mánadagur 14. mai 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 114 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 91 - 14. mai 2007 ]
Samanlegging
er neyðug
Í VB/Sumba eru ongar ætlanir um panikk-
loysnir. Venjarin situr enn tryggur, men ein
samanlegging er neyðug, um Suðuroygging
framvegis skal spæla við í fremstu røð,
sigur Bjarni Johansen, formaður
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialulrin.fo
Tapið fyri B71 á heimavølli stafðesti av álvara støðuna
hjá VB/Sumba. Bara trý stig eru fingin fyrstu níggju
umførini, og tað er eingin loyna, tey í felagnum ikki
eru nøgd um hetta.
- Sjálvandi eru vit ikki tað. Serstakliga eri eg vón-
brotin av, at úrtøkan móti hinum liðunum í niðaru
helvt av talvuni hevur verið so vánalig. Og helst skuldu
vit havt eini 8-9 stig nú, sigur Bjarni Johansen, for-
maður í VB/Sumba.
Tá gongdin er, sum hon hevur verið, so er ikki
ónáttúrligt, at tos um nýggjar spælarar og møguliga
venjara er at hoyra, men í so máta tykist Bjarni full-
komuliga avkláraður.
- Fyrst og fremst, so er avmarkað, hvat vit fáa gjørt.
Nýggju reglurnar gera, at tað verður ikki fyrr enn í
summar, at vit kunnu knýta nýggjar spælarar at felag-
num, og tí spurninginum arbeiða vit við. Sjálvandi
kundi felagið lagt meira fyri í vetur, men tað er so ikki
gjørt. Og tá hendan nevndin kom til, vóru ikki nógvir
dagar at handla í. Sjálvandi kundu vit eisini valt at
sekkja venjaran, men eg dugi ikki at síggja, hvat tað í
sjálvum sær skuldi loyst, so tann spurningurin er
heldur ikki aktuellur, sigur Bjarni.
Samanlegging má til
Umkframt at arbeiða við at styrkja hópin, so metir
Bjarni, at gongdin seinnu árini hevur gjørt ein saman-
legging av fótbóltsfeløgunum í oynni alt meira neyð-
uga.
- Tað er einasta loysnin, um vit framvegis skulu
spæla við í fremstu røð. Eitt ávíst samstarv hevur
verið, og í dag eru øll tey yngru liðini sett saman við
spælarum frá allari oynni. Tí er tað beinleiðis láturligt,
at hesir skulu fara til hvør sítt felag, tá komið verður
til vaksnu røðirnar. Fyrst og fremst, so er tað hetta,
sum vit arbeiða við í nevndini, og so fáa vit at síggja,
hvussu langt hetta ber, staðfestir Bjarni Johansen.
Henrik misti sigurin
Køge, har Henrik Larsen er venjari, misti í gjár
sigurin í evstu løtu, tá ið liðið spældi ímóti Her-
følge á heimavølli. Søren Nielsen legði Køge á
odda 1-0, og líkt var til, at hetta skuldi gerast
einasta málið í dystinum, har Køge hevði leikliga
yvirvág allatíðina. Men í yvirtíðini eydnaðist tað
Herfølge at skora, so at dysturin endaði við javn-
leiki 1-1. Køge liggur fram við eftir einum upp-
flytingarplássi í 1. deild, men javnleikurin í gjár
kann gerast ein avgerandi forðing fyri upp-
flyting.
Fowler gevst í Liverpool
Tann aldrandi áleyparin í Liverpool, Robbie Fowler, hevur í ár
ikki havt sítt besta kappingarár í Liverpool. Hetta fær nú
avleiðingar, tí fyrr í vikuni greiddi venjarin á liðnum honum frá,
at hann ikki fær sín sáttmála longdan við felagið. Umframt
Robbie Fowler má Jerzy Dudek eisini siga farvæl við felagið.
Eiheldur hann hevur fingið sáttmálan longdan. Seinasti dystur
hjá Robbie Fowler var í gjár, og tað var dystur nummar 369 hjá
honum fyri Liverpool. Fowler hevur skorað 183 mál fyri
Liverpool.
Vertirnir misnýttu
gyltan møguleika at
leggja seg á odda. Og
so tók Clayton Soares
fullkomuliga yvir, tá
hann við einum
reinum hat-trick
negldi VB/Sumba fast
í botnin
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Átta tap á rað. Tað er status
hjá VB/Sumba, nú fyrsti
triðingurin av landskapping-
ini er lagdur aftur um bak.
Ikki síðani heimasigurin á
AB í fyrsta umfarinum av
Formula-kappingini hevur
suðuroyarliðið vunnið sær
stig, og greiða tapið fyri
B71 negldi í so máta enn
ein seym í kistuna.
Uttan leikbannaðu Birgir
Jørgensen, Martin Tausen
og Biorna Kærbech var tað
kortini eitt væl tendrað VB/
Sumba, sum fór á vøllin.
Fyrstu longu løtuna høvdu
teir eitt tak á B71, og tað
var eisini í tráð við leikbýtið,
at Hallur Dam Joensen
legði vertirnar á odda eftir
hálvum tíma.
VB/Sumba hevði eisini
møguleikar at økja um
leiðsluna, men beint fyri
steðgin fingu teir sum vátan
vøtt. Clayton Soares skuldi
vísa seg at verða stóri
maðurin hendan dagin, og
hann átti eisini sín leiklut,
tá hanns pældi Jóhannes
Jensen púrasta blankan, so
hesin kundi javna.
Misnýttu brotsspark
Mangt kundi helst sæð øðr-
vísi út, hevði VB/Sumba
gagnnýtt møguleikan, sum
teir fingu tíðliga í seinna
hálvleiki. Brotsspark varð
dømt, og Acu Pandurovic
varð settur at skjóta. Tað
eydnaðist tó Símun Rógva
Hansen at verja fyri, og
meira ella minni tóktist
hetta
taka
luftina
úr
vertunum.
Og so syrgdi Clayton
Soares annars fyri restini.
Hann skoraði til 2-1, tá
Wellington
legði
bóltin
innfyri. 3-1 gjørdist tað, tá
Clayton langaði til bólt,
sum Símin Hansen hevði
lagt útfrá. Og tá VB/Sumba
seinastu løtuna spenti bog-
an, kundi Clayton hegnisliga
enda kontra-álop við at
lyfta upp um Vlada Filipovic
í málinum. Beint undan hes-
um varð Fabio Vieira rikin
av vølli eftir tvey gul kort,
men hetta fekk altso onga
ávirkan á úrslitið av dysti-
num sum so.
Negldir í botnin
Við bara trimum stigum eft-
ir fyrsta triðingin av kapp-
ingini, tykist støðan hjá
VB/Sumba rættiliga vón-
leys. Sjálvandi er matemat-
iski møguleikin væl og
virðiliga til staðar, men við
sjey stigum upp til áttanda
plássið er uppgávan alt ann-
að enn løtt.
Hjá B71 stendur hinvegin
munandi betri til. Liðið hev-
ur nú 11 stig, og tó at kapp-
ingin enn ikki er avgjørd, so
tykist ein møgulig niðurflyt-
ingarhóttan í løtuni rættiliga
fjar.
VB/Sumba-B71 1-4 (1-1):
Clayton sendi VB/
Sumba í kjallaran
B71
VB/Sumba
Eina løtu hevði VB/Sumba eitt gott trýst.
Men misnýtta brotssparkið tók luftina úr
liðnum – og so gjørdi Clayton Soares restina
Mynd: Áki Bertholdsen
20