fríggjadagur 18. mai 2007síða 43
‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 94 - 18. mai 2007
43
Fiskimálaráðið er eitt av sjey stjórnarráðum í miðfyrisitingini, sum veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum umsitur málsøkini fiskivinna, sjóvinna og tilbúgving. Fiskimálaráðið vegleiðir landsstýrismannin, soleiðis at avgerðirnar eru rættar og haldgóðar. Ráðið fyrireikar lógir, kunngerðir og reglugerðir, og hevur eisini eftirlit við,
at ásettar reglur verða fylgdar. Somuleiðis røkir ráðið samskipandi uppgávur innan málsøkið hjá landsstýrismanninum, og tekur lut í millumlanda samráðingum, altjóða fiskiveiði- og sjóvinnufelagsskapum umframt norðurlendskum samstarvi.
www.fisk.fo
VIT DRAGA EINA LÍNU - VIT SETA SKYNSEMI Í HÁSÆTI - VIT VILJA VITA - VIT BRÓTA SLÓÐ
DEILDARLEIÐARI TIL FISKIMÁLARÁÐIÐ
Starvið sum deildarleiðari fyri Løgdeildina í Fiskimálaráðnum verður við hesum lýst leyst til
setan skjótast møguligt.
Umsøkjarin skal hava lokið prógv sum løgfrøðingur (Cand. jur.), duga væl at samstarva og
tora at vera í sjálvdrátti.
Høvuðsuppgávurnar í starvinum eru
- at veita løgfrøðiliga ráðgeving innan fiskivinnumál, sjóvinnumál og tilbúgving,
- at hava løgfrøðiligu ábyrgdina í sambandi við arbeiðið at tilevna uppskot til lógir,
kunngerðir v.m. innan fiskivinnuøkið, tilbúgving og aðra lóggávu á sjóvinnuøkinum,
- at veita løgfrøðiliga ráðgeving í sambandi við sakarmál, ið antin er lagt ímóti ella av
Fiskimálaráðnum, um eitt mál eigur at kærast v.m.,
- at umsita onnur mál hjá Fiskimálaráðnum, har mett verður neyðugt við løgfrøðiligari viðgerð,
antin við sjálvstøðugari málsviðgerð ella saman við øðrum løgfrøðingum uttan fyri ráðið,
- at vera skipaskrásetari,
- at vera partur av leiðslubólkinum í Fiskimálaráðnum.
Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sum deildarleiðari II eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og
Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya. Starvsøkið fatar um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí,
umframt hini stjórnarráðini. Tænastustaðurin er í løtuni Fiskimálaráðið.
Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í virkisøkinum, og at økið verður umskipað til
eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum.
Umsókn við avriti av prógvum, lívsgongdarlýsing og øðrum kann sendast til:
Fiskimálaráðið
Postsmoga 347
110 Tórshavn
T-postur: fisk@fisk.fo
Umsóknin skal vera Fiskimálaráðnum í hendi í seinasta lagi mikudagin 6. juni 2007, klokkan
16.00. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Rógva Reinert, aðalstjóra, ella Hera
Joensen, deildarleiðara á telefon 353030. Fleiri upplýsingar um Fiskimálaráðið eru á heimasíðuni
www.fisk.fo.
mai-kappingin
Hvønn dag í mai mánaða verða Sudoku
uppgávur at finna í Sosialinum.
Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess
størri møguleika hevur tú at vinna.
Sendið okkum loysnina innan
fríggjadagin 8. juni 2007 kl. 10.00 og
viðmerkið brævbjálvan »Sudoku«.
Vinningur í mai er 2 M-semiflex
flogferðaseðlar við Atlantic Airways.
Virði Kr. 6.304,-
Drigið verður aðru vikuna í juni.
Fyri at vera við í kappingini, skal øll
uppgávan verða loyst.
Navn:
Bústaður:
Telefon:
Sendið til: Sosialin · Boks 76 · 110 Tórshavn
Merkið brævbjálvan »Sudoku«
Vinningurin í mai
2 M-semiflex ferðaseðlar frá Atlantic
Airways. Virði Kr. 6.304,-
lýsingar