fríggjadagur 18. mai 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 94 • 18. - 20. mai 2007
Vikuskifti 19
Stór sethús – Ósabakkavegur 2,
Kollafjørður
Húsini eru í 2 hæddum 186 fermetrar hvør - í alt 372
umframt eitt óinrættað loft. Grundøki er 1485
fermetrar. Byggiár: upprunaliga 1950-60'unum,
uppíbygd í 1980'unum. Húsini eru høvuðsumvæld
innan í 2006 har køkur, hvítvørur, øll gólv, innveggir,
loft og nøkur vindeygu eru skift. Eisini er ein partur
av takinum skift. Húsini eru nýmálað innan og uttan. Í
erva er durur, 2 gongir, køkur, stova, 2 baðirúm og 4
kømur. Í neðra er sjálvstøðug íbúð. Har er durur,
gongd, køkur, stova, kamar, baðirúm, fýrrúm /
vaskirúm, kjallararúm og 2 goymslurúm. Harafturat er
bilhús við lofti á uml. 55 fermetrar. Húsini verða seld
um hóskandi boð fæst.
Sethús – Heygavegur 4, Klaksvík
Húsini eru í 3.hæddum - samla búðvídd uml. 126
fermetrar. Grundøkið er 385 fermetrar. Byggiár:
1950'ini. Í ovastu hædd eru 4 kømur, gongd og
baðirúm. Í miðhæddini eru gongd, køkur, 2 stovur og
trappuniðurgongd. Eisini er hjallur. Í niðastu hædd er
kjallararúm / fýrrúm. Tilfar til umvæling av øllum
húsinum er við í søluprísinum. Har er m.a. stáltak,
mahognivindeygu, timburklædningur og bjálving.
Húsini standa mitt í býnum beint við skúlar, handlar,
ítróttarøkið og svimjihøllina. Prísuppskot: kr.
1.300.000,00.
Stór sethús – Lynggøta 5, Tórshavn
Stóru sethúsini eru í 3 hæddum. Niðastu eru á 138
fermetrar og ovasta á uml. 100 - í alt 376 fermetrar.
Grundøkið er 436 fermetrar. Byggiár 1967, men húsini
eru so við og við dagførd, so tey nú eru í sera góðum
standi. M.a. eru flestu vindeygu skift, takið skift í 2006
og ketil og oljufýr í 2004. Í miðhæddini er inngongd,
durur, gongd / hall, baðirúm, hjúnarkamar, stórt
kamar / stova, borðsstova / stova, millumgongd /
bryggers við egnari inngongd og hjallur. Í neðra er
inngongd, bryggers / fýrrúm, gongd, baðirúm, wc,
køkur, stova, hjúnarrúm, 2 kømur, goymslurúm og
trappurúm. Í ovastu hædd er trappugongd / gongd,
kamar, baðirúm og stórt loftsrúm. Hartil er bilskúrur.
Húsini standa sera væl fyri mitt í Havn í veðurgóðum
og friðarligum umhvørvi og hava panoramaútsýni
yvir alla Havnina. Garður / urtagarður við terassu og
góðum sólargangi er runt húsini. Húsini verða seld,
um hóskandi boð fæst.
Stásilig sethús – Velbastaðv. 33,
Tórshavn
Húsini eru í 3 hæddum - 2 á 114 og 1 á 70 - í alt 298
fermetrar. Grundøkið er 720 fermetrar. Byggiár: 1977.
Húsini eru dagførd, so tey nú eru sum nýggj, og talan
er um eini sera snøgg og stásilig hús. Í miðhæddini er
hjallur, inngongd, durur, hall / garderoba, goyms-
lurúm, hjúnarrúm, baðirúm, matarkøkur, borðsstova /
alrúm / stova og sjónvarpsstova við útgongd til
terassu. Í erva er trappurúm / alrúm / arbeiðsrúm,
hjúnarrúm við baðirúmi, goymslurúm og stova við
útgongd til altan. Í neðra er inngongd, vaskirúm /
fýrrúm, 2 stór kjallararúm við egnari ingongd, ið
lættliga kunnu innrættast til íbúð, og garaga. Húsini
standa í barnavinaligum, veðurgóðum og náttúru-
vøkrum umhvørvi við góðum útsýni. Sera vakur og
hugnaligur garður / urtagarður er runt húsini. Stutt er
til barnagarð og busssamband. Húsini verða seld, um
hóskandi boð fæst.
Sethús – Ovari Vegur 40, Leynar
Húsini eru í 2 hæddum - samlað búvídd er 220
fermetrar umframt ein garaga á 27 fermetrar. Byggiár
1988. Grundøkið er 575 fermetrar. Húsini eru
arkitektteknað og sera búvinarlig ("anvendelig") Tey
eru orkusparandi, hava flagtak, hitapumpu umframt
miðstøðuhita. Í ovaru hædd er køkur / borðstova,
grovkøkur, stór stova, hjúnarúm, gongd, baðrúm,
klædnarúm og hjallur. Í niðaru hædd er durur, fýrrúm,
3 kømur, gongd, baðrúm og kjallararúm. Húsini eru
sera snotilig, standa í barnavinarligum, hugnligum
umhvørvið og hava gott útsýni út á sjógv, og bert 20
minuttir eru til Havnar. Húsini verða seld um
hóskandi boð fæst.
