mikudagur 16. mai 2007síða 43
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
43
Nr. 93 - 16. mai 2007
Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo
Pedagogar og hjálparfólk til Dagstovnin við Botnánna
Søkt verður eftir pedagogi og hjálparfólki at arbeiða ávíkavist 30 og 25 tímar um vikuna í
frítíðarskúlanum at byrja 9. august 2007 ella eftir nærri avtalu.
Søkt verður eisini eftir pedagogi at arbeiða 35 tímar um vikuna í barnagarðinum at byrja 6. august
2007 ella eftir nærri avtalu.
Setanarviðurskifti: Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF.
Umsóknir saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Dagstovninum við
Botnánna, Botnavegur, 410 Kollafjørður í hendi seinast hósdagin 31. mai 2007.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Siv Joensen, stovnsleiðara, tlf. 421323.
Pedagogar og sjúkraavloysari til Dagstovnin á Hamrinum
Søkt verður eftir tveimum pedagogum – til ávikavist barnagarð og vøggustovu – at arbeiða 30 tímar
um vikuna at byrja 6. august 2007 ella eftir nærri avtalu.
Søkt verður eisini eftir einum sjúkraavloysara at arbeiða, tá ið tørvur er á tí at byrja skjótast gjørligt.
Setanarviðurskifti: Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF.
Umsóknir saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Dagstovninum á
Hamrinum, Glyvursvegur, 160 Argir í hendi í seinasta lagi týsdagin 29. mai 2007.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Elisabeth Henriksen, stovnsleiðara, tlf 322003.
Pedagogar til Býlingshúsið á Flat
Søkt verður eftir trimum pedagogum at arbeiða 30 tímar um vikuna í barnagarði at byrja 8. august
2007 ella eftir nærri avtalu.
Søkt verður eisini eftir einum pedagogi at arbeiða 25-30 tímar um vikuna í vøggustovu at byrja 8.
august 2007 ella eftir nærri avtalu.
Møguleiki er hjá tí eina pedagoginum at verða settur sum varaleiðari.
Setanarviðurskifti: Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF.
Umsóknir saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Býlingshúsinum á
Flat, Per Mohrsvegur 11, 188 Hoyvík í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 25. mai 2007.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jensu Højgaard Andreassen, stovnsleiðara, tlf. 318371.
Reingerðsfólk til Býlingshúsið inni á Gøtu
Søkt verður eftir einum reingerðsfólki at arbeiða 20 tímar um vikuna at byrja skjótast tilber.
Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag.
Umsóknir saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Býlingshúsið inni á
Gøtu, Ovaragøta 30 B, 188 Hoyvík í hendi innan mánadagin 21. mai 2007.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Poulu Ejdesgaard, stovnsleiðara, tlf. 317701.
Skrivstovufólk til Roknskapardeildina
Søkt verður eftir skrivstovufólki til roknskapardeildina at seta skjótast møguligt.
Høvuðsuppgávurnar eru innlesing (skanning) og avgreiðsla av rokningum, avstemman av kreditorum
og aðrar bókhaldsuppgávur.
Setanarviðurskifti: Starvið er fulltíðarstarv og lønt í 2. flokki sambært sáttmála millum
Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Umsókn við viðmælum og prógvum skal sendast til Tórshavnar kommunu, postboks 32, 100 Tórshavn
og vera okkum í hendi í seinasta lagi 24. mai 2007.
Fleiri upplýsingar fært tú við at ringja til Hera Olsen, roknskaparleiðara ella Tinu Johannesen
fíggjarfulltrúa á telefon 302010.
Tórshavnar kommuna
Leys størv
lýsingar