Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-16, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mai 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 93 - 16. mai 2007 Í vikuskiftinum vóru tvær stórar bilaframsýningar í Runavík og í Klaksvík, har bila­ sølurnar sýndu fram nýggjastu bilarnar á før­ oyska marknað­i­ num Framsýning Myndir: Álvur Haraldsen Hetta er tíðin, tá bilaframsýningar eru kring landið. Í viku­ skiftinum vóru tvær bilaframsýningar, ein í ítróttarhøllini í Runavík, sum svimjifelagið “Flot” skipaði fyri, og ein í KÍ­høllini í Klaksvík, sum felagið “Teiti” skipaði fyri. Í KÍ­høllini vóru hesar bilasølurnar umboðaðar: Ivan Johansen Bilar, Berg Motors, Reyni Service og Norðbil/ Nordcar. Í Runavík vóru hesar bilasølurnar: Reyni Service, Auto Service, VR Bilar, Wenzel, Berg Motors og Norðbil/Nordcar. Við tað at nógvar av bilasølunum selja fleiri bilmerkir, vóru yvir 20 ymisk bilmerkir umboðað á báðum bilaframsýningunum. Framsýningarnar vóru væl vitjaðar, og stórur áhugi var fyri nógvum av teimum nýggju bilmodellunum, sum eru komin á marknaðin í vár. Vit hava her myndir frá báðum framsýningu­ num. mg Bilaframsýningar vi bilar