Íbúð – Vesturgøta 11, Tórshavn
Íbúðin, ið er 63 fermetrar, liggur á ovastu hædd.
Byggiár: 1986. Har er inngongd, gongd, baðirúm,
køkur / stova og 2 kømur. Harafturat er 22 fermetrar
stórt goymslurúm í kjallara. Íbúðin er væl hildin og í
góðum standi. Har er ventilatiónskipan, felags
parabolskipan, breiðband og góð parkeringsviður-
skifti. Sera gott útsýni er yvir Nólsoyarfjørð. Íbúðin
verður seld um hóskandi boð fæst.
Sethús – á Brúgv 7, Fuglafjørður
Húsini eru í 3 hæddum - samlað búvídd uml 224
fermetrar. Hartil er ein hjallur / hoyggjhús / seyahús.
Grundøkið er 754 fermetrar. Byggiár: 1959. Í
miðhæddini er gongd, gestawc, køkur, kovi, 2 stovur
og kamar. Í ovastu hædd er gongd, baðirúm, 4 kømur
og altan. Í niðastu hædd er gongd, 2 kømur, vaskirúm,
fýrrúm og kjallararúm. Stórt stykki er vestanfyri húsini
og urtagarður við trøðum er niðanfyri. Húsini, sum
standa væl fyri mitt í bygdini, verða seld, um
hóskandi boð fæst
Trøð – Longubrekka, Sørvágur
Ognin er ein rættiliga stór trøð beint omanfyri
byggiøki á Longubrekku í Sørvági. Trøðin liggur sera
væl fyri við veg og er løtt at kkoma til. Trøðin liggur í
náttúruvøkrum umhvørvi og hevur avbera vakurt
útsýni oman yvir bygdina. Trøðin verður seld, um
hóskandi boð fæst.
Í Støðlunum, 825 Froba
Húsini eru í trimum hæddum, hvør uml. 84 fermetrar,
alt innrættað. Grundøkið er 994 fermetrar. Á loftinum
eru 2 kømur, baðirúm, gongd og altan. Í miðhæddini
eru køkur, stova, 2 kømur, baðirúm, gongd og altan. Í
niðastu hædd eru kamar, 2 gangir, vaski-/fýrrúm og
hjallur. Húsini standa í barnavinarligum, friðarligum
umhvørvi og hava sera gott útsýni yvir fjørðin.
Byggiár: 1978.
Summarhús - Gjáarvegur 5, Gjógv
Húsini eru í 2 hæddum umframt ein lágur kjallari og
ein hjallur. Húsini eru bygd í 1800 talinum. Grundøkið
er 196 fermetrar. Í miðhæddin sum er 35 fermetrar er
gongd, baðirúm, køkur og 2 stovur. Í ovari hæddini
sum er uml. 21 fermetrar eru 2 kømur. Í niðastu
hæddini er kjallararúm/- fýrrúm. Húsini standa mitt í
bygdini beint við ánna í sera hugnarligum umhvørvi.
Góð parkeringsviðurskifti er við húsini. Húsini verða
seld um hóskandi boð fæst.
Sethús – Garðagøta 7, Miðvágur
Húsini eru í 2 hæddum hvør á 100 fermetrar - í alt 200
fermetrar. Grundøkið er 453 fermetrar. Byggiár: 1969:
Húsini eru dagførd so við og við. Í erva er terassa,
inngongd, gongd / garderoba, matarkøkur, stova,
hjúnarrúm, baðirúm, 2 kømur og goymslurúm / kovi. Í
neðra er inngongd, durur / gongd, kamar, vaskirúm /
kjallararúm, goymslurúm / fýrrúm og goymslurúm.
Harafturat er hjallur á uml. 5 m2. Húsini standa í
veðurgóðum, friðarligum og barnavinaligum
umhvørvi við góðum útsýni og garður / urtagarður
er runt húsini. Húsini verða seld, um hóskandi boð
fæst.
Sethús – Varðabú 18, Tórshavn
Húsini eru í 2 hæddum - samlað búvídd uml. 180
fermetrar. Grundøkið er 431 fermetrar. Byggiár uml.
1950. Húsini eru høvuðsumvæld í 1990'unum har
m.a. vindeyguni, tak, oljufýr og baðirúmini eru gjørd
av nýggjum. Annars eru húsini dagførd og sera væl
hildin. Í erva er køkur við spísikróki, 3 stovur, wc,
gongd og altan. Í neðra er gongd, 2 kømur, hjúnar-
rúm við baðirúm, vaskirúm, klæðnarúm, fýrrúm og
baðirúm. Hartil er ein amboðsskúrur. Húsini standa
væl fyri við endaveg og hava góðar parkeringsmøgu-
leikar. Møguleiki er fyri at byggja uppí húsini, og
tekningar fylgja við.
Sethús – Vágsvegur 84, Vágur
Húsini eru í 2 hæddum hvør á uml. 140 fermetrar - í
alt 280 fermetrar. Grundøkið er 196 fermetrar.
Byggiár: 1911. Í neðra er inngongd, gongd, køkur,
stova, kamar, nýtt baðirúm, arbeiðsrúm og fýrrúm. Í
erva er trappugongd, 3 kømur, baðirúm, goymslurúm,
arbeiðshølir, gongd og altan. Húsini standa
miðskeiðis í býnum í veðurgoðum umhvørvi.
Prísuppskot: kr. 350.000,00.