Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-22, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mai 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 96 - 22. mai 2007 ] SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Tað munnu verða fá venjarastørv í landinum, sum eru so krevjandi sum venjarastarvið í KÍ Eyðun Klakstein, KÍ-venjari Talan verðum um knallharðan dyst, tá føroyska U-21 lands- liðið fyri fyrstu ferð skal royna seg Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo - Vit kunnu rokna við at standa á einum veldugum leikvølli í Zagreb við einum 30-35 hitastigum. Og har mótstøðum telist millum bestu U-landslið í Europa. So tað er greitt, at talan er um stóra uppgáva. Soleiðis tók BillMcLeoud Jacobsen til, tá hann týsdag- in kundi kunngera fyrsta U- 21 hópin í føroyskari fót- bóltssøgu. Saman við Heðini Ask- ham skal Bill taka sær av liðnum, og hóast mótstøðan er stór, so ivast teir ikki í, at hetta verður mennandi fyri spælararnar. - Fyrstu dystirnir eru Kroatia og Albania á útivøl- li. Kroatar eru millum bestu U-21 liðini í Europa, meðan Albania ikki er heilt so sterkt. Hartil hava vit Italia, sum hevur verið í fimm av seinastu sjey EM-finalun- um, Grikkalands, sum er rættiliga sterkt og so Azer- badjan, sum vit ikki kenna tað heilt stóra til. - Ítróttarliga málið er fyr- st og fremst at menna kom- andi A-landsliðsspælarar. Tí kanst tú siga, at úrslitini ikki koma í fremstu røð, men eingin skal ivast í, at vit fara eftir øllum tí, sum vit kunnu fáa. Tað er eisini ein veldugur styrkur í so máta, at flestu spælararnir hava roynt seg á yngri lands- liðum. Tað ger teir munandi betri førar fyri at standa seg móti avbjóðingunum. Og við U-21 fáa teir enn betri møguleika at menna seg til komandi A-landsliðsspælar- ar. Spælararnir á U-21 lið- num eru føddir í 1986, ’87 og ’88. Hjalgrím Elttør hevur prógvað, at hann vil stríðast fyri landsliðs- plássinum, og á mið- vøllinum er stríðsvil- jin hjá Paula G. Han- sen meira verdur enn bóltførleikin hjá Tem Hansen Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Týsdagin hevði Jógvan Martin Olsen, landsliðsven- jari, tíðindafund í FSF-hús- inum. Á skránni var úttøku av A-landsliðshópinum til dystirnar móti Italia og Skotlandi. Hópurin telur 20 spælarar, umframt Fróða Benjamin- sen, sum er leikbannaður til dystin móti Italia. Tað verð- ur tó roknað fyri givið, at Fróði er við aftur, tá Skot- land stendur fyri framman, og tí rúmar úttøkan 21 mans. Júst leikluturin hjá Fróða var eisini nakað, sum Jóg- van Martin Olsen legði stór- an dent á. - Tað er kanska tann størs- ta rokadan, sum eg havi gjørt, tá eg flutti Fróða aftur í verjuna. Men hann hevur gjørt eitt framúr arbeiði. Ikki bara sum spælari, men eisini sum leiðari á og uttan fyri vøllin. Tí er tað ein stór- ur smeitur, at hann ikki er tøkur móti Italia, men tað hjálpir tó væl, at Jón Rói veruliga tykist vera komin seg eftir sín skaða. Stríðsmenn á miðvøllin Tað er annars á miðvøllinum, at størstu broytingar eru at síggja. Nýggj andlit eru her Pauli G. Hansen, Bergur Midjord og Hjalgrím Elttør, og landsliðsvenjarin tóktist avkláraður um hesar úttø- kurnar. - Pauli var vigaður í mun til Tem Hansen. Her mettu vit, at dygdirnar hjá Paula eru týdningarmiklari móti so sterkari mótstøðu, sum Italia er. Bergur hevur verið at kalla støðugt skaddur, síð- ani venjingarleguna í fjør, og hjá okkum er tað bara gleðiligt, at hann nú aftur er við. Og Hjalgrím hevur veruliga prógvað, at hann skal roknast við. Vit mettu ikki, at hann spældi væl í fjør, og hóast hann skifti til NSÍ, so fekk hann greitt at vita, at hann fyrst skuldi prógva, hví hann skuldi koma aftur í hópin. Og tað hevur hann gjørt fyrstu 10 umførini í Formula-deildini, sigur Jógvan Martin. Og so fegnaðist venjarin annars um, at eitt U-21 landslið nú eisini er komið á vøllin. Ikki minst, tí hetta ger tað lættari at menna spælarar, og tí úttøkan sum so kanska verður lættari hjá A-landsliðnum. - Tá vit ikki hava havt eitt U-21 landslið, so hevur tað verið ein skylda hjá A- landsliðsvenjaranum at hugsa longur fram. Og til dømis vildi ein málverji sum Gunnar Nielsen abso- lutt verið roknaður við, tá varamaðurin hjá Jákupi skuldi kjósast. Men tað er givið, at tað er nógv meira mennandi fyri spælaran, at spæla tveir heilar dystir á U-21, heldur enn at sita á beinkinum á A-landsliðnum, sigur Jógvan Martin Olsen. Stríðsviljin í fremstu røð A-landsliðið Málverjar Jákup Mikkelsen, B36 Meinhardt Joensen, KÍ Verjuspælarar Jón Rói Jacobsen, AaB Fróði Benjaminsen, B36 Atli Danielsen, BK Frem Marni Djurhuus, EB/S Mortan úr Hørg, HB Rasmus Nolsøe, HB Óli Johannesen, TB Miðvøllur Súni Olsen, AaB Bergur Midjord, B36 Mikkjal Thomassen, B36 Jákup á Borg, HB Sámal Joensen, GÍ Símun Samuelsen, Keflavík Hjalgrím Elttør, NSÍ Pauli G. Hansen, Skála Álop Christian Høgni Jacobsen, HB Andrew av Fløtum, Fremad Amager Christian Holst Lamhauge, Lyngby Rógvi Jacobsen, HB ——————————————————————— U-21 landsliðið Málverjar Gunnar Nielsen, Frem Símun Rógvi Hansen, B71 Verjuspælarar Jónas T. Næs, Fremad Amager Einar Hansen, NSÍ Jóhan T. Davidsen, NSÍ Poul Thomas Dam, HB Fritleif í Lambanum, ÍF Sigmund Jacobsen, KÍ Miðvøllur Levi Hanssen, Skála Jóhan V. Gunarrsson, B36 Bogi Løkin, NSÍ Emil N. Leifsson, HB Magnus Olsen, B71 Pætur T. Jørgensen, HB Álop Páll M. Joensen, HB Jón Krosslá, VB/Sumba Kristoffur Jakobsen, KÍ Tummas Hans Rubeksen, AB FAKTA Byrja í Kroatia Við góðum avrikum fyri NSÍ hetta kappingarárið hevur Hjalgrím Elttør aftur vunnið seg inn í landsliðshitan