Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-16, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mai 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 93 • 16. mai 2007 MIÐvIkaN 36 Tey mistu aftur ein son Jens Christian við Tór 2 í 1942, tá hann var torpederaður av týskum kavbáti. Her fara vit at endurtaka frásøgnina sum Malmberg Simonsen, ið var ein av teimum trimum, sum yvirlivdu, um seinastu løtuna hjá Jens Christian: »Tá kom hann, sum hevði útkikk á stýrhústakinum niður í lugarið. Hetta var Jens Christian Hammer í Søldarfirði. Hann tók ta føroysku heimamissiónssangbókina og blaðaði upp og fór at syngja: »Jesus navnið aldri bliknar, slítist ei av tíðartonn.« Hann sang hann at enda, og tá hann lat bókina aftur – eg síggi hann fyri mær enn, hóast tað eru meira enn 60 ár síðani – og hann legði bókina inn aftur á hillina – tá brast!« Frammanundan høvdu tey mist sonin Adrian, einans fimm ára gamlan, og í 1946 doyði Kristoffur av tuberklum, bert 22 ára gamal. Helena, kona skiparan Sámal, misti mannin og tveir svágrar. Napoleon beiggi hennara flutti síðan inn at búgva. Helena segði, at hann var so góður og stillførur. Men í 1934 sló hann út av havnarskipinum Marité, bert 22 ára gamal. Tá reiv sorgin upp aftur, ikki minst tá klæðini kom heim um heystið. Seinni fekk Helena ein son í seinni giftu, og hon kallaði beiggjan upp. Og so merkiligt var tað, at hann doyði eisini í góðum árum. Seks av teimum níggju einkju­ num giftust aftur, og tær blivu allar einkjur aftur. Bíðingin Tað ringasta í støðu sum hesi var bíðingin í óvissu. Skipini vóru væntað heim eina ávísa tíð. At tað gingu nakrir dagar og kanska vikur út yvir tíðina var ikki so løgið. Tað kundi altíð var ein orsøk fyri seinking, sum t.d. veður. Evald Samuelsen greiddi frá í sambandi við 50 ára minningarhaldið, at hildið var at ein orsøk til seinkanina hjá Immanuel kundi vera, at seglini vóru skrædnað, og at teir nú lógu og bøttu tey aftur. Ella kanska var motorurin í ólagi! Sum frá leið máttu hugsast aðrar frágreiðingar, sum vóru meira og meira veruleikafjarar. Tað ringasta var, tá tað í onkrum førum fóru at ganga leysatíðindi um, at skipini vóru sædd og einki var í hesum. So hendi eisini tað, sum vit greiddu frá í fyrru Miðvikuni um hetta evni, at skip kom inn eftir fjørðinum, sum í fyrsta umfari var hildið at vera eitt av saknaðu skipunum. Tá tað vísti seg at vera heilt onnur skip, vendi vónin til svartasta vónloysi. Í bókini hjá Erlingi Poulsen um Lauru og Immanuel hetta evni verður greitt frá, at ein dóttir Lisu Mariu og Jóan Karl á Lambareiði plagdi nærum hvønn dag at verða send saman við eini systir til Søldarfjarðar at vita, um tey einki høvdu frætt frá Immanuel. Ein dagin, tær høvdu verið í Søldarfirði, skiltu tær, at nú væntaðu tey ikki longur, og at øll vón var úti. Hendan dóttirin hevur greitt frá, at tær vóru so ringar, og tær høvdu ikki mót at fortelja mammuni, hvussu vorðið var, so tær settust uttan fyri húsini at gráta, tá tær komu aftur. Tær høvdu mist pápa og beiggja. Eivind Niclassen greiddi frá á 50 ára minningarhaldinum, at hann var 14 ár, tá vanlukkan hendi. Hann mintist eisini ta nívandi sorg, ið legðist á foreldur hansara, tí dóttir teirra Lena var gift við einum teirra, sum var við Immanuel. Eitt kvøldið segði pápi Eivind við mammuna, at í morgin fari eg til Søldarfjarðar eftir Lenu. Nei, segði mamman, bíða eitt sindur, kanska fara teir at koma. Men tað var skjótt eftir hetta, at tað gjørdist greitt, at her var eingin vón, og tá fór pápin eftir Lenu, og hon kom við honum til Sørvágs. Maður hennara var Sámal Petur Solmunde, og tey áttu trý børn. Hon giftist uppaftur við Hans Marius Solmunde, beiggja Sámal Petur, sum hevði mist konuna frá fimm børnum. Nógvar aðrar líknandi vanlukkur Nú hava vit gjørt nokk so nógv burtur úr at lýsa vanlukkuna við Immanuel. Men tað vóru nógvar aðrar líknandi vanlukkur. Nakrar vóru lýstar í røðini um Dinnufíu, aðrar hava verið lýstar í FF­blaðnum og aðra staðni. Hjá øllum sum vóru rakt var støðan eins vánalig. Bert sum dømi kann nevnast, at longu í 1934 fórust aftur tvey skip í einum illveðri. Tað vóru Nólsoy og Neptun við 43 monnum. Tá vóru bygdirnar Hósvík og Mykines uppá seg sera hart raktar. Vit kunnu enda við at siga, at okkara frásøgnir um Immanuel er eins væl skrivaðar til minnis um allar teir, sum eru farnir og um tey, sum sótu eftir. Elmar er beiggi Dáva. Hann var eitt álit í heiminum Sámal og Eiler Jacobsen eru synir Sámal, sum var skipari á Immanuel. Teir gjørdust av bestu skiparum, vit hava havt Hetta modellið av Immanuel stendur í skúlanum í Søldarfirði. Charles Johansen hevur gjørt tað Rætting til myndatekst Tað er komin skeivleiki í mynda­ tekstin í seinasta blað. Hann skal ljóða so: Hetta er Katrina á Rætt, mamma Dinnufíu. Tummas í Sjúrðarstovu átti kistuna. Hann var forlovaður og komin til giftingar. Hann skuldi byggja, og viðurin var komin til húsini, og hann lá í Gjáarkelduni miðskeiðis uppi í Gjónni. Tá kom knappligt brim, og viðurin flotnaði út. Tann, sum ongantíð bygdi og giftist, var Tummas. Omma Dinnufíu, Birita, sum var ættað úr Sjúrðarstovu, fekk kistuna, og kistan er í hennara ætt enn.