mikudagur 16. mai 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 93 - 16. mai 2007
13
viðmerkingar
Ein 2007.. og 100 ár fram?-
vegur er vilstur og farin
heilt av kós oman fyri Vill-
ingadalsvegin í Havn.
Gaman í er hendan líðin,
hann er vilstur í, einasta
stað her um leiðir, har huldu-
fólk og vættrar enn trívast í
urðum og klettum, men -
hava vit ikki eisini valt inn í
býráðið í høvuðstaðnum
fólk, sum duga at snara 112
á fartelefonini og fáa bjarg-
að hesum ólukkuliga vegi
úr aftur hulduheyggi??
Trafikkaos í Vágoynni
varð spátt, tá Vágatunnilin
lat upp, og somuleiðis bæði
í Leirvík og Klaksvík, tá
næsta stóra framstig var
gjørt á hesum øki; men sum
”altíð var Havnin best!”:
Langt áðrenn farandi varð
ígjøgnum Kollfjarða/Kald-
baksbotnar-holið, kom fjált-
ur á Býráðið í Havn, tí bilar
plagdu jú altíð at koma
oman í býin oman av Oyggj-
arvegnum!!!?
Mikkjal fekk frá Tórs-
havnar Býráð at vita, at
rundkoyring, har Hoyvíks-
vegurin kemur í Ringvegin,
kundi bøtt munandi um
væntaða stóra ruðuleikan,
men vit máttu so sanniliga
eisini fáa fatur í aftur Oyggj-
arvegnum sum skjótast.
Øll vistu tá, at Oyggjar-
vegurin byrjaði undir Kráku-
gjógv!, og okkara størsti
kapasitetur á økinum varð
settur á uppgávuna at binda
nýggja innkomuvegin, sum
var komin til Havnina, í aft-
ur
Oyggjarvegin
undir
Krákugjógv, so ein partur
av tí øðiligu flóðaldu av bil-
um norðani frá aftur kundi
koma oman í Havnina oman
av okkara higartil í ferðslu-
høpi
størstta
stoltleika:
OYGGJARVEGNUM.
Heini Olsen setti nakrar
vakrar linjur á kortið, so ein
partur av bilunum, ið komu
úr
Kaldbaksbotni,
aftur
kundi nærkast høvuðstað-
num við góðum útsyni
oman frá Wenzel Petersen.
Ongan havi eg sæð set fing-
ur á arbeiði, sum Heini hev-
ur lagt úr hondum, og fyrst
nú byrjar tað tragisk/kom-
iska:
”Lívið er í bylgjum, – tá
tað gongur uppeftir, halda
vit at alt er ”normalt”, og tá
tað gongur niður aftur,
halda vit verðins enda vera
nær” segði Edvard Mitens á
sinni. Bakkkøst komu, veg-
urin varð gloymdur, og
politikarar tú tá tosaði við
hildu fyri: ”nei góði hasum
vegnum verður einki av í
okkara tíð”!
Nú er aftur góður byrður
”på syklestien” sum Jacob
Haugaard segði, og svøvn-
tungi vegurin er raknaður
við aftur. Hesi 25 árini hann
hevur sovið, er hann tó vaks-
in frá einum ”trivaligum
reyðmaðki”, ið skuldi beina
nakrar bilar av Kaldbaks-
vegnum yvir aftur á Oyggj-
arvegin, til ein ”miðgarðs-
orm”, ið við fúkandi ferð
skal orka at slúka alt sum
undirsjóartunlar, Suðuroy/
Sandoyferja
og
nýggjur
flogvøllur ætlandi fara at
spýta úr sær av ferðslu
næstu árini.
Sum snarljós av himni
boðaði Landsverk hin 14/05
okkum, sum hava havt marr-
una av hesum nú evnaliga,
men vilsta ormi alla hesa
tíð, til kunnandi fund um
vegagerð, sum teimum var
álagt at ”fara undir í næst-
um”. Vegaføring varð víst
við framkomnari tøkni, har
alt sá ”imponerandi” og
stórsligið út.
Vit fóru tó av fundi við tí
fatan, at framløgan var ikki
um eitt ”projekt”, ið teir
vóru ovurfegnir og ernir av
at fara í holt við, men heldur
eitt skump til okkara fólka-
valdu, at fáa teir eisini at
raknan við, og geva ”mið-
garðsorminum” eina betri
og rúmsáttari legu.
(PS: Heini kann tó vera
errin av, at eingin enn veru-
liga hevur torað at pilka
nevnivert við nú 25 ára
gamla ”reyðmaðkin”).
Vilstur vegur!
AndriAs
reinert
Fríggjadagin 18. og
leygardagin 19. mai
verður landsdansi
stevnan í
Suðuroynni
føroyskur
dansur
Tíðindaskriv
Byrjað verður fríggja-
kvøldið kl. 20.00 í Framtíð-
ini í Vági, har Sláið Ring
– landsfelag føroyskum
dansi at frama, skipar fyri
mentanarligum tiltaki.
