fríggjadagur 18. mai 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 94 - 18. mai 2007
Sunnudagin byrjar
ein fimm-daga long
vísindalig ráðstevna í
Norðurlandahúsinum
við 200 luttakarum;
teir flestu uttanlands.
Evnið er, hvussu
umhvørvið í móður-
lívi ávirkar heilsuna
seinni í lívinum
gransking
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Fyri fýra árum síðani spurdi
redaktiónsleiðslan
og
nevndin aftanfyri vísinda
tíðarritið »Journal of Basic
& Clinical Pharmacology
& Toxicology« Pál Weihe,
yvirlækna og granskara, um
føroyingar vildu átaka sær at
skipa fyri eini ráðstevnu um
heilivág og eitringarlæru.
Farið varð í gongd at
fyrireika eitt viðkomandi
evni, og Pál Weihe og hansara
fólk komu skjótt fram til,
at hetta skuldu hava nakað
við heilsu og ávirkanina frá
umhvørvinum at gera áðrenn
føðingina.
Pál Weihe sigur, at tað
hevur eydnast at fáa nógvar
kendar granskarar at koma
til ráðstevnuna. Hesir fara
at greiða frá egnum gransk
ingarúrslitium, men fáa
samstundis høvi at kjakast
við starvsfelagar um gransk
ingarúrslit.
Heili 200 luttakarar koma
til ráðstevnuna, har av teir
flestu koma úr londum
uttanfyri Skandinavia.
Sjálvt um arvurin er
tann sami, kunnu ymisk
umhvørvi í móðurlívi hava
við sær varandi broytingar
í heilsustøðuni. Dømi um
hetta eru dálkandi evni, men
hinvegin eru eisini evni, sum
kunnu virka gagnlig, sum til
dømis fitisýrur. Umráðið er
ógvuliga viðfevnt og hevur
stóran og vaksandi áhuga
millum granskarar, sigur
Pál Weihe.
Upp á spurningin um
hvat kemur burtur úr
slíkari ráðstevnu, sigur
Pál Weihe, at tað verður
útgivið eitt sertíðarrit við
teimum týdningarmiklastu
fyrilestrunum. Harafturat er
ætlanin at gera eina samtykt
við tilráðingum á økinum.
Ráðstevnan er fíggjað við
luttøkugjaldi og stuðli frá
tíðarritinum, Journal of Basic
& Clinical Pharmacology &
Toxicology, amerikanskum
myndugleikum, ES, heims
heilsustovninum WHO,
Almanna og heilsumálaráðn
um og Tórshavnar Býráð.
Vísindaliga ráðstevnan
byrjar sunnudagin klokkan
16, og Jóannes Eidesgaard,
løgmaður, setir ráðstevnuna
klokkan 17.30.
Stór vísindalig ráðstevna um heilsu
Pál Weihe, yvirlækni og granskari, er ein av fyriskiparunum av
altjóða vísindaligari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum
GPS á roysning
Fyri einum mánað síðani settu vísindafólk GPSsendarar á
átta roysningar í Vesturgrønlandi, men sambært BBC eru
sjey teirra givnir at geva tekin frá sær. Vísindafólkini kunnu
tí ikki annað enn vóna, at tann áttandi roysningurin kann
siga teimum tað, sum tey vilja hava at vita. Ætlanin er at
kanna, hvar teir vesturgrønlendsku roysningarnir halda til
um summarið. Tann, sum framvegis sendir, er ongan veg
farin enn.
Kvikur ráðharri
Norski løgmálaráðharrin, Knut Storberget, bjargaði
í gjár einum tvey ára gomlum enskum smádrongi, sum
mundi drukna í einum svimjihyli í spanska frítíðarbýnum
Torrevieja. Knut Storberget var saman við synum sínum
við svimjihylin, tá hann brádliga fekk eyga á ein smádrong,
sum fór til botns í hylinum. Hann leyp útí og fekk drongin
upp á turt. Drongurin gav einki lívstekin frá sær, men Knut
Storberget fekk lív í hann aftur.
Okkurt árið hevur bátatalið
táttað í 200, men í fjør var
veðrið heldur ólagaligt, og
tá lá var samlaða bátatalið
eini 7080.
Vit vænta hópin av bátum
hesaferð, sigur forkvinnan í
VÍF.
Ikki bygdastevna
Jóngerð vísir á, at tey royna at
skipa so fyri, at bátastevnan
í Vestmanna ikki verður ein
bygdastevna, soleiðis sum
vit kenna hesar stevnurnar
aðrastaðni.
Vit vilja varðveita stevn
una sum eina bátastevnu,
har dentur verður lagdur á
bátarnar og manningarnar,
sum eru við bátunum.
Hon vísir á, at stór skrá
er løgd fyri stevnuna, sum
sjálvandi hevur eitt sindur av
hvørjum at bjóða.
Tað er sera hugnaligt á
bryggjuni, meðan stevnan er.
Fólk ganga ímillum bátarnar;
tey matgera og hugna sær
saman. Harmonikutónar
og sangur eru at hoyra, tá
kvøldið kemur.
Góðar umstøður
Jóngerð vísir á, at VÍF hevur
lagt bátabrúgvar út, soleiðis
at umstøðurnar hjá bátunum
kunnu vera so góðar sum
gjørligt.
Vit selja trygdarnet, sum
skulu hangast ímillum bát
arnar, og vit útvega øllum
bátunum landstreym. Vaktir
syrgja eisini fyri, at fólk, sum
eru umborð á bátunum og
ferðast tvørtur við bryggju
kantinum, kunnu vera trygg,
meðan stevnan er.
Hon sigur, at tá ið bátarnir
hava lagt til bryggju í Vest
manna í morgin, verða teir
tilmeldaðir og tað næsta,
sum hendir, er, at bátsmann
ingarnar fáa suppu at eta.
Síðan byrjar stevnan og
hugnin, sum er rundan um
stevnuna, ið nú rættiliga
hevur fest røtur í Vestmanna,
sigur Jóngerð Nielsen.
ngar bjóða til bátastevnu í morgin