fríggjadagur 18. mai 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
klumman
umborð
Rigmor Dam
blaðkvinna
Nr. 94 • 18. - 20. mai 2007
Snillur í nylon-
sokkum
Herfyri tók ein vinkona heilt
spontant til, meðan hon stóð og
hampaði sær úti á gøtuni: Dagurin
verður ein bumbusikkur fiasko,
tá sokkabuksurnar eru ov smáar.
Umframt, at vit brustu útúr, tók
eg dyggiliga undir við henni. Og
síðani havi eg hugsað um hetta um
morgnarnar, tá eg siti og róti runt
í sokkakurvini eftir einum heilum
pari, tí allar eru skræddar og
trongja til at fara til skraddara!
Aftur til tær ov smáu nylon
sokkabuksurnar, har bibburnar
altíð hava gravað seg ígjøgnum
tunna toyið ytst á fótunum, tá teir,
súrir og støvutir, verða rullaðar av
um songartíð. Verri er at ganga
í teimum allan dagin, meðan
teir glíða niður og seta seg sum
ein triumfbogi millum lørini, og
beinini í haft og spenni. Akkurát
sum, tá eg var smágenta og
girafftrussurnar vóru eitt nummar
ella tvey ov smáar, bibburnar
stungu út og trussurnar gliðu upp.
Men nú, nøkur ár og kilo
seinni, hava sokkabuksurnar
enn ein brist: Teir hava ov lága
talju, og rulla í heilum niður um
dellurnar – og blubb eg vissi
meg um, at nalvablusumótin eisini
dikterar í ommusliga og ósexuta
sokkabuksuídnaðinum.
Og búkurin verður stappaður
niður í aftur kjøtfarvaða nylon
helvitið við hvørja ljóskurv, tá
eg bjartskygd, fyri ikki at siga
optimistiskt, haldi uppá at súkkla
í Havn.
Nú havi eg hoyrt, at til ber at
spreya nylonsokkarnar á. Men
tað er altso snýt fyri okkum, sum
ikki brúka teir fyri at fáa lekran lit,
men fyri halda tingunum soleiðis
nøkulunda innanborða.
Ná, men eg kann bara síggja
veruleikan í eyguni, og keypa
nóg stórar sokkabuksur, og
annars frøast um, at vinkonan
og eg kunnu flenna eftir okkum
sjálvum, og øðrum við. Sum tá
vit hittu ein mann á ólavsøku,
sum var so ovurfegin, tí hann
hevði funnið uppá at lata seg í
nylonsokkabuksur undir føroysku
buksunum “tí tær skriða so illa!”
Nei tú, mannfólk kunnu allar
náðiligast sleppa at læna einar
avlagdar, um teir skulu brúkast til
at binda fyri svarta ruskposan.
Bara eitt er verri enn snillur
súkklushorts: snillur í nylonsokkum
– ylak
Juul M. Jacobsen, van-
liga róptur Ulliba, siglir
sum dekkari og avloys-
ari sum stýrimaður við
Baki. Hann fór til skips
sum 14 ára gamal og
hevur roynt mangt og
hvat á sjónum. Í eini
10 ár áttu hann og
brøður hansara tro-
lbátin Margrethu, sum
varð uppkallaður eftir
mammuni í Nólsoy
Vit eru eystanfyri hendan túrin.
Tað hevur gingið væl. Vit hava
fiskað í sløk fýra samdøgur, og í
morgin landa vit aftur. Skipini eru
so gott sum full. Okkum vantar
bert 10 kør í fulla last, og Stelki
vantar 20 kør. Nú fáa vit at síggja,
hvat hetta seinasta hálið gevur.
Vit høvdu nólsoyingin Juul
M. Jacobsen í telefonini seint
týskvøldið. Hann hevur verið við
Baki, síðan skipini vóru hálvt árs
gomul.
Juul, sum millum manna verður
róptur Ulliba, er sonur Margrethu,
ættað úr Klaksvík og Juul, sála,
ið var nólsoyingur, sum í nøkur ár
sat á løgtingi.
Mong minnast Juul (eldra), sum
ein hittinorðaðan mann, ið dugdi
væl at taka til, tá ið tað hóskaði
inn í viðgerðina á tingi.
Margretha er kend sum ein
sera blíð, vinarlig og hjartagóð
kona.
Juul sigur, at hann var bara
onkran einstakan avloysaratúr við
teimum gomlu kubatrolarunum.
Hetta vóru gomul skip,
men hesi nýggju skipini dámar
okkum øllum væl. Síðan vit fingu
kryvjimaskinurnar, er arbeiðið
umborð vorðið nógv lættari, og
tú fert ikki so troyttur í koyggjuna
eftir loknað deksvakt.
Juul er dekkari við Baki, men
loysir bæði Rúna Samuelsen og
Róin Joensen av sum stýrimaður,
og hendan túrin er hann stýri
maður við Rúna sum skipara.
