Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-21, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mai 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 tíðindi Nr. 95 - 21. mai 2007 Í fjør regnaði av grimd, og tað var kalt, men í ár eyd­ naðist væl við veðrinum, tá Føroya Ríðingarfelag skip­ aði fyri djóradøgum á rossa­ økinum í Havnadali leygar­ dagin og sunnudagin. Serli­ ga sunnudagin var veðrið av tí allarfagrasta, og hund­ ratals familjur nýttu høvi at síggja ross, hundar, mar­ svín, dunnur, gæs, slangur, fýrbein og onnur fýrfett djór. Børnini sluppu millum annað at ríða, hoppa á tram­ bolin og á hoppiborg. Í morgin verður stór myn­ dafrásøgn frá væleydnaða tiltakinum í Havnadali. Fólk í øllum aldri hugnaðu sær óført á djóradegnum í Havnadali í góðveðrinum í gjár. Til høgru ein av »the grand old men« í Føroya Ríðingafelag, Viljormur Tórsheim Mynd: Jan Müller Djóradagar í dýrdarveðri Kvøldseta í Mentunarhúsinum 2. hvítusunnudag 28. mai kl.16:00 skipar Kvøldsetusamtakið fyri sínum sjeynda tiltaki í Mentanarhúsinum við hesum nøvnum á skránni: Kenneth Jørgensen, ið hevur víst góðar gávur sum sjónleikari og sum hevur verið við í øllum sjónleikum, ið Fuglafjarðar Sjónleikarafelag hevur sett upp, síðan Mentanarhúsið var tikið í nýtslu. Lív Næs hevði ein av høvuðsleiklutunum, tá íð sangleikurin Fame vær spældur í Mentanarhúsinum. Hon hevur eisini framført saman við Jan á Líðarenda; millum annað livandi tónleikin í einari av seinnapartsendingunum hjá Útvarpinum í mars mánaða í ár. Í sínari skrá hevur Lív sangir líka frá Poul F. til Poul McCartney. Triðja navnið er Helgi Midjord, sum er kendur fyri sínar inniligu tulkingar og sítt góða gittarspæl. Helgi spælir mest egin løg til yrkingar hjá Janusi Djurhuus, Christiani Matras, Ismari Joensen, Poul F. og øðrum. Felagið Kvøldsetusamtakið varð stovnað í november í fjør og hevur sum endamál at fáa lív og innihald í Mentanarhúsið í Fuglafirði. Almenn móttøka var í fríggjadagin í barna­ garðinum í Nólsoy. Nógv fólk nýttu høvið at síggja sermerkta bygningin í Látrinum. móttøka Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Nógv fólk høvdu leitað sær niðan í nýggja barnagarðin í Nólsoy fríggjadagin, tá Tórshavnar Kommuna hevði boðið til almenna móttøku. Vælmannnað lið av býar­ politikarum og embætisfólki var komið úr Havn at vera við, og nólsoyingar sjálvir hildu seg heldur ikki aftur. Heðin Mortensen, borgar­ stjóri, legði fyri við at bjóða vælkomin og siga nøkur vælvald orð um sjálvan byg­ ningin, og síðani flutti Hild­ ur Eyðunsdóttir, forkvinna í mentamálanevndini í kom­ mununi fram røðu, har hon millum annað nevndi, hvør hevði staðið fyri arbeiði­ num, og at stovnurin er ein av teimum enn rættiliga fáu, ið lutvíst verður hitaður við sólorku. Eisini Maud Hansen, næstformaður í Pedagogfel­ agnum og sjálv nólsoyingur, bar fram kvøðu felagsins vegna. Undir hátíðarhaldinum var einki meiri náttúrligt, at nólsoyingurin Kim Hansen spældi og sang. Onkran sang eisini saman við barna­ garðsbørnunum í Látrinum, sum barnagarðurin eitur. Gestirnir fingu kaffi, køkur og annað at leska seg við. Móttøka í barna­ garðinum í Nólsoy Barnagarðurin í Látrinum í Nólsoy hevði móttøku fríggjadagin