týsdagur 15. mai 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
vinnusíðurnar
Nr. 92 - 15. mai 2007
E
in Suðuroyargrunnur og Sandoyargrunnur verður settur á stovn við kapitali
frá komandi
einskiljingini av almennum fyritøkum.
Nú krevst eitt ódnartak til at gera Suðuroy og Sandoy til eitt vakstrar- og
royndarøki, um
hesar báðar størru oyggjarnar um 10-15 ár ikki skulu gerast spegilsmyndir av
dagsins útoyggjum.
Nú eru Suðuroy og Sandoy skjótt einastu størru øki í Føroyum, sum bert hava
sjóvegis samband at líta á. Tí mátti borið til at eyðmerkt hesar báðar størru
oyggjarnar sum serskild ”vakstrar- og royndarøki”.
(Óli Breckman í fyrispurningi á Løgtingi til Løgmann í august 2005)
t fáa pengar á borðið
Suðuroy, so at gongdin við
minkandi fólkatali kann
vendast og so at oyggin
fæst á føtur aftur.
Teir eru sannførdir um, at
frægasta leiðin at ganga, er at
gera eina vakstraravtalu, har
allir partar, politikarar í Løg-
tingi og kommunum og vinnu-
lívið, binda seg til eina avtalu
um at menna ávísar vinnur.
Teir hava sostatt skotið
upp, at gjørd verður ein
fimm ára vakstraravtalu og
at 50 milliónir verða settar
av til at seta hana í verk.
Tað liggur í kortunum, at
landið skal fíggja 40 milli-
ónir tilsamans í hesum fimm
ára avtaluskeiðnum og komm-
unurnar í Suðuroy skulu
leggja 10 milliónir á borðið.
Høpisleyst
Men Jógvan Mørkøre og
Magni Laksafoss eru grund-
leggjandi ósamdir við teir
politikarar, sum halda, at
tað fyrireikandi arbeiði skal
gerast fyrst og so kunnu
politikararnir aftaná taka
støðu til tilmælini og til,
hvussu tey skulu fíggjast.
Herfyri
reisti
Hergeir
Nielsen,
løgtingsmaður,
málið í Løgtinginum, tá ið
hann spurdi Jacob Vester-
gaard, landsstýrismann í
innlendismálum,
hvussu
verður vorðið við nógv
umrøddu vakstraravtaluni.
Tá vóru tað enntá politik-
arar, sum halda, at tað er
beinleiðis óseriøst at biðja
landskassan um pening,
uttan at vita nagreiniliga,
hvat hann skal brúkast til.
- Var endamálið einans at
gera eina ætlan, er lætt at
gera ein langan lista við
háfloygdum ynskjum um,
hvat skal gerast.
- Men tá ið ein beinleiðis
vakstraravtala skal gerast,
er neyðugt at vera munandi
meiri ítøkilugur og gera
realistiskar avtalur, sum
hava ein veruligan møgu-
leika at verða settar í verk.
Tí er neyðugt at vita, hvussu
nógvur peningur er til taks,
soleiðis at avtalan verður
gjørd innanfyri fíggjarkarm-
in.
Teir báðir serfrøðingarnir
siga, at tað er høpisleyst at
gera fastar avtalur við nógv-
ar ymiskar privatar og
almennar partar, uttan at
vita, hvat endaligi fíggjar-
karmurin er.
Tí er neyðugt, at ein yvir-
skipaður
fíggjarkarmur
verður lagdur beinanvegin,
siga teir.
- Tað er tvørturímóti óseri-
øst av suðuroyingum at fara
til framkomnar, vinnuligar
fyritøkur
innanlands
og
uttanlands og biðja tær gera
íløgur í ávísar ætlanir,
kunnu suðuroyingar ikki
eisini sjálvir vísa á, hvussu
nógvan pening, teir eru
sinnaðir at seta í ætlanin.
- Ongin fyritøka fer at
seta pening í eina vinnuliga
ætlan, fær hon ikki at vita,
hvussu nógv hin parturin er
til reiðar at seta í ætlanina.
- Kunnu politikarar ikki
frammanundan gera sær
greitt, hvussu nógvan pen-
ing teir eru sinnaðir at seta í
eina
vakstraravtalu,
er
ómøguligt at fáa nakað
burturúr.
- Tað er ótrúverdugt at
gera avtalur um vinnuligar
ætlanir uttan at vita, hvussu
nógvir peningur er at gera
avtalu við.
Ein hópur av
fordømum
Teir báðir vísa eisini á, at
tað finst ein hópur av grunn-
um, sum hava eitt stovnsfæ,
sum teir síðani lata burturav
til ávís endamál. Tað er Før-
oyagrunnurin
eitt
dømi
um.
Fyri at nevna eitt annað
dømi, hevur Granskingar-
ráðið eina játtan, sum ráðið
síðani letur burturav til ávís
endamál.
Tað er ikki kravt framm-
anundan, at tað skal gerast
púra greitt frammanundan,
hvat peningurin skal brúkast
til.
Í sambandi við eina vakst-
raravtalu
fyri
Suðuroy,
hugsa Jógvan Mørkøre og
Magni Laksafoss sær, at ein
grunnur verður stovnaður,
sum fær eina reglugerð,
sum sigur, hvat peningur
kann játtast.
- Hetta er onki nýtt, tí tað
finst ein rúgva av grunnum
og tað hevur eisini fleiri
ferðir verið nevnt, at tað er
neyðugt at seta ein Suður-
oyargrunn á stovn.
Nú varð nevnt í Løgtingi-
num stutt síðani, at tað var
eitt nýtt krav frá tykkum, at
50 milliónir skuldi setast í
grunn, beinanvegin og at
hetta var við til at seinka
ætanini?
