Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mai 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 93 - 16. mai 2007 - Tað er neyðugt at fólk sleppa at byggja her, soleiðis at bygdin kann mennast enn meiri, sigur 67 ára gamli Martin Nielsen í Vatnsoyrum. Líkt er til, at okkurt fer at henda á hesum øki: Í næstum verður væntandi farið undir útstykking fyri fleiri grundøkjum í bygdini Bygdamenning Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Vatnsoyrar: Tað er vindur og kalt uttandura, og eitt grovt kavaæl er júst farið framvið. Hetta er ein vanligur dag­ ur í apríl mánaði, og Sosial­ urin eru á vitjan í Vágum. Skilligt er, at fá fólk hætta sær út eina slíka løtu. Men tað er kortini ein maður, sum er farin út fyri dyr henda dagin ­ tann nú 67 ára gamli Martin Nielsen úr Vatnsoyrum. Hann er góður við kríatúr­ ini, og hóast hitastigini eru stutt omanfyri frostmarkið, so mugu hesi ikki gloym­ ast. – Nei, tað verður helst nakað enn, áðrenn summar­ ið kemur, sigur hann við einum brosi. Við okkum í bili okkara – Snodda – hava vit ein ann­ an mann, nevniliga Napoli­ on Magnussen úr Miðvági. Felags fyri teir báðar er, at tann fyrrnevndi hevur verið borgarstjóri í Miðvágs kommunu, sum eisini fevnir um Vatnsoyrar. Í løtuni er tann seinni borgarstjóri í kommununi. Harmilig gongd Hóast tað er kalt í veðrinum, verður steðgað á til eitt lítið prát. Teir báðir munnu hava okkurt felags at tosa saman um. Vit standa beint framman­ fyri fyrstu húsini í bygdini, sum vórðu bygd so langt afturi sum í 1921. Og á hes­ um søguliga staði, skifta teir báðir orð um gamlar dagar, dagin í dag og fram­ tíðina hjá hesi bygdini. Vatnsoyrar er einasta før­ oyska bygdin, sum ikki hev­ ur atgongd til havið. Sam­ stundis liggur størsta vatnið beint við bygdina ­ Sørvágs­ vatn. Millum hvøssu kavaælini henda dagin í apríl mánaði, kann Martin skoða rundan um seg í bygdini ­ og hann kann staðfesta bæði lív og naggatódn í heimbygdini. Í bygdini liggur eitt stóra virkið H­dygd, sum fram­ leiðir bæði vindeygu og hurðar til føroyska marknað­ in. Samstundis við hesa menningina, kann Martin kortini stutt staðfesta: – Her er einki hús bygt síðani fyrst í 80’unum. Og tað er sera harmiligt, haldi eg, sigur hann við Napoli­ on. Búseta seg aðrastaðni Tørvur hevur verið á grund­ økjum, men tað hevur altso ikki eydnast kommununi at útvega fólki øki her í bygd­ ini. – At ein kommuna kann útvega fólki grundøki, be­ týðir ómetaliga nógv fyri eina bygd sum okkara. – Tí mugu vit bara stað­ festa, at fólk hava búsett seg aðrastaðni, hóast tey so inniliga høvdu viljað bygt her í Vatnsoyrum, sigur fyrr­ verandi borgarstjórin ikki sørt harmur á málinum. Millum hesi teljast tveir synir hansara, sum eftir øll­ um at døma høvdu viljað bygt her. Fólkatalið í bygdini hevur helst eisini verið merkt av hesum tørvinum: Í 1985 ­ stutt eftir at seinastu húsini vórðu bygd ­ búðu 62 fólk í bygdini og í 2003 bert 39. Hin 1. februar í ár talið tó komið uppá 54. Hinvegin so verður fólka­ talið í bygdini fleirfaldað, tá legur og onnur tiltøk verða hildin í leguhúsinum Zarepta, sum Brøðrasam­ koman bygdi í 1967. Lív í Napolion greiðir frá nøkr­ um av teimum ætlanunum, sum kommunan er í holt við í løtuni. Her er talan um ætlanir, sum eisini fevna um bygd­ ina, vit eru staddir í, m.a. við kloakk og vatngóðsku. Fleiri viðurskifti eru fing­ in uppá pláss, meðan onnur Tolir ikki verkfall Teir seinastu dagarnar hava samráðingar verið millum flogfelagið Sterling og flogskiparafelagið um nýggjan sáttmála, og semjast partarnir ikki, fara flogskipararnir í verkfall hósmorgunin. Sambært fjølmiðlunum er langt ímillum partarnar. Børsen skrivar í dag, at Sterling er so hart spent fíggjarliga, at felagið tolir ikki eitt verkfall. Sambært blaðnum skal leiðslan hava sagt, at varir eitt verkfall longri enn tveir dagar, fer felagið á húsagang. Lív má koma aft Borgarstjórar í Miðvágs kommunu hittast - vinstrumegin ein fyrrverandi, Martin Nielsen og høgrumegin tann núverandi, Napolion Magnussen. - Ansa eftir tí fíggjarliga partinum, sigur Martin Nielsen Mynd: Jens Kr. Vang ” Her er einki hús bygt síðani fyrst í 80’unum. Og tað er sera harmiligt, haldi eg myndir Jens Kr. Vang Orð Snorri Brend Vatnsoyrar