Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-22, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mai 2007síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 96 - 22. mai 2007 35 lýsingar Sethús á Velbastað til sølu Hesi húsini (matr.nr. 17) á Velbastað eru til sølu um hóskandi boð fæst. Byggiár: í 1979 Miðhædd: Stór stova við útgongd til altan, køkur, hjúnarrúm, 2 kømur, stórt baði­ rúm og eitt lítið wc, tveir gangir, durur og hjallur. Loft: Stórt stovurúm við útgongd til altan, tvey kømur og óinnrættað baðirúm. Kjallari: Óinnrættaður. Áhugaði kunna ringja á tlf. 215800 Hvítusunnustevna 2007 Í skúlahøllini í Kollafirði 24. - 28. mai Vælkomin til stevnudagar at hoyra boðskapin um Jesus Kristus gjøgnum sang, talu og vitnisburð. Høvi verður at koma til forbøn og samtalu um andaligar spurningar. Kom og lýð á boðskapin um tað profetiska orðið: “Á hinum evstu døgunum, sigur Guð, tá skal eg hella út av anda mínum yvir alt hold”. Skráin Hósdagin 24. mai kl. 21 Bønarmøti í missiónshúsinum Fríggjadagin 25. mai kl. 20 Stevnan verður sett í skúlahøllini Leygardagin 26. mai kl. 20 Møti í skúlahøllini 1. Hvítusunnudag 27. mai kl. 20 Møti í skúlahøllini 2. Hvítusunnudag 28. mai kl. 18 Møti í skúlahøllini Hesi luttaka við sangi, talu og vitnisburði: Árni Kjærbæk, Thomas J. Askham, Martin Olsen, Ása Eikholm, Magnus P. Johannesen, Magnus Simonsen, Jóanes Fonsdal, Ólavur Jacobsen, Jógvan Lamhauge, Regin Drangberg, Elisabeth Leo, Rúni Winther, Nimrod Midjord, Oasu-brøðurnir, Ekklesia, Hanna og Terji Jacobsen, Streingjakórið í Kollafirði, Hallmar og Hedvig Winther. Eftir hvørt møti í skúlanum er eftirmøti í missiónshúsinum við nógvum sangi og fríum vitnisburði. Ein drekkamuður verður eisini. Innsavnan verður á møtunum leygarkv., sunnukv. og mánakvøld. Verið øll hjartaliga vælkomin til stevnuna í Kollafirði. »Jesus Kristus er í gjár og í dag hin sami og um allar ævir« (Hebr. 13:8). Stýrið fyri missiónshúsið Frítíðaravloysarar Søkt verður eftir 2 frítíðaravloysarum at byrja sum skjótast. Starvstíð: Frá 1. juni til 1. oktober 2007 Starvsøki: Sløkkiliðsmaður/-kvinna (lækna- váttan og koyrikort til lastbil krevst), trygd- areftirlit og annað fyrifallandi arbeiði. Umsóknarfreist: Umsóknir skulu verða okk- um í hendi í seinasta lagi týsdagin 29. mai 2007. Merkið brævbjálvan »Umsókn«. Um tú hevur fyrispurningar, so vinarligast set teg í samband við Jóannes Ortind ella Finnboga Niclasen á tlf. 354400. Vága Floghavn Ogn til sølu á Selatræð Ognin á Matr. nr. 67b verður seld um hóskandi boð fæst. Ognin er ein 10.000m2 trøð, við sethúsi, hoyggjhúsi, neystagrund og hjalli.Vælegnað til summarhús. Ring tlf. 456831 ella 220086. Internet L e i ð a r i til Látipípuna Hervið verður søkt eftir leiðara til dagstovnin Látipípuna í Vestmanna at arbeiða 40 tímar um vikuna. Leiðarin skal hava námsfrøðiliga útbúgving, og starvið verður sett frá 1. august 2007 at rokna. Látipípan er ein stovnur við 20 útibarnagarðs­ børnum í aldrinum 5 til 7 ár og frítíðarstovu við 25 børnum í 1. og 2. flokki. 8 starvsfólk eru tilsamans í Látipípuni. Útibarnagarðurin er í Miðalsbrekku – í vøkrum náttúruumhvørvi ímillum Hórará og Gjógvará og tætt við hagan. Í útibarnagarðinum leggja vit dent á: • gott foreldrasamstarv • virðing fyri tí einstaka barninum • upplivingar í náttúruni • at búgva børnini til at fara í skúla Frítíðarstovan heldur til í einum sethúsum Inni á Fjørð ­ tætt við Fossá, fjøruna og sandin. Í frítíðarstovuni leggja vit dent á: • gott foreldrasamstarv • virðing fyri tí einstaka barninum • upplivingar saman við javnaldrum • at læra tey at virða hvønn annan • at hava tað stuttligt saman Leiðararnir í Vestmanna eru í einum leiðarabólki saman við leiðarum úr Suðuroynni, Sandoynni, Vágoynni og Kvívík. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Maluna Stórá á tlf 230145 ella t­post ms@vestmanna.fo. Skrivlig umsókn við prógvi og møguligum við­ mælum skal verða kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 18. juni 2007, kl. 12:00. Vestmanna Kommuna