- Tað er ikki rætt, tí tað
hevur verið ein heilt greiður
partur av hesum arbeiðnum
frá allarfyrsta, hetta varð
nevnt fyri tveimum árum
síðani.
num í innlendismálum og
avtalan varð, at hann síðani
skuldi leggja málið fyri
landsstýrið og samgong-
una.
Órímiligt krav
Men síðani er stígur komin
í málið, tí nú hevur lands-
stýrismaðurin ført fram, at
tað er neyðugt, at øll bý- og
bygdaráðini
í
Suðuroy
samtykkja at betal sín part
av teimum 10 milliónunum
og boðað landsstýrinum frá
hesum.
Jacob Vestergaard hevur
ført fram, at tað er neyðugt,
at kommunustýrini sam-
tykkja málið, tí borgarstjór-
arnir kunnu ikki gera eina
bindandi avtalu og tað er
neyðugt at fáa eina bindandi
tilsøgn, áðrenn landsstýrið
kann fara víðari við máli-
num.
Hetta hava allar kommun-
urnar í Suðuroy síðani gjørt,
uttan Tvøroyrar Kommuna.
Tvøroyrar
Kommuna
skuldi avgreiða spurningin
á páskum, men tað er ikki
hent. Á býráðsfundi á Tvør-
oyri í farnu viku, spurdi
Jaspur Vang, býráðslimur,
eftir málinum og tá upplýsti
bogarstjórin, at hetta fór
helst at verða lagt fyri
býráðið á einum av næstu
fundunum.
Teir báðir, Jógvan Mørk-
øre og Magni Laksafoss,
halda, at tað er órímiligt
krav at bý- og bygdaráðini
skulu samtykkja at fígga
sín part, áðrenn landsstýrið
hevur boðað frá sínum
vilja.
Teir siga, at var hetta ein
treyt, átti landsstýrismaðurin
at boða frá tí á fundinum
umborð á Smyrli, tá ið
viljunarskrivið varð handað
honum. Men tað gjørdi
hann ikki. Ístaðin fekk hann
skrivið við sær til Havnar
við tí fyri eyga at hava nak-
að ítøkiligt at leggja fyri
samgonguna.
-
Landsstýrismaðurin
varð spurdu heilt ítøkiligt,
um tað var nóg mikið við
hesum viljunarskrivi og tað
váttaði hann.
Tekin um óvilja
Teire báðir siga, at nú hava
borgarstjórarnir í Suðuroy
váttað sín vilja og tað sama
átti landsstýrið at gjørt. Tá
ið landsstýrið hevur váttað
sín vilja, eiga bý- og bygda-
ráðini at viðgera málið og
samtykkja
at
staðfesta
viljan hjá borgarstjórunum.
- Tá ið borgarstjórarnir
skrivað undir eina váttan,
eigur tað sjálvandi at verða
tikið í størsta álvara, heldur
enn at koma aftaná og sáa
iva um tað. Sjálvandi er tað
rætt,
at
borgarstjórarnir
kunnu ikki einsamallir gera
bindandi avtalur fyri komm-
unurnar. Men landsstýrið
kann heldur ikki gera bind-
andi avtalur og tí hevur
landsstýrið
heldur
ikki
bundið seg fyri tað, um tað
boðaður frá, hvør lands-
politiski viljin er.
- Á sama hátt, sum borg-
arstjórarnir mugu fáa bý-
og bygdaráðini at góðkenna
fíggingina, má landsstýrið
fáa Løgtingið at samtykkja
landsins part av fíggingini.
- Tí eru borgarstjórarnir
og landsstýrið í somu støðu.
Tá ið borgarstjórarnir hava
boðað frá sínum vilja, er
tað órímiligt, at at lands-
stýrið ikki kann gera tað
sama.
- Men tá ið landsstýrið
ikki ger tað, kann so takast
sum eitt tekin um, at lands-
stýrið als ikki er sinnað at
vera við í hesum arbeiðnum
at menna Suðuroy.
Hinvegin spyrja teir báðir
um tað ikki hevði verið
lættari hjá Tvøroyrar Býráði
bara at samtykt málið, tí so
var friður av hesum og so
var hesin snávingarsteinurin
minni at fara um.
Nú eru tvey ár síðani, at
hugskotið um eina vakst-
raravtalu varð fostrað, men
enn er arbeiðið ongan veg
komið.
Og Jógvan Mørkøre og
Magni Laksafoss staðfesta,
at kemur ikki gongd á
arbeiðið sum tað líður út á
árið, so at peningur, kann
setast av á fíggjarlógini fyri
2008, eru øll sannlíkindi
fyri, at teir báðir ikki kunnu
vera við í arbeiðnum, tí teir
hava aðrar arbeiðsuppgávur
Teir báðir serfrøðingarnir
vita ikki reiðiliga, hví tað er
so torført hjá politikarum at
semjast um at fara undir
avtaluna.
Sum tað sæst á einum
innrammaðum stubba her á
síðunum, tekur Óli Breck-
man, løgtingsmaður í fólka-
flokkinum, og sostatt partar-
maður hjá landsstýrismann-
inum í innlendismálum,
undir við, at Suðuroy verður
gjørd til eitt serligt vakstrar-
øki og at ein serligur grunn-
ur verður settur á stovn fyri
at menna Suðuroy.
Og samstundis ásannar
sjálvur Løgmaður, at Suður-
oy hevur ein bygnaðarligan
trupulleika.
Harafturat kann nevnast,
at eisini Tjóðveldisflokkurin
hevur sóknast eftir, hvussu
gongur við ætlanini.
ur hjá Jacob Vestergaard