fríggjadagur 18. mai 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
5
Nr. 94 • 18. - 20. mai 2007
Hans Arna, sum er trúboðari í
Afrika.
- Tað var eitt gott upplivilsi at
vera í Afrika. Líka síðani eg var
10 ára gamal, havi eg kent meg
kallaðan til at vera trúboðara.
Men tað er sjálvandi torført at
fara burtur frá øllum. Eg eri eisini
stakur, so eg havi ongan at fara
við. Men eg hevði ynskt at verið
trúboðari, men nú má tíðin vísa,
hvat tað verður til. Um eg varð
kallaður nú, hevði eg farið avstað.
So má svimjing vera svimjing,
sigur Kristian, sum gongur í
Betesda.
- Eg royni at vera á ungdóms-
møti og til mikukvøldsmøti. Eg
havi tó ikki verið so raskur í
seinastuni, tí at eg havi verið
so troyttur, sigur ein erligur
Kristian.
- Trúgvin á Jesus hevur nógv at
siga fyri meg, slær Kristian fast.
Græt av gleði
Tað var sjálvandi eitt stórt stig
og ein góð kensla hjá Kristiani at
klára metini í 50 og 100 metrar
frí.
- Eg fór at gráta báðu ferð, eftir
at eg hevði betrað um metini. Eg
eri sera sárbærur, og eg fari heilt
vist eisini at gráta av gleði, um eg
vinni á Oyggjaleikunum í summar,
sigur hann.
Málið hjá honum er at vinna
gull á Oyggjaleikunum.
- Tað eru ikki nóg nógvar
avbjóðingar, men tað er eitt stórt
stig rætta vegin, at vit fara at
luttaka til HM og EM. Annars
kann eg royna at klára danska
metið í 50 metrar frí, men so
skal eg betra mína tíð við einum
heilum sekundi, sigur Kristian.
Svimjing er ósosialt
- Eg eri helst ov gamal til at fara
uttanlands at royna meg. Eg
eri eisini alt ov ”lokalur” til at
rýma. Men eg vil fegin hjálpa
yngri svimjarum til at klára langt
innan svimjing. Eg fekk kanska
mítt gjøgnumbrot ov seint, tí
at avbjóðingarnar vóru ikki nóg
stórar, og eg byrjaði ikki at venja
miðvíst, fyrr enn eg var 16 ára
gamal.
- Trupulleikin er, at tú mást
eisini hava eitt arbeiði við síðuna
av, og so fært tú ikki vant nóg
mikið.
Kristian visir á, at tað er
hart at svimja og til tíðir sera
óinteresant.
- Eg havi eisini spælt fótbólt,
og svimjing er nógv harðari og
eisini óinteresant til tíðir. Tú
venur einsamallur, so tað er
ikki serliga sosialt. Í fótbólti
ert tú saman við nógvum undir
venjing, og í so máta er tað nógv
stuttligari, sigur Kristian, sum
tó ætlar at kappast móti sær
sjálvum fyri at betra enn meira
um sínar tíðir.
Skal trúgva á seg
sjálvan
Kristian hevur verið nógv frammi
í miðlunum, og tað var eisini
skipað fyri móttøku í samband
við, at hann betraði um metið í 50
metrar frí.
Kristian er errin av tí, sum hann
hevur klárað, men hann er eisini
eitt sindur flovur av øllum tí, sum
verður gjørt burturúr.
- Tað er eitt sindur flovisligt,
at so nógv verður gjørt burturúr
mær. Men eg eri sjálvandi eisini
errin av tí, sum eg havi megnað,
sigur Kristian, sum hevur
upplivað, at fólk eru ørg um, at
hansara persónur skal fáa so
nógv ansni.
- Summi fólk eru ørg um, at eg
skuldi fáa eina móttøku og tílíkt,
og tey halda meg vera stoltan í
mær sjálvum. Ein svimjari skal
trúgva uppá seg sjálvan og vera
egoistiskur fyri at gerast betri.
Men tær nýtist ikki at vera stoltur
í tær sjálvum fyri tað. Tað er
munur á, sigur Kristian og heldur
fram
- Eg síggi ikki nakað stórt í
mær sjálvum. Eg eri einans eitt
menniskja sum øll onnur. Eg dugi
bara eitt sindur betri at at svimja
enn tey flestu. Onnur duga okkurt
annað, sum eg ikki dugi, sigur
Kristian Olsen at enda
Kristian um politikk
- Eg haldi, at vit skulu hava loysing, men eg veit
ikki uppá hvønn máta, tað skal gerast. Eg var
tjóðveldismaður inntil €266b. Nú verður tað helst
Miðflokkurin og Karsten Hansen í staðin. Eg haldi,
at Jenis er eitt sindur býtissligur av og á, men
Miðflokkurin umboðar best tað, sum eg standi fyri
Kristian um
føroyskan mat
- Mær dámar sera væl føroyskan mat. Serliga grind
og ræst kjøt. Størsta frítíðarítrivið hjá mær er at fara
í grind. Tá ið grind er, verður alt annað lagt til síðis.
Pápi er útróðrarmaður, so vit eta nógvan fisk og eisini
annan føroyskan mat
jari vil vera trúboðari
Kristian Olsen
Føddur 6. mars 1985
Foreldrini eita Henny og Óli
Karl Olsen
Systkini eita Margith, Sára
og Martin
Stakur
Arbeiðir hjá Norðhús
Føroyskt met í 50 metra
frísvimjing og 100 metra
frísvimjing
Fakta