Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-16, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mai 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Nr. 93 - 16. mai 2007 SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 bilar Á bilaframsýningini í ítróttarhøllini í Runavík, sum svimjifelagið “Flot” skipaði fyri í vikuskiftinum, kundu tey vitjandi atkvøða um tann flottasta bilin á framsýningini. Bilurin sum vann var ein Lexus IS 250 á básinum hjá Reyni Service. Í hesum sambandi fingu teir eitt steyp til ognar. Bilarnir sum vórðu umrøddur í útvarps­ sendingini “Bylgjan” í Kringvarpi Føroya mikudagin 16. mai vóru Seat Leon og Land Rover Free­ lander II Bilar Í útvarpssendingini “Bylgj­ an” mikudagin í Kringvarpi Føroya vórðu tveir bilar um­ røddir: Seat Leon 2.0 FSI og Land Rover Freelander II. Seat Leon, ið varð kosin ársins bilur í Danmark 2006, er ein sportligur hatchback við 5 hurðum. Bilurin hevur stramman undirvogn og er gjørdur til at kunna koyra langt oman fyri 200 km/t við koyriegin­ leikunum í topp. Seat er sportliga bilmerk­ ið hjá VW­konsernini, eins og Alfa Romeo hjá Fiat­ konsernini. Bilurin, ið varð royndar­ koyrdur, var ein Seat Leon 2,0 FSI við 150 hk og koyrir frá 0­100 km/t upp á 8,8 sek. Bilurin kostar kr. 252.000. Leon fæst annars eisini við 1,9 og 2,0 litra diesel­ motori (TDI) við ávikavist 105 og 140 hk. Bíligasti Seat Leon 1,6 kostar kr. 205.000 hjá Bilasøluni í Hoyvík. Land Rover Freelander II er onnur generatión av Free­ lander, sum fyrstu ferð kom á marknaðin í 1998. Bilurin er ein sonevndur SUV (Sport Utility Vehicle) og hevur verið ein tann mest seldi í sínum klassa í Evropa. Hesin nýggi er størri og rúmligari enn for­ gangarin. Bilurin, ið varð royndar­ koyrdur, var ein Freelander II við 2,2 litur 4 syl. diesel­ motori og 160 hk og koyrir frá 0­100 upp á 8,4 sek. Bil­ urin kostar kr. 532.000. Ein flottur og sera væl útgjørdur bilur. Bíligasti Freelander II 2,2 diesel kostar kr. 459.000 hjá Berg Motors. Tað var útvarpsmaðurin Kári Sólstein, sum legði bil­ prátið til rættis. Hann tosaði við Sofus Hansen, bilfjepp­ ara, og Óla Jákup Rólants­ son og Magnus Gunnarsson, frá bilredaktiónunum á ávikavist Vikublaðnum og Sosialinum. mg. Bilarnir í »Kringvarpsgarasjuni«: Seat Leon og Land Rover Freelander II Bilarnir, ið vórðu umrøddir í útvarpssendingini “Bylgjan” mikudagin í Kringvarpi Føroya, vóru Land Rover Freelander II og Seat Leon 2.0 FSI Seat Leon 2.0 FSI innan Land Rover Freelander II innan Lexus IS 250 var tann flottasti Ellisakfar til sølu Volvo 144 sedan, árg. 1971. Bilurin varð høvuðs­ umvældur í 1994 og er í góðum standi. Bert tveir eigarar, einans koyrt 85.000 km. Tel. 282805 Olivar Danielsen, sølumaður hjá Reyni Service, við steypinum og Lexus IS 250 Mynd: Jens Kristian Vang