Meðan vit práta, sigur hann,
at nú noyðist hann úr telefonini
eina løtu, tí skipini skulu “sigla
saman”, sum teir rópa tað um
borð á partrolarunum.
Vit avtala at ringja umborð
aftur, og tá ein løta er farin,
hittast vit aftur í telefonini. Nú
nærkast klokkan midnátt.
Nú eru vit farnir at sigla til
lands. Eini 25 kør vóru í seinasta
háli, so nú eru so gott sum øll
kørini full. Hevði tað ikki verið
heilidagur í morgin, høvdu vit
helst fiskað okkum nakað av
leysum á dekkið.
Juul sigur, at skipini onkuntíð
hava havt fitta dekslast, soleiðis
at samlaða nøgdin í hvørjum báti
sær hevur ligið um eini 110115
tons.
Hetta er seinasti og nýggjasti
fiskurin, sum kemur á dekkið, og
tá bilar tað ikki fyri dygdina. Enn
er heldur ikki so lýtt í veðrinum.
Spurdur, hvat teir rokna við at
selja fyri hendan túrin, sigur Juul,
at gongst sum ætlað við prísi,
kemur sølan helst at tátta í einar
900.000 krónur, sum gevur ein
manningarpart, ið liggur millum
14.000 og 15.000 krónur.
Og tað er óført eftir fýra sam
døgur til fiskiskap.
Hendan túrin høvdu vit okkurt
stórt hál. Tann eina dagin fingu
vit eini 75 kør í einum háli, og
tað eru eini 70.000 pund. Eitt
vanligt tóg varar einar 56 tímar.
Meginparturin av veiðini hjá
okkum er upsi. Og tó; vit hava
umleið 30 kør av toski og eini
10 av øðrum fiskasløgum. Hetta
kvinkar um prísin.
Eftir gýting um várið, plagar
upsafiskiskapurin at minka eitt
skifti, men í vár høvdu skipini
yvirhøvur vánaliga veiði tað
mesta av tveimum mánaðum.
Eg haldi, at vánaligi fiskiskap
urin helt sær longri í vár enn
vanligt, men nú fáa skipini so
aftur nógvan fisk, sigur hann.
Juul hevur verið alt sítt arbeiðs
lív á sjónum. Hann fór til skips við
Eystfelli longu sum 14 ára gamal.
Teir royndu við línu og egndu
umborð. Tað vóru nólsoyingar,
sum um hetta mundið áttu skipið,
ið seinni fekk navnið Norðsøki.
Tíðliga í sjeytiárunum fór eg
við Grimi Kamban, sum royndi við
kraftblokki og síðan við Brandi
Sigmundarsson.
Ulliba var eisini við trolbátinum
Marjun II.
Í sløk 10 ár áttu synirnir hjá
Margrethu og Juul trolbátin
Margrethu, ið teir lótu byggja.
Beiggi mín, Jóannes Jacob
sen, førdi skipið tað mesta
av tíðini, og tá eg hevði tikið
reyðfiskaprøvan, plagdi eg at
loysa hann av sum skipara.
Ulliba sigur, at pápi hansara var
ógvuliga áhugaður í, hvussu gekst
synunum við Margrethu.
Hann ringdi javnan umborð at
fregnast.
Teir høvdu nøkur góð ár við
Margrethu, sum eisini hevði loyvi
at trola á landleiðini, til skipið
varð longt.
Jú, tað gekk sum heild væl við
Margrethu. Hon var tá nýggjasta
– og helst eisini eitt tað besta –
skipið á landleiðini. Men tað var
ikki altíð, vit royndu á landleiðini
alt summarið, tí viðhvørt fekst
meira fiskur ytri.
Juul hevur eisini verið við
øðrum skipum í sínum langa lívi á
sjónum, eitt nú við partrolarunum
Nesbúgvanum og Nýpubergi
og við rækjutrolaranum Arctic
Viking.
Í fyrru helvt av nítiárunum
fór hann at rógva út, og seinni
fekk hann sær eisini sín egna
útróðrarbát.
Mær dámdi væl lívið sum
útróðrarmaður, meðan eg var í
hesum, men samanborið við lívið
umborð á Baki í dag, nú vit hava
tvær kryvjimaskinur, dámar mær
hetta betur. Eg haldi, at hetta er
tað sjólív, sum mær hevur dámað
best øll míni ár á sjónum, sigur
Juul M. Jacobsen.
– Pápi ringdi javnan umborð
- Mær dámdi væl lívið sum útróðrarmaður, meðan eg var í hesum, men
samanborið við lívið umborð á Baki í dag, nú vit hava tvær kryvjimaskinur,
dámar mær hetta betur. Eg haldi, at hetta er tað sjólív, sum mær hevur dámað
best øll míni ár á sjónum, sigur Juul M. Jacobsen. Mynd: Vilmund Jacobsen
Umborð
Vilmund Jacobsen
blaðmaður
vilmund@sosialurin.fo