Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mars 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 57 - 22. mars 2001 3 2 Nr. 57 - 22. mars 2001 gult cyan magenta svart Leygarkvøldið 24. mars kl 21.00 skipar Grót fyri stór- ari rokk-konsert í losjuni í Gøtu. Tað verða prix-aktuellu Flux, Happy og Deja Vu sum fara á pallin. Flux vunnu sum kunnigt Prix-undanumfarið á Strondum í ár og vunnu sær pláss í finaluni. Hinir báðir bólkarnir fingu eisini sera góð ummæli frá luttøku í Miðvági, sum var sagt at vera harðasta umfarið í ár. Grót fara at skipa fyri fleiri konsertum í næstum. Endamálið er at fáa bólk- arnir at halda áfram við at spæla, eisini eftir at Prix er liðugt. – Tað eru alt ov nógvir góðir bólkar, ið blóma upp tá Prix kappingin er, men sum mangla umstøður at framføra í annars. Hetta royna tey í Gróti at gera nakað við og halda bólkarnar upptiknar við spælingum, so alt arbeiðið, teir hava lagt í til kapp- ingina, ikki fer fyri skeytið. – Sostatt fara vit at hava so nógvar konsertir sum gjørligt frameftir, soleiðis at teir bólkar í Føroyum, sum ynskja at framføra eg- ið tilfar, sleppa framat og hava ein pall at framføra á, siga tey frá Grót. Nærri verður at frætta so hvørt sum nøvnini koma á plakatina fyri tær komandi konsertirnar. Men sum sagt verður byrjað leygarkvøldið kl 21.00 við Flux, Happy og Déjà Vu. Tíðindaskriv: Flux, Happy og Déjà Vu í Losjuni Bólkurin Flux vann undankappingina, sum var á Strondum. Teir verða við á konsertini í losjuni í Gøtu leygarkvøldið Menn frá norska felagnum AGR hava verið í Føroyum og greitt frá, hvussu sleppast kann undan dálking, tá borað verður eftir olju. Lorturin verður sogin upp og ikki tveittur út á havbotnin UMHVØRVI Edvard Joensen Lorturin skal dustsúgvast upp av havbotninum, tá borað verður eftir olju í framtíðini. Stutt og greitt. Soleiðis verður tað í hvussu er, stendur tað upp til norska felagið AGR Ser- vices, sum hava gjørt eina skipan, sum skal halda um- hvørvið rundan um bori- pallarnar reint. Týsdagin vóru tveir mans frá AGR í Føroyum og greiddu frá hesi skipan, teir hava gjørt og fingið patent uppá. Skipanin verður roynd í Norðsjónum í summar við eini boring hjá BP-Amoco, og skal útgerð- in tá standa sína roynd, sigur Geir Nordahl-Peder- sen, stjóri í AGR. Felagið AGR hevur spe- sialiserað seg til at halda umhvørvið við boripall- arnar reint. Teir hava gjørt eina skipan, sum teir á norskum nevna »Null ut- slipp«. Tað merkir stutt og greitt, at alt avfall, sum kemur frá eitt nú einum boriholi, verður tikið upp og burturbeint forsvarliga. Nógv avfall í Norðsjónum Tað er soleiðis, sigur Geir Nordahl-Pedersen, stjóri í AGR, at tað liggja eini 800.000 rúmmetrar av av- falli frá boriholum á botni ínorska partinum av Norð- sjónum. Men upp aftur verri stendur til í bretska partinum, har er nøgdin heilar 1,2 milliónir rúm- metrar. Vanligt hevur verið sigur Geir Nordahl-Pedersen, at so hvørt sum borað verður, verður avfallið bara slongt brutur frá holinum, og so liggur tað sjálvandi og hópar seg upp aðrastaðni. Og tað er greitt ávíst, at hetta hevur havt ávirkan á umhvørvið. Bæði djóra- og plantulívið eru merkt av hesum, sigur hann. Hann vísir á, at fara før- oyingar nú at bora eftir olju í vinnuligum høpi, kann