Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-16, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mai 2007síða 35

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 93 • 16. mai 2007a MIÐvIkaN 35 heldur avskriva Sámal Petur sum pápa. Soleiðis hugsaði eg sum smádrongur um at útvega mær ein pápa. Eg saknaði pápa sárt, inntil eg sjálvur fór at arbeiða millum menn. Tað var eitt sum mamma onkuntíð segði við meg, tá eg skikkaði mær illa: »Minst til, tú ert elstur, og sum tú gert fara beiggjar tínir at gera.« Tað dámdi mær ongantíð at hoyra. Ein hending av fleiri líknandi er um, tá ið Jakku, Hans David, Josva og eg vóru á Lambavík og dyrgdu. Vit komu seint heim, høvdu fingið nógvan seið og kruvdu um náttina. Eg var níggju ár, fyrstu ferð eg slapp við. Ella tá Jakku mammubeiggi smíðaði mær orv og líggja, eisini tá eg var níggju ára gamal. Hann kom við mær í bøin, lærdi meg at halda orvinum og at brýna líggjan. Ella tá eg slapp at velta við Óla Jákup, mammubeiggja, og dreingjunum hjá honum. Tá føldi eg meg sum mann. Gudsóttin Eg skal eisini kom inn á tað, sum hevði størstan týdning fyri hesar einkjur, og tað var teirra gudsótti. Allar einkjurnar her í bygdini og teirra menn hoyrdu til (brøðra)samkomuna í Elim. Flestu teirra vóru eisini í ætt. Teir tríggir brøðurnir í Niðaragerði vóru systkinabørn við Sámal í Klova og Tummas á Lygnesi. Oluffa, gift við Sámal, og Gusta, gift við Per, pápa, vóru systrar. Jørgina, kona Óla Poulsen var systirdóttir teirra. Mamma hennara var gift við Jákup Hendrik, sum var pápi Helenu og Konstansu. Lena var kona Sámal skiparan. Georg, maður Konstansu, var aftur systkinabarn Oluffu, Gustu og Sannu. Karolina, einkjan eftir Dídrik á Gjaranesi var systir Sámal í Klova og var sostatt systkinabarn brøðurnar í Niðaragerði og Tummas á Lygnesi. Somuleiðis í Byrginum. Søren, pápi teir tríggjar sum fórust við Immanuel, og kona Jóan Karl á Lambareiði vóru systkinabørn. Hon var mamma Jørgen. Gott samanhald Tað var sagt, at ”baptistarnir” vóru so góðir við síni og hildu so væl saman. Tað vóru eisini so nógv prógv fyri hesum. Men tað vóru eisini so mong onnur sum hjálptu. Lea systir, hon er hálvfjórða ár eldri enn eg, minnst at Ludvig Poulsen, ein leiðandi bróður í Ebenezer og handilsmaður í Havn, vitjaði mamma. Hann er neyvan komin tómhentur. Tað sama greiddi Mia, einkja eftir Sofus Solmunde, frá. Somuleiðis komu Jóan Karl á Skála, Victor og Rikka Danielsen og Per og Poulina uppi í Toft fyri at nevna nøkur dømi. Havi fyrr nevnt posarnar við saltmati, sum kundu liggja á trappuni, tá vit komu upp. Onkur maður afturkomin av skipi hevði lagt hann. Havi fyrr nevnt onnur dømi um hjálpsemi. Eg havi seinni fingið at vita, at handilsmaðurin í bygdini drálaði ikki við at strika skuld, tá tað stóð á hjá fólki í trongstøðu. Systrarnar sungu saman Systrarnar, sum mest hildu saman, vóru Luffamostir og mamma. Tær høvdu báðar mist mannin. Eg minnist ikki, hvat tær tosaðu um, men eg minnist, hvat tær plagdu at syngja. Serliga mamma hevði eitt gott mál. Ein av sangunum var: »Rann aldri grátur kinnum á, var rósan tornafrí, hvør lætt, hvør lætt vit gloymdu tá várt heim Guds ríki í«. Sangurin hevur fýra ørindi og millum hvørt versið kundi hon hava onkra viðmerking. So var við øllum hon sang. Ein annar var: »Inn í gyltan sal millum einglatal, skjótt tey frelstu ganga inn. Gloymd er sorg og sút, krúnur býtast út, tá tey frelstu ganga inn.