mánadagur 21. mai 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 95 - 21. mai 2007
Gamla hvalastøðin
við Áir skal setast í
stand og nýtast til sjó
vinnusavn og upp
livingardepil. Økið
við Áir er eisini væl
egnað til kamping
pláss, smábátahavn
og annað virksemi
Mentan
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Á tíðindafundi mánadagin
handaði Armgarð Weihe,
fulltrúi í Mentamálaráðnum,
Jógvani á Lakjuni, lands
stýrismanni í mentamálum,
vegna nevndina ið varð sett
nevnd at kanna spurningin um
varðveiting av hvalastøðini
við Áir, ávegis álit um varð
veiting av hvalastøðini sum
sjóvinnusavn.
Hvalastøðin við Áir
hevði stóran búskaparligan
týdning fyri Sundalagið
frá tí hon varð bygd í 1905
og hálva øld fram. Støðin
hevur allar dagar drigið
fólk at sær og hevði stóran
búskaparligan týdning fyri
Sundalagið í fyrru helvt av
20. øld. Sum sjóvinnusavn
fær hvalastøðin aftur møgu
leika at draga børn og ung,
familjur og ferðafólk at sær
hesaferð sum partur av
upplivingardepli í Sunda
lagnum.
Seinastu nógvu árini hevur
hvalastøðin staðið óvirkin,
men nú er aftur møguleiki
fyri, at hvalastøðin kann
gerast virkin. Hesuferð ikki
sum ídnaðarverksmiðja,
men sum sjóvinnusavn og
upplivingardepil.
Tað var Jógvan á Lakjuni,
landsstýrismaður í menta
málum, sum á heysti 2006
setti eina nevnd at kanna
spurningin um varðveiting
av hvalastøðini við Áir. Í
nevndina vórðu sett Andras
Mortensen, landsantikvarur,
Føroya Fornminnissavn, Dor
ete Bloch, stjóri á Føroya
Náttúrugripasavni, Jógvan
Mørkøre, bygdaráðslimur
í Sunda kommunu, sum í
februar varð settur í nevnd
ina fyri Heðin Zachariassen,
borgarstjóra, og Armgarð
Weihe, fulltrúi í Mentamála
ráðnum, nevndarforkvinna.
Ole Jensen, arkitektur á
Landsverk, varð settur sum
ráðgevi hjá nevndini. Í dag
hevur so landsstýrismaðurin
í mentamálum fingið handað
ávegis álit frá nevndini um
varðveiting av hvalastøðini
sum sjóvinnusavn.
Álitið vísir á, at hvala
støðin við Áir er varð
veitingarverd sum dømi um
ídnaðarsamfelagið, ið tók
seg upp í Føroyum síðst í
19. øld.
Tann einasta á
norðaru jarðarhálvu
Hvalaveiðan hevði stór
an týdning í tátíðar sam
felagnum, og hvalastøðir
vórðu bygdar um allan
heim. Sjey av teimum vóru
í Føroyum. Í dag er mest
sum øll hvalaveiða burtur og
harvið eisini tær allarflestu
hvalastøðirnar. Hvalastøðin
við Áir er seinasta hvalastøðin
í Føroyum og tann einasta, ið
er eftir á norðaru jarðarhálvu.
Á sunnaru hálvu eru hvala
støðir varðveittar í Albany,
í Avstalia og í Grytviken á
South Georgia. Hvalastøðin
við Áir er tí eisini varðveit
ingarverd sæð úr alheims
sjónarhorni.
Økið við Áir er væl egn
að til campingpláss, smá
bátahavn, matstovu og
ráðstevnuvirksemi og við
hvalastøðini sum høvuðs
atdrátti kann ymiska virk
semið í upplivingardeplin
um stuðla undir hvørt ann
að, so lønandi vinna fæst
burturúr.
Álitið staðfestir, at tað er í
tøkum tíma, at avgerð verður
tikin um, at hvalastøðin skal
varðveitast. Tørvur er tó á
nærri fyrireikingaraarbeiði
áðrenn endaligt uppskot um
savns og upplivingardepil
kann fyriliggja, og neyðugt
er við knappari millión kr.á
komandi løgtingsfíggjarlóg
til endamálið.
Niðurstøða
Mælt verður til:
•
at prinsippavgerð verð
ur tikin um, at hvala
støðin við Áir verður
varðveitt sum savn
•
at økið við Áir verður
skipað sum ein depil
fyri ferðavinnu og ment
anarsøguligum uppliv
ingum við serligum
atliti at sjóvinnu
•
at virksemið verður
skipað í samstarvi mill
um land, kommunu og
privata vinnu
•
at eitt stýri, útnevnt av
landsstýrismanninum í
mentamálum og Sunda
kommunu verður sett til
at standa fyri fyrireiking
ararbeiðinum
•
at ein játtan verður sett
á paragraf 7 í løgtings
fíggjarlógini áljóðandi
kr. 990.000 til ”Hvala
støðina við Áir” til
bráfangis viðlíkahald
og tøkniligt fyrireiking
ararbeiði.
•
at stýrið kannar møgu
leikar fyri eksternari
fígging til umvæling
av hvalastøðini og upp
bygging av sjóvinnu
savni
Sjóvinnu
savn og
upplivin
gardepil
við Áir
Armgarð Weihe, fulltrúi í Mentamálaráðnum, handar Jógvani á Lakjuni, landsstýrismanni í
mentamálum, ávegis álit um varðveiting av hvalastøðini sum sjóvinnusavn
Mynd: Álvur Haraldsen
Hvalastøðin við Áir. Hvalaveiðan hevði stóran týdning í tátíðar samfelagnum, og hvalastøðir vórðu bygdar um allan heim Myndir: Fornminnissavnið
Upplivingardepil við Áir