kortini roknast við, at um eini 20-30 ár, ella kanska 50, um tað stendur heilt væl til, er hetta tilfeingið brúkt upp. Og tá fara føroyingar ivaleyst aftur at dúva upp á fiskivinnuna, sum tá helst skuldi verið til. Men tað kann skaða øgi- ligt, um vit ikki, beinanveg farið verður undir boringar, hugsa um, hvussu verður í framtíðini. Tí drepa vit umhvørvið nú, verður einki at vinna seinni. Og her kann AGR koma inn í myndina og hjálpa upp á trupulleikan. Felagið hev- ur gjørt ein stóran dust- súgvara, sum tekur avfallið frá boriholunum umborð á skip ella pallar, alt eftir, hvar pumpur og slangur eru. Síðan verður tað beint burtur soleiðis, at tað ikki er til ampa fyri umhvørvið. Til dømis við at fylla í aftur gomul borihol, sum eru frágingin. Soeliðis kann dustsúgvarin á tvinnanda hátt gera nyttu, greiðir Geir Nordahl-Pedersen, stjóri í AGR, frá. Eiga at seta krøv Geir Nordahl-Pedersen ásannar, at hendan skipanin fer at dýrka útvinningina nakað. Men spyr samstund- is hvønn prís vit tosa um. Er tað í krónum fyri at sleppa at bora, ella er tað í umhvørvi, sum vit seinni skulu liva við? Sjálvur er hann ikki í iva um, at myndugleikarnir eiga at seta krøv til teirra, sum fáa boriloyvi, sigur hann. Hann hugsar ikki bara um tey feløg, sum skjótt fara at royndarbora undir Føroyum, uttan um alla oljuvinnuna yvirhøvur. Tað hevur leingið verið arbeitt við at finna eina loysn upp á tann trupul- leikan, sum eyðsýndur er á økinum. Men enn er eingin komin so langt við nøkrum úrsliti, sum AGR nú er, og sum teir eisini hava fingið patent uppá. Geir Nordahl-Pedersen greiðir frá, at oljufelagið Shell eisini hevur arbeitt við onkrum, sum líkist hesum og hevur brúkt 350 milliónir upp á tað. Men tá teir sóu hesa útgerðina, AGR hevur funnið fram til, legði Shell sína egnu ætlan burtur, sigur hann. Og myndugleikarnir skulu vyirhøvur ikki vera bangnir fyri at seta krøv til teirra, sum fara at bora. Tað er heilt vanligt, og sum tað eigur at vera, sigur stjórin í AGR. Oljufeløgini kenna væl sínar treytir, og tey ganga undir tær uttan at mukka, um tey veruliga halda, at nakað er at fara eftir. Tað er eingin ivi um tað, sigur Geir Nordahl- Pedersen. Men tað kunnu eisini vera pengar at spara hjá oljufeløgunum, um tey hava slíka útgerð. Eitt, sum søkjast skal um, er vanliga eitt loyvi til at sleppa av við avfallið frá boringunum. Og tað hevur víst seg mangan at ganga seint við viðgerðini av slík- um loyvum hjá myndug- leikunum. Um nú felagið einki avfall hevur at koyra burtur, er ikki neyðugt við hesari umsóknini, og byrjast kann at bora beinanveg. Og spard tíð er spardir pengar. Og spardir pengar eru aftur vunnir pengar. Og í hesari verðini verður viðhvørt talað um nógvar pengar, sigur Geir Nordahl-Peder- sen, stjóri í norska felag- num AGR, sum býður fram umhvørvisvinarliga boriút- gerð til oljuvinnuna. Tað er tangaskipareiðarin Hans Pauli í Horni, sum umboðar AGR í Føroyum og sum eisini hevði fingið vitjanina í lag. Oljuvinnan skal vera rein Sveinung Olsen og Geir Nordahl-Pedersen frá norska felagnum AGR, hava verið í Føroyum og greitt frá nýggjari útgerð, sum skal halda umhvørvið við boripallarnar reint Mynd: Jens K. Vang Hans Pauli í Horni, h.m., er umboðsmaður hjá AGR í Føroyum Mynd: Jens K. Vang