Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-15, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2007síða 40

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 92 - 15. mai 2007 mai-kappingin Hvønn dag í mai mánaða verða Sudoku uppgávur at finna í Sosialinum. Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess størri møguleika hevur tú at vinna. Sendið okkum loysnina innan fríggjadagin 8. juni 2007 kl. 10.00 og viðmerkið brævbjálvan »Sudoku«. Vinningur í mai er 2 M-semiflex flogferðaseðlar við Atlantic Airways. Virði Kr. 6.304,- Drigið verður aðru vikuna í juni. Fyri at vera við í kappingini, skal øll uppgávan verða loyst. Navn: Bústaður: Telefon: Sendið til: Sosialin · Boks 76 · 110 Tórshavn Merkið brævbjálvan »Sudoku« Vinningurin í mai 2 M-semiflex ferðaseðlar frá Atlantic Airways. Virði Kr. 6.304,- miðlahúsið í Vágsbotni Trupli næmingurin í miðlahúsinum www.sosialurin.fo Tórsgøta 1 · Tel 34 18 00 · Fax 34 18 01 post@sosialurin.fo · www.sosialurin.fo Ikki øll trívast í fólkaskúlanum. Nøkur teirra verða rópt atferðartruplir næmingar, men hesir hava einki tilboð í Føroyum. Semja er um, at støða teirra ikki er nøktandi, tí tað gongur út yvir teir sjálvar og floksfelagarnar. Ingvald á Kamarinum er sosialpedagogur og stjóri á Fjordskolen, ið er ein serskúli fyri atferðartruplar næmingar í Danmark. Mikukvøldið hugleiðir hann um trupla næmingin og støðu teirra. Hann greiðir frá sínum royndum og frá tilboðnum, ið hansara skúli bjóðar í Danmark. Eisini sigur Ingvald á Kamarinum frá, hvat hann metir kann gerast í Føroyum, fyri at bøta um støðuna. Kunnandi fundur við Ingvald á Kamarinum Mikukvøldið kl. 20.00 Ingvald á Kamarinum Stjóri á Fjordskolen Meginskrivstovan, Postsmoga 3037, 110 Tórshavn, Tel 30 40 20, Faks 30 40 10, meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænas- tan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Søkt verður eftir økisterapeuti at byrja 1. juli 2007 ella skjótast tilber at arbeiða fulla tíð. Økisterapi er nýtt tilboð innan Heima tænastuna í Eysturoynni. Økisterapiin skal skipast og mennast í tøttum samstarvi við økisleiðsluna, aðrar starvsbólkar og samstarvsfelagar, sum hava týdning fyri einastaka brúkaran. Arbeiðið hjá økisterapeutinum verður at veita tænastur til fólk við tørvi á uppvenjing og viðlíkahaldi av førleika. Tænastan verður veitt fólki yvir 18 ár, ið búgva heima ella á eldrasambýli. Vit bjóða: • Eitt nýtt starv við møguleika fyri at skipa og menna starvsinnihaldið • Eitt mennandi umhvørvi við møguleika fyri førleikamenning Setanarviðurskifti: Økisterapeuturin verður løntur sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið er Nærverkið við fyribils tænastustaði í Heimatænastuni øki 3, sum fevnir um allar kommunur í Eysturoynni uttan Eiðis- og Sunda kommunur. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Ásu Hanusson, økisleiðara, tlf. 44 92 49. Umsókn: Send eina umsókn við avriti av prógvi og C.V. til: Heimatænastan í Eysturoy Postsmoga 47 Heilsumiðstøðin FO-610 Saltangará Umsóknarfreist: Týsdagin 29. mai 2007 Økisterapeutur til Heimatænastuna í Eysturoy Starvslýsing Les meira á www.naerverk.fo / leys størv Heimatænastan lýsingar