« Hetta var teirra troyst, at tað var nakað betri í væntu, tá øll skulu møtast aftur og gloymd er sorg og sút. Triði sangurin eg skal nema við er: »Á heimland, á heimland! Ei einslig hjørtu har, ei ótti og ei angist, ei grátur er í tær, sum lítla barnið grætur at vera móður hjá, so lengist mínum hjarta á heimland teg at sjá, Á heimland! So tunt hitt tjaldið er, títt ljósa summar skilir frá hesi køldu verð.« Spell ikki at minnast viðmerk­ ingarnar, hon hevði til hvørt versið, hon hevði sungið, men tað er farið í gloymskuna. So er brot úr sangi eg minnist, og sum mangan var havt á munni. »Á sælur tá hann, sum tá alt annað svann, átti Jesus og trúi á hann!« Her nýtist eingin viðmerking. Hjá teimum var eingin ivi um, at leiðin bar heim. Og á teirri leiðini var einki skipbrot. Beinleiðis eftirkomarar eftir teir, ið fóru, eru við at doyggja út. Teir yngstu eru Per, bróðir mín, Sámal hjá Helenu og Óluva hjá Jørginu. Hesi vóru ikki fødd, tá páparnir fórust og hava mammurnar tískil gingið við teimum, tá vanlukkan hendi. Tey fylla øll 75 ár í ár og eru øll uppkallað eftir pápunum. Hetjur til mammur og pápar Tað hevði uttan iva mangt verið øðrvísi, um páparnir hjá okkum høvdu livað, men eg tori at siga, at vit hava øll átt hetjur til mammur. Og tíbetur, sorg arvast ikki. Vit minnast teir, ið fóru, við hávirðing. Teir vistu betur enn nakar annar, hvussu veikt og lítið farið var, sum teir fóru við. Kortini fóru teir, tí tað galt teirra kæru, sum heima vóru. Okkara tankar eru eisini hjá teimum, sum sita eftir teir, sum fórust við Lauru. Vit drýpa høvur og minnast teir ið fórust, og vit takka fyri, at vit áttu slíkar hetjur til fedrar. Má tann góði Gud signa øll, sum komu higar í dag, eins og tey, har tað ikki lá fyri at koma. Harðar vóru lagnurnar Nógv av teimum sum mistu við Immanuel vóru eisini rakt á annan hátt. Dávur Jacobsen hevur greitt frá lagnuni hjá ommu hansara. Her skulu nevnast onnur dømi um tað sama. Margretha og Sørin mistu ein son sum 18 ára gamlan. Tann elsti sonurin, Jóhannes, doyði 30 ára gamal eftir at hava havt spansku sjúku. Eftir hann sótu kona og trý børn. Tað elsta var fimm ár. Tríggjar synir mistu tey við Immanuel, og tann sonurin sum livdi eftir, Hans Marius misti 29 ára gomlu konuna frá fimm børnum, og oman á hetta misti dóttirin Hansina mannin, Sámal Erik Djurhuus, og hon sat eftir við 12 børnum. Ein av monnunum við Immanuel var 19 ára gamli Hans Andreas Hammer, sonur Katrinu, av Kinn í Lamba og Marius, ættaður úr Elduvík. Sonja við dóttur síni Óluvu. Í greinini er søgan um hvussu Sonja kom at eita Sonja Maria Jacobsen vaks upp hjá Luffu og Sámal, sum var við Immanuel. Hon kennir til, hvussu tað var, tá forsyrgjarin fór Dávur Jacobsen kundi eisini greiða frá, hvussu tað var tá pápin knappliga var burtur Sámal Petur í Grund hevur framløgu. Hann er abbasonur tann Sámal Petur, sum Dávur kundi hugsað sær sum pápa! ➙