Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-18, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mai 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Nr. 94 - 18. mai 2007 Kundaráðgevi til Vinnulívsdeildina í Saltangará Arbeiðsuppgávurnar eru spennandi og fjølbroyttar og fevna um alt samskifti við vinnulívskundar okkara. Umsóknin skal sendast til: Eik Att: Marjun Eystberg, starvsfólkaleiðari Yviri við Strond 2 FO-100 Tórshavn Les meira um starvið á www.eik.fo Tínar uppgávur verða: - at ráðgeva, røkja og hava ábyrgd av vinnulívskundum - uppsøkjandi arbeiði úti hjá vinnufyritøkum - lánsviðgerð Fakligir førleikar: Tú hevur førleikar í roknskapargreining og hevur viðkomandi útbúgving, eitt nú peningastovnsútbúgving ella aðra búskaparliga/handilsliga útbúgving. Persónligir eginleikar: Vit leita eftir einum starvsfelaga, ið dámar væl at hava tætt samband við viðskiftafólk. Tú ert uppsøkjandi, hevur eyga fyri sølu, hevur góð samstarvsevni og dámar væl at arbeiða í einum skundmiklum og støðugt skiftandi umhvørvi. Áhugað kunnu seta seg í samband við Jónleif Th. Jacobsen, økisleiðara, telefon 348120, teldupostur jonleif.jacobsen@eik.fo ella við Marjuna Eystberg, starvsfólka- leiðara, telefon 348510, teldupostur marjun.eystberg@eik.fo. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Lønin verður ásett sambært avtalu. Skrivligar umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 29. mai 2007. lýsingar