Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-21, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mai 2007síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Størsta tivoli í Noregi nakrantíð kemur at standa uppi í Aker­ brygge í Oslo í summ­ ar, og har kunnu fólk m.a. royna størsta parisarahjól í Evropa. Harafturat verður ein stórur summarfesti­ valur á skránni í Oslo annað vikuskiftið í juni, har fólk kunnu royna mangt og hvat SUMMARKAPPINGIN Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Oslo er býurin, ið serliga hevur nógv at vísa innan mentan, søgu og list, men eisni ber til at vitja støð, har til ber at hugna og stuttleika sær. Tivoli verður í býnum Oslo hevur ikki sum stóru býirnir í Danmark nakað tivoli, sum stendur uppi alt árið. Men av og á koma tivoli á vitjan í býnum. Sum oftast standa hesi uppi eina tíð á Rådhusplassen í Oslo. Í summar kemur størsta tivoli í Noregi nakrantíð at standa uppi í Akerbrygge í Oslo í døgunum 24. mai til 17. juni. Til ber at royna størsta parisarahjól í Evropa, radiobilar umframt ein sera skjóttkoyrandi aktivitet, ið ikki er royndur áður. Umframt hetta er eis­ ini eitt tivoli til tey smáu við ymiskum spølum og karusellum. Vatnparkir og svimjihylar Í Oslo eru bert tvey vatnlond ella tvær vatnparkir, ið tær eisini verða kallaðar. Tey eru Frognerbadet og Tøjen­ badet um summarið, men umframt hesar eru fleiri sera væl dámdir svimjihylar, sum verða nógv vitjaðir bæði av ungum, børnum og barnafamiljum. Í hesum svimjihylum eru ymiskir hylar, bæði fyri børn og vaksin, boblibað, solarium, baðstova og heilsustudio. Í flestu svimji­ hylum eru eisini kaffistov­ ur. Stórur Summar­ festivalur í Oslo Í døgunum 8. – 10 er stórur Summarfestivalur í Oslo. Summarfestivalurin fevnir sera vítt. Har er okkurt til allar aldursbólkar, alt frá undirhaldi, tóneik, dansi, fiskikappingum, regatta og mati til ymiskar kappingar, gandakallar og heimsmet. Byrjað verður við regatta og ymiskum, ið hevur við havið at gera. Ymiskir fiska­ rættur verða borðreiddir í havnini, og ymiskir spenn­ andi aktivitetir verða fyri børnunum, t.d sleppa børn­ ini at royna Hoppibátin og at verða við í eini skattajakt. Ymiskt undirhald verður eisini á skránni, m.a. við norska sjómanskórinum. Í Karl Johansgata og á Universitetsplassen er ser­ ligur matdagur, har fólk sleppa at royna meira enn 400 ymiskar rættir, nógvir teirra eru økologiskir. Eisini verður høvi at royna seg sum kokk, og til ber at skaffa sær serliga rávørur, soleiðis at tú kanst royna tíni kokkaevni við hús. Leygardagin verður final­ an í landsumfatandi pitsa­ kappingini fyri ungdóms­ skúlanæmingar á Universi­ tetsplassen. Allar dagarnar verða familjuaktivitetir á Aker Brygge. Talan er um stutt­ ligar aktivitetir fyri alla familjuna, so sum minigolf, tekniverkstøð, andlitsmál­ ing og at læra at knýta knút­ ar. Í døgunum verður eisini roynt at gera nýtt heimsmet, og har kann ein og hvør vera við, tí ætlanin er at gera heimsin størsta hjarta við teimum fólkum, ið eru til staðar. Á Rådhusplassen og á Nobels Fredssenter verður ymiskt á skránni. T.d verður ein stór barnaframsýning um umhvørvi og veðurlag sýnd fram í Nobels Freds­ senter, og á Rådhusplassen verður ymiskur tónleikur á skránni. Tey ið framføra eru bæði einstaklingar og bólk­ ar úr Noregi og aðrastaðni. Eisini verður dansur og dramaframførsla at síggja. Í bløðunum, sum koma út restina av vikuni, kunnu tit lesa enn meir um norska høvuðsstaðin, Oslo, og teir møguleikar, sum býurin hevur at bjóða ferðafólki. Oslo: Tivoli og summfestivalur í Oslo Puntur nummar 10 av 23 FAKTA Oslo er høvuðsstaður í Noregi. Býurin liggur við Oslofjørðin, umgyrdur av fjøllum. Áðrenn 1925 æt býurin Kristiania, uppkallaður eftir Christian 4., kongi. Í Oslu eru umleið 500.000 íbúgvar. Frognerbadet er ein av tveimum stórum vatnlondum í Oslo, sum hava opið um summarið. Her síggja vit bæði stór og smá hugna sær í vakra vatnlandinum