Fyrst fara børn og kvinnur
úr Sumba fara at kvøða
eina vísu og aftaná verða
tað børn úr 8. flokki við
Vágs Skúla, sum kvøða
Huldugentuna. Síðani
verða tríggir fyrilestrar og
hugleiðingar. Eli Poulsen
úr Sumba fer at hugleiða
um dansin, og hvat hann
hevur fingið og fær burt-
ur úr honum, síðani sig-
ur Poul Arni Holm av
Tvøroyri, fyrverandi
sangari í orkestrinum
Týr, nakað um føroyska
dansin og hvussu hann
kann kveikja í tónleikin.
Seinasta fyrilesturin held-
ur Andrea Opielka úr
Bochum í Týsklandi. Hon
skrivar doktararitgerð
um føroyskan dans, við
serligum atliti til dansi-
spøl, og fer hon at draga
fram ymiskt úr øllum tí
rúgvismika tilfari, hon
hevur samlað. Saman við
fyrilestrinum verða eisini
dansað nøkur dansispøl.
Kvøldið endar við, at vit
fara upp á gólv og dansa
til midnátt.
Leygardagin 19. kl.
18.00 verður sjálv lands-
dansistevnan sett við
ítróttarhøllina í Trongis-
vági. Tað verður Bjarni
Vestergaard, fyrverandi for-
maður í Sláið Ring, ið setir
stevnuna. Aftaná fer Ketty
Andreasen, formaður í
Tvøroyrar Dansifelag,
sum umboðar tey fýra
dansifeløgini í oynni,
Sumbiar
Dansifelag,
Jómsvíkingar, Tvøroyrar
Dansifelag og Suðuroyar
Norðara Dansifelag, at
bjóða vælkomin.
Borðhaldið byrjar kl.
19.00 og eftir borðhaldið
verður farið upp á gólv.
Nólsoy: Í samband við, at
nýggi dagstovnurin Látrið
í Nólsoy alment verður tik-
in í nýtslu, verður móttøka
í dagstovninum fríggjadag-
in 18. mai kl. 17.00
Undir móttøkuni fer
Heðin Mortensen, borgar-
stjóri, at bjóða vælkomin,
og Hildur Eyðunsdóttir,
formaður í Mentamála-
deildini hjá Tórshavnar
kommunu, fer at halda
røðu.
Eisini fer kendi nólsoy-
ingurin Kim Hansen at
syngja undir hátíðarhaldi-
num.
Móttøkan er almenn,
sigur Tórshavnar Býráð í
tíðindaskrivi.
vitjan
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Seinasta vikuskiftið var ein
bólkur úr Føroyum á vitjan
á oynni Skye vestantil í Skot-
landi.
Henda vitjan var ein partur
av royndunum at fáa skapað
samband millum oyggjasam-
feløgini bæði. Serstakliga
var vitjanin ætlað sum ein
kunning um arbeiðið, sum
verður gjørt á Isle of Skye at
varðveita og menna geliska
málið, sum er tað upprunaliga
málið í hesum partinum av
Skotlandi. Fremsti talsmað-
urin fyri hesum royndum er
Sir Iain Noble, sum er mað-
urin aftan fyri geliska lærda
háskúlan á Skye. Hann er
sannførdur um, at orsøkin til,
at tað hevur gingist so væl í
Føroyum er, at føroyingar
hava sítt egna mál og egnan
samleika, og hetta er eisini
loysnin fyri skotar.
Sosialurin var við á ferð-
ini, og fara vit fram at hava
áhugaverdar frásagnir frá
ferðini, eins og tað verð-
ur greitt frá hesum lítla
oyggjasamfelag, sum vit
hava heilt fitt til felags við.
Hetta er ikki minst aktuelt
nú vit, umframt flogrutuna
til Skotlands, eisini sleppa
hagar við Norrønu, og tá
verður lætt at koma til pláss
sum Isle of Skye við bili.
Tað er nevniliga brúgv yvir
á oynna.
Vit fingu á ferðini vátt-
an fyri, at tað eisini á Isle
of Skye er áhugi fyri Før-
oyum. Mánadagin kemur
tíðindamaðurin Cailean
Machean til Føroyar í sam-
band við, at hann ætlar at
gera sjónvarpssendingar úr
Føroyum á geliskum, sum
síðan skulu sendast í BBC.
Cailean ætlar at lýsa so
stóran part av føroyska sam-
felagnum sum gjørligt, og
hevur hann ikki minst áhuga
fyri føroyska dansinum. Hes-
um fekk hann nú eisini ein
fyrsta honds kunnleika til á
døgurðanum, sum varð hild-
in leygarkvøldið, tá vístur
var føroyskur dansur.
Cailian fer avstað aftur
fríggjadagin í komandi viku.
Væntandi koma tiltøk sum
hesi at økja um kunnleikan
til hesi samfeløg hvør hjá
øðrum. Hetta fer uttan iva
eisini at eggja til meira sam-
skifti og samstarv.
Tíðindamaðurin Cailean
Machean fer at gera
sjónvarpssendingar úr
Føroyum á geliskum.
Taka barnagarðin í nýtslu
Tíðindamannavitjan frá Isle of Skye
Merkið veitrar á Isle of Sky
til heiðurs fyri føroysku
gestirnar.
Landsdansistevna
í Suðuroynni