mánadagur 21. mai 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 95 - 21. mai 2007
tíðindi
Hægri inntøkur
í Klaksvík
Klaksvík: Skattainntøkan hjá Klaksvíkar kommunu
var omanfyri 10 mió krónur í apríl mánaði. Hetta eru
góðar 0,8 mió meiri enn í apríl 2006.
Inntøkurnar higartil í ár eru 40,7 mió kr., sum gevur
eina meirinntøku upp á sløk 8 % í mun til sama tíðar
skeið í fjør.
Saman við reguleringum av persóns og partafelags
skatti fyri farin ár, er samlaða skattainntøkan fyri apríl
10.118.576 mió krónur.
Í fíggjarætlanini fyri 2007 eru inntøkurnar mettar
til 127 mill. kr.. Verða tær eins góðar og higartil, kunnu
vit rokna við, at skattainntøkurnar verða 10 mió kr.
størri ella 137 mió kr., sigur Klaksvíkar kommuna.
Íløgutørvurin í kommununi er hinvegin stórur og
væntaða økingin fer óivað at koma væl við, tí nógvar
stórar verkætlanir liggja og bíða.
Nýggja vøggustovu
um eitt ár
Sandavágur: Samstundis sum fleiri sethús verða
bygd, er tørvurin á ansingarplássum eisini vaksin. Og
hetta hevur kommunan nú tikið fylgjurnar av.
Herfyri byrjaði arbeiðið uppá vøggustovuna, har
pláss íalt skal verða fyri 30 børnum. Vøggustovan
verður 260 fermetrar til støddar. Ætlanin er at hon skal
verða liðug um eitt ár.
Brandskeið fyri alla
bygdina
Selatrað: Tað er ikki á hvørjum degi at alt bygdarfólkið
sleppur á brandskeið. Hetta er kortini tað sum Skála
fjarðar Sløkkilið tekur stig til leygardagin 26. mai.
Henda dagin fáa øll á Selatrað møguleika at fáa
størri kunnleika um eld og eldsløkking, og síðani
sleppa tey bæði at sløkkja eld við brandteppi og við
eldsløkkjara.
Skeiðið, sum er ætlað bæði ungum og gomlum, varir
í einar tveir tímar. Hetta er ein partur av tí fyribyrgjandi
arbeiðinum hjá sløkkiliðinum og ein liður í tilbúgving
teirra.
Skálafjarðar Sløkkilið er sløkkilið hjá Nes, Sjóvar,
Runavíkar og Funnings kommunum.
Stutt Sagt
Leygarmorgunin var sannur
uppgangur í Kvívík.
Inni í bátahylinum vóru einir
tveir bátar koppaðir, og fyrra
partin henda dagin royndu
menn at fáa teir inn á land, so
at teir ikki skuldu gera størri
skaða. Løtu seinni fingu teir
báðar bátarnar upp á land.
Tað sjáldsama í hesum er, at í
grannabygdini Vestmanna var
fínasta veður. Hetta hóskaði
væl til stóra tiltakið – Báta
stevnuna – sum varð hildin
har um vikuskiftið.
sb.
Bátar fingu
skaða í Kvívík
Teir royna at fáa holvda bátin inn á land
Mynd: Jens Kr. Vang
Ógvusligt sær tað út
Mynd: Jens Kr. Vang