týsdagur 22. mai 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 96 - 22. mai 2007
tíðindi
Isle og Skye - oyggin Skye
er størsta oyggin í skotska
oyggjabólkinum
Innaru
Hebridunum. Oyggin, ið
liggur beint innanfyri Ytru
Hebridirnar – ella Suð-
uroyggjar, ið føroyingar
plaga at kalla tær – er serliga
víðagitin fyri whisky-virkið
Tallister. Men Oyggin
Skye er eisini ein gomul
mentanaroyggj, ið hóast hon
telur minni enn 10.000 fólk,
hevur sítt egna fróðskapar-
setur, Sabhal Mòr Ostaig.
Í døgunum 11. til 14. mai
var ein bólkur av føroyingum
á vitjan á Isle of Skye. Við
í ferðalagnum vóru millum
annað Jógvan á Lakjuni,
landsstýrismaður
við
mentamálum, Óli Jacobsen,
fyrrverandi formaður í
Fiskimannafelagnum, og
Jóan Paula Joensen, rektari
á Fróðskaparsetri Føroya.
Millum annað var før-
oyska ferðalagið á vitjan á
Fróðskaparsetrinum Sabhal
Mòr Ostaig. Hetta Fróð-
skaparsetrið er stovnsett við
eini líkandi grundgeving
sum Fróðskaparsetur Føroya
á sinni varð grundað á, nevni-
liga at menna og styrkja mál,
mentan og mentanararv.
Hetta verður gjørt við at
bjóða út ymiskar lærugreinir
í gæliskum máli, umframt
við at vera ein aktivur leikari
í samfelagslívinum á Oynni
Skye.
Sabhal Mòr Ostaig er ein
partur av UHI-samstarvinum,
ið er eitt samstarv millum
fimtan vitanarstovnar í regióni
Higlands and Islands um at
bjóða fram útbúgvingar- og
granskingarmøguleikar í
regiónini. Umframt hetta skal
Fróðskaparsetrið á Skye vera
við til at betra um búskapin
á oynni og harvið at økja
um fólkatalið í oynni, ið var
niðri at venda á einans 7.000
fólkum í 70’árunum.
Útbúgving og
gransking – ella
bara áhugi
Millum lærugreinarnar, ið
verða boðnar út á Sabhal Mòr
Ostaig eru kommunikatión,
fólkatónleikur, mál og
mentan, norðuratlantsfrøði
og fjølmiðlafrøði, ið eru
á bachelorstøði. Eisini er
masterlestur í fólkalívsfrøði
og umhvørvisfrøði.
Umframt
hetta
ber
sjálvandi eisini til at læra
gæliskt heilt frá botni, eins
og til ber at taka skeið í
gæliskum tónleiki og dansi.
Jóan Pauli Joensen, ið var
millum gestirnar á oynni
Skye, heldur, at føroyingar
eiga at troyta møguleikarnar
fyri at taka stytri ella longri
skeið á Sabhal Mòr Ostaig.
- Tey sum standa fyri
Sabhal Mòr Osteig eru sera
áhugaði í at fáa føroyngar at
koma at lesa á fróðskaparsetri
teirra í eitt tíðarskeið, greiður
Jóan Pauli frá.
- Teir hava góðar studenta-
bústaðir og eitt yvirskot av
studentaíbúðum, so har er
lætt at fáa innivist.
Við 30 búplássum til
studentar, hevur Fróð-
sparsetrið á Skye góðar
møguleikar at bjóða fólki
at vitja stytri tíðarskeið.
Meiri kann lesast um
útbúgvingarmøguleikarnar
á www.smo.uhi.ac.uk.
- Fróðskaparsetur Føroya
vil sýn lesandi vælvild, um
lesandi vilja nýta skeið frá
Fróðskaparsetrinum á Skye
sum partur av teirra útbúgving
á Fróðskaparsetrinum, sigur
Jóan Pauli Joensen. ECTS
stig vilja vanliga verða
latin í mun til longdina á
skeiðinum.
Stuðul verður latin til
ferðing, uppihald og lestur
eftir vanligum reglum.
Fróðskaparsetur Føroya og
Altjóða Skrivstovan eru altíð
til reiðar at hjálpa áhugaðum
við umsóknum og øðrum
praktiskum.
Gælisk mentan
og Føroyar
Skye hevur fast samband
við skotska meginlandið,
og Fróðskaparsetrið liggur
sunnast á oynni, haðani
til ber at koyra fram við
kenda vatnið Loch Ness til
Inverness – høvuðsstaðin í
Higlands við skotsku eystur-
strondina. Uppaftur nærri,
stutt sunnanfyri Skye liggur
býurin Fort William við
skotsku vesturstrondina.
Frá norðurendanum av oynni
Skye ber til at sleppa við
ferju út á Ytru Hebridirnar.
Skye hevur mangt og hvat
at bjóða. Oyggin er kend
fyri sín náttúruvakurleika,
sína søgu og sítt djóralív.
Tí er oyggin í sær sjálvum
verd. eina longri ella stytri
vitjan. Men at tað eisini
finst eitt Fróðskaparsetur
á oynni, ger at oyggin er
tvífalt áhugaverd. Fyri
málfrøðingar, fornfrøðingar
og søgufrøðingar er tað
upplagt at leita sær til Skye
Sabhal Mòr Ostaig at nema
sær førleika í gæliskum. Hetta
er bæði galdandi fyri útbúnar
frøðingar, ið vilja læra nakað
nýtt og – ikki minst – fyri
lesandi, ið hava áhuga fyri at
granska keldur, ið einans eru
tøkur á gæliskum máli.
Hesi seinastu árini hava
søgu- og fornfrøðingar
ávíst, at sambandið millum
norðbúgvar og keltisku
fólkasløgini í Skotlandi og
Írlandi hevur verið størri og
meiri jaligt enn vit higartil
hava hildið. Vanliga fatanin
av at norðbúgvar og keltar
einans hava ligið í orrustu
við hvønn annan, vísir seg at
vera ósonn. Stóru málsligu
og fornfrøðiligu leivdirnar av
keltiskari mentan í Føroyum
benda á, at norðbúgvar hava
samskift og handlað nógv
við keltar.
VIND en tur i
helikopter
© Tankegang 70 12 44 12
Kom til uddannelsesdag på Inspektionsskibet
HVIDBJØRNEN
Opleve en
spændende sejlads
i gummibåd, prøve
røgdykkerudstyr eller måske
være blandt de heldige der vinder
en flyvetur med helikopteren.
Frømandskorpset viser noget af
deres udstyr og våben frem.
Information om de
uddannelsesmuligheder
søværnet tilbyder.
vi besøger:
29. maj kl. 09.00-12.00: Tórshavn
30. maj kl. 09.00-12.00: Tveraa
31. maj kl. 09.00-12.00: runavik
1. juni kl. 09.00-12.00: klaksvik
Kontaktinfo:
Tilmelding skal ske gennem egen skole, alternativt
direkte til Færøernes Kommando på frk@frk.fo
eller på telefon +298-341420
Isle of Skye – ein
spírandi vitanaroyggj
Isle of Skye – stóra oyggini
mitt á myndini – liggur skamt
á skotsku eystrustrondini.
Ytru Hebridirnar liggja
uttanfyri og verja móti
Atlantshavinum
Sabhal Mòr Osteig – Fróðskaparsetrið á Skye. Rundi
bygningurin høgrumegin eru studentaíbúðir