ársmøtinum í ár. Síðsta ársmøti boðaði fyrr- verandi formaðurin, Bergur Debes Joensen, frá, at hann gavst sum formaður. Thomas er fyri tíð síðani komin í gongd sum formaður, og hann hevur millum annað verið stigtakari til samleikaskjalið, sum Heimamissiónin nú fer at gera. Fìggjarleiðarin Jørmund Foldbo legði roknskapin fram, og hann kundi vísa á eitt yvirskot. Hetta fegnaðust fundarluttakararnir seg sum vera mann um. - Eg skal tryggja tykkum, at alt yvirskotið framvegis verður nýtt til at fremja missión, segði Jørmund. Á fundinum kom eisini fram, at Heimamissiónin fer at leggja seg eftir, at fáa eftirlønarskipanir til starvsfólkini næsta ár. Nesvík ov lítið til ársmøti Nýggi formaðurin fyrstu frágreiðing Thomas Dam hevði sína fyrstu formansfrágreiðing á Ársmøtinum í ár. Fremst síggjast brøðurnir Jørmund og Vagn Foldbo. Vagn, sum situr longri burtur, er aðalskrivari í Heimamissiónini. Jørmund er fíggjarleiðari Mynd: Heini S. Kristiansen Fólk sótu heilt út í gongina til møtið leygarkvøldið. Mynd var varpað á veggin, so fólk í gongini eisini kundu fylgja við. Á myndini sæst Petur Martin Glerfoss, sum talaði hetta kvøldið Mynd: Heini S. Kristiansen