fríggjadagur 18. mai 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 94 - 18. mai 2007
Røkka vit tí málinum,
sum vit hava sett
okkum, kann Nólsoy
gerast fyrimyndin,
ikki bara í Føroyum,
men í øllum
heiminum, segði
Bjarni Djurholm
ORKA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Landsstýrið gongur høgt upp
í ætlanina at gera Nólsoy
til eina oyggj við varandi
orku.
Mikukvøldiið vóru bæði
landsstýrismaðurin í orku
málum, Bjarni Djurholm, og
stjórin á Jarðfeingi, Sigurð
í Jákupsstovu, í Nólsoy fyri
at greiða frá, hvussu langt
ætlanin um oynna sum sjálv
bjargað innan varandi orku
var komin.
Eftir at Bjarti Thomsen,
formaður í áhugafelagnum
Nólsoyar Orkufelag hevði
boðið vælkomin, greiddi
Bjarni Djurholm eitt sindur
frá orkupolitikkinum hjá
landsstýrinum. Nú er orð
aður ein orkupoloitikkur,
sum eisini hevur verið til
aðalorðaskifti í tinginum,
og har, sambært Bjarna
Djurholm, hevur fingið
eina rættiliga góða móttøku.
Hesin orkupolitikkur er
staðfestur av løgtinginum,
og sum er liggur ein rætti
liga kollveltandi lóg í løg
tinginum, nevniliga lógin
um elveitingaarskyldu, sum
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður:
Nólsoy kann gerast fyri
Jógvan Thomsen, stjóri í
Fjarskiftiseftirlitinum og
nevndarlimur í Nólsoyar
Orkufelag, Bjarti Thomsen,
formaður í nevnda felag
og Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður í
orkumálum
Mynd: Leo Poulsen
Kanningar higartil
vísa, at vindfram
leiðslan av orku er
í ógvuliga góðum
samsvari við orku
nýtsluna í húsar
haldunum, segði
Bjarti Thomsen
ORKA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Síðani 9. mars í fjør eru
vindmátingar farnar fram
í Nólsoy. Sett upp var ein
gott 30 metrar høg mastur
við vindmátarum í ávikavist
30 og 21,5 metra hædd,
umframt mátarum nærri
jørðini eisini. Tí hava vit
nágreinilig tøl fyri bæði
vindi, ætt og fugt í luftini í
meiri enn eitt ár.
Hesar vindmátingar skulu
tó halda fram í eina góða
tíð enn, men vit hava eisini
hagtøl fyri vindi eitt nú á
Glyvursnesi og Húsareyni
fyri mong ár aftur í tíðina
eins og vindmátarin á Tumb
anum á Borðuni í Nólsoy
eisini kann hava stóran
týdning fyri seinni avgerðir
um vindmyllur í oynni.
Nòlsoyar
Orkufelag
varð sett á stovn sum eitt
áhugafelag í sambandi
við tosið um ætlanina at
gera Nólsoy sum eina
royndarverkætlan í sambandi
við vetni. Bjarti Thomsen
greiddi frá, at á hugin var
stórur fyri felagnum og at
væl fleiri fólk enn tey 15
20, sum vóru til kunnandi
fundin mikukvøldið, vóru
til stovnandi aðalfundin
hjá Nólsoyar Orkufelag.
Stutt kann nevnast, at í eina
trímannanevnd komu áður
nevndi Bjarti Thomsen, sum
gjørdist formaður, Jógvan
Thomsen, sum fleiri helst
kenna aftur sum stjóra í
Fjarskiftiseftirlitnum, og
síðani Mikael Thomsen.
Saman við vindmátingum
hava eisini verið gjørdar
hitamátingar, og við at
samanbera hesar sæst eitt
greitt mynstur, sum Bjarti
Thomsen vísti á á fundinum.
Hartil hevði hann fingið eitt
húsarhald í Havn at gera
regluligar kanningar av
orkunýtsluni gjøgnum nøkur
ár, og við at samanbera
hesi tølini, fáast ógvuliga
áhugaverdar upplýsingar.
Veður og orka fylgjast
Nólsoyar Orkufelag hevur
fingið skúlan í bygdini
áhugaðan í verkætlanini, og
skúlin hevur síðani aktiverað
børnini soleiðis, at tey
hava kannað húsarhaldini í
bygdini og kannað, hvussu
húsini eru bjálvað, hvussu
nógv fólk búgva í hvørjum
húsi og aðrar viðkomandi
upplýsingar.
Alt hetta er viðkomandi
fyri úrslitið av samlaðu
verkætlanini, tí eitt av
úrslitunum skal heslt gerast,
at tað skal verða lønandi
– ella í hvussu er ikki dýrari
– at verða við í royndini fyri
húsarhaldini.
Upplýst varð eisini, at
húsarhaldini í Nólsoy rinda
um árið tríggjar milliónir
krónur í el og oljunýtslu,
og fyri eina slíka upphædd
kann tað væl løna seg at
gera íløgur í eina vetnisætlan
sum hana, Vinnumálaráðið í
løtuni arbeiðir við.
Bjarti Thomsen
vísti eisini við grafum,
hvussu neyvt vindur, hiti
og orkunýtsla fylgjast.
Kanningarnar vísa týðiliga,
at mesta vindorkan og størsti
kuldin er um veturin, og tað
er – logiskt nokk – tá, vit nýta
mestu orkuna til hita og el.
Heilt nágreiniliga vísa tølini,
at vit nýta meiri enn tvífalt
so nógva orku um veturin
sum um summarið. Og tað
samsvarar fullkomiliga við
orkuframleiðsluna hjá vind
myllunum, sum framleiða
meiri enn tvífalt so nógva
orku um veturin sum um
summarið.
So í stuttum kann sigast,
at orkuverkætlanin sær ógvu
liga væl út, og um nøkur fá
ár kann Nólsoy gerast sjálv
forsýnangi av hita og el við
varandi orku.
Bjarti Thomsen, formaður í Nólsoyar Orkufelag:
Vindmegin hóskar væl til nýtslun
Oman um bygdina
Nú tykist greitt, at vegurin til og frá Norðoyatunlinum verður
niðri í sjóvarmálanum í Leirvík, sjálvt um bygdarráðið
hevur samtykt, at vegurin skal gerast oman fyri bygdina.
Lógvin sigur, at vegurin skal ígjøgnum fjøruna. Tað
hava friðingarmyndugleikarnir góðtikið, og ein kæra frá
bygdarráðnum til vinnumálaráðið fekk ikki viðhald. Tí er
Landsverk farið undir at fyrireika útbjóðingina, og stovnurin
fer eisini at ognartaka lendið til vegin.
Fyrilestur um seyðamark
Í dag munnu tað vera tey fáu, sum vita, hvat stívt, sýlt
ella bragd framman á vinstra er, men týskvøldið 22. mai
kunnu áhuga fáa eitt sindur at vita um seyðamark. Tá fer
Kári Thorsteinsson at halda fyrilestur um seyðamark og
hagar í býráðssalinum í Runavík. Í fyrilestrinum, sum verður
kl. 20, fer hann eisini at tosa um hagamark, áseyðatal,
uppgávur og skyldur hjá hagastýrum og røktingarmonnum,
grannastevnur, útstykking og annað.