Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mai 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 93 - 16. mai 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Í sambandi við eina framsýn­ ing sum verður á ólavsøku í ár í gamla realskúlanum í Havn, søknast vit eftir nøkr­ um nøvnum, ið mangla til hesa myndina. Myndin er av børnum í ymiskum flokkum í millum­ og realskúlanum á eini útferð í Lamba miðskeiðis í 30­ unum. Tummas Nygård og Ric­hard Long eru við sum lærarar og Óla Svend Svend­ sen er við sum ferðaleiðari. Kanska hevur útferðin verið í samband við søguna um hand­ ilsskipið “Norske Løve”, sum fórst í Lambavík í 1707. Vit kenna nakrar av næming­ unum, teir eru: nr. 2 Jóannes Jac­obsen, nr. 5 Bent Restorff, nr. 9 Edgar Arge, nr. 11 Esth­ er Lützen (g. Djurhuus), nr.12 Marianna Simonsen (g. Thomsen), nr. 13. Johan Weihe, nr. 14, Knút Lützen, nr. 15 Hákun Jac­obsen, nr. 17 Rósing Rasmussen, nr. 18 Hanna Mic­helsen (Pitte) (býr í Danmark), nr. 19 Inger Højgaard (býr í Danmark), nr. 20 Gunnar Waagstein, nr. 22 Tummas Nygård (lærari), nr. 23 Ric­hard Long (lærari), nr. 24 Óla Svend Svendsen (ferðaleiðari), nr. 25 Svend Nielsen nr. 30 Godtfred Dam, og nr. 31 Jógvan á Lag. Vit søknast eftir nøvnunum á nr. 1, 3, 4, 6, 7, 8, 10, 16, 21, 26, 27, 28, og 29. Tey, sum kennast við hesar næmingar ella vita meira í sambandi við hesa myndina, vera vinarliga biðin um at seta seg í samband við Jórunn Dánialsdóttir, tel. 316024 ella 226024. Annars leitar Jórunn Dáni­ alsdóttir eftir myndum av lærarum og mæmingum í “Færøernes Mellem­ og Real­ skole” í tíðarskeiðnum 1916 til 1966. Jórunn heitir á tey, sum eiga myndir frá hesum tíðarskeiði, um at siga sær frá. Adressan er Sílagøta 3, FO­100 Tórshavn. Myndirnar kunnu eisini latast inn ”navn­ merktar” í Wrangler Shop í N. Finsensgøtu 23 (tel. 314710). Færøernes Mellem- og Realskole: Útferð til Lamba í 30-unum