týsdagur 22. mai 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 96 - 22. mai 2007
Djór og børn
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
myndir: Jan Müller
Umleið 5000 fólk, her ser
stakliga børn úr øllum land
inum leitaðu sær út í Havn
ardal í vikuskiftinum at hug
na og stuttleika sær saman
við alskyns djórum. Føroya
Ríðingarfelag hevur tíggju
ár á rað tikið stig til hetta
frálíka tiltak, sum setir nát
túru og djór á dagsskránna
– nakað annað enn tey eru
von við í gerandisdegnum.
–Vit vilja vísa børnunum
og teimum ungu, at tað er
ein onnur verð til enn teldu
spøl sigur ein væl nøgdur
formaður í Føroya Ríðingar
felag, Hans Vilhelm Lützen.
Hann hevur alla orsøk til at
vera nøgdur, tí tað var av all
ar
besta
summarverðri
hesar
barna
og
djóradagarnar í Havnardali.
Og tað var eisini orsøkin
til, at heili 5000 fólk, ikki
bert úr høvuðsstaðnum men
úr øllum landinum, leitaðu
sær
til
Havnar
hesar
dagarnar. Endamálið við
tiltakinum er fyrst og fremst
at lata børn síggja tey
mongu djórini í Havnarda
li, hestar, lomb, kálvar,
hundahvølpar, gása, dun
nu og høsnarungar, slangur,
marssvín,
geitir,
fuglar
oma. Men fyri at børnini
ikki skulu keða seg við
langu
bíðirøðirnar
til
høvuðstiltakið,
nevniliga
ponyríðing,
er
eisini
møguleiki at royna karru
sellir, hoppuborgir ol. Eisi
ni kemur felagshúsið hjá
Ríðingarfelagnum,
sum
kommunan leigar til frítíð
aransing, sera væl við til
slíkt tiltak.
Peningurin, sum kemur
inn, fer til at hampa um
økið í Havnardali og til
bygging av stórari høll, sum
Føroya Ríðingarfelag letur
byggja. Hon verður innilok
að í ár. Hans Vilhelm sær
fram til, at høllin verður
klár til at taka í brúk, tí hon
verður sera hent til slík til
tøk sum hetta eisini , ser
stakliga um váttveður er.
Einir 100 limir í Føroya
Ríðingarfelag hjálptu til at
gera hesar dagarnar hugna
ligar og ógloymandi fyri
mongu fittu børnini, ið vit
jaðu saman við foreldrum.
5000 til djóradagar
í Havnardali
Bíðirøðin til ponyríðingina í Havnardali sunnudagin var sera langur, men eingin var við sviðið soð