týsdagur 22. mai 2007síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Oslo er ein býur, har tú
kanst uppliva mangt og
hvat. Millum annað hevur
býurin nógv kend søvn og
nógvar kendar kirkjur, og
vit fara at hyggja eitt
sindur at nøkrum av
kendastu kirkjunum í
norska høvuðsstaðnum
SUMMARKAPPINGIN
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Oslu hevur eins og nógvir aðrir
stórbýir nógvar gamlar kirkjur, ið
eru áhugaverdar fyri ferðafólk at
vitja. Umframt dómkirkjuna, so
eru kirkjur í býnum, ið stava heilt
frá 1100-talinum, og hóast allar
eru umbygdar, so er tó okkurt eft-
ir av tí upprunaliga.
Dómkirkjan
Fert tú ein gongutúr í miðbýin í
Oslu, ber til at hyggja inn í Oslo
dómkirkju, ið liggur tætt við sjálv-
an miðbýin. Kirkjan er ikki bert
dómkirkja í høvuðsstaðnum, men
er eisini týdningarmikil fyri
almenna Noregi. Í hesari kirkjuni
fara týdningarmiklar hendingar í
samband við kongshúsið, Stór-
tingið og stjórnina fram.
Kirkjan er bygd í 1667, men
verður í løtuni sett í stand.
Dómkirkjan í Oslo er ein opin
kirkja. Øll skulu hava møguleika
at koma í kirkju hvønn dag. Enda-
málið er at hava eitt trygt stað í
miðbýnum, sum tú kanst vitja, tá
tú hevur hug til tess. Kirkjan er
opin allar dagar í árinum ímillum
kl. 10 og 16. Umframt gudstænast-
ur verður eisini skipað fyri konsert-
um, og kirkjan hevur egið kór,
Oslo Domkor.
Í gomlum døgum varð tornið
nýtt sum brandtorn. Ofta herjaðu
eldar í Kristiania, sum býurin æt.
Tað var tí av stórum týdningi fyri
brandliðið í býnum, at fastar vakt-
ir hildu vakt upp í torninum, tí
haðani høvdu tær gott útsýni yvir
allan býin.
Kirkjan er broytt innan fleiri
ferðir, síðan hon varð bygd. Sein-
ast, ið hon varð broytt, var í 1950.
Prædikastólurin í kirkjuni, sum er
komin úr Hollandi, er líka gamal
sum kirkjan sjálv. Hann er gjørdur
í stand, men hevur varðveitt sína
upprunaligu útsjónd. Altartalvan
er frá 1700 og doypifonturin frá
1721.
Oslo dómkirkja hevur eitt nýtt
konsertklokkuspæl við 48 klokk-
um. Klokkuspælið er ein gáva til
kirkjuna. Tann størsta klokkan
vigar 680 kilo og tann minsta 7
kilo
Beint aftan fyri Oslo dómkirkju
ber til at vitja gomlu basarhøllirnar
frá 1848. Tær liggja í einum grøn-
um, friðarligum umhvørvi beint
aftan fyri kirkjuna mitt ímillum
tær ferðamiklu gøturnar í miðbý-
num. Her ber til at njóta góðar
matstovur, bæði úti og inni ella
hyggja
eftir
teimum
mongu
ymisku framsýningunum, serliga
innan brúkslist.
Clemens kirkjan
Oslo Dómkirkja er tó ikki einasta
kenda kirkja í norska høvuðsstað-
um. Clemens kirkjan er ein stein-
kirkja frá 1100-talinum. Clemens
kirkjan var sóknarkirkja fyri sunn-
ara part av býnum. Hildið verður,
at tvær trækirkjur hava staðið á
sama stað undan hesari kirkjuni.
Kirkjan hevði tvey skip, men hild-
ið verður, at rúmið, har vanliga
kirkjufólkið kom, var tvíbýtt.
Kirkjan hevur ikki hválv í taki-
num, so takið hevur helst verið
nýtt til lagur fyri ymiskar vørur.
Kirkjuruinin frá miðøld er nú
sett í stand og er vorðin ein partur
av Oslo Miðaldarbýi. Undir ruin-
ini er landsins elsti varðveitti
kirkjugarður.
Gamla Aker kirkjan
Gamla Aker Kirke stendur ovast á
brøttu, vøkru brekkuni, Telthus-
bakken, sum er ein av teimum
hugnaligastu, gomlu gøtunum í
Oslu, sum eru varðveittar. Telthus-
bakken var høvuðsvegurin vestur-
eftir í 1500-talinum.
Gamle Aker kirke er bygd í
1100-talinum og er elsti bygningur
í Oslo. Søgnin sigur, at undir
gomlu Aker kirkjuni vóru fýra
drekaholur. Ein vælvaksin dreki
ansaði einum silvurskatti, sum
varð fjaldur undir kirkjuni. Eisini
varð sagt, at kirkjan stóð á stólp-
um, sum vóru úr gulli. Undir
stólpunum var ein lítil tjørn, har
fýra gulldunnur svumu.
Gamle Aker Kirke er gjørd í
stand. Hon var í sera ringum
standi, bæði orsakað av álopum
og eldi.
Puntur nummar 11 av 23
Oslo:
Dómkirkjan – ein opin kirkja
FAKTA
Høvuðstaður í Noregi:
Oslo
Íbúgvaratal:
500.000
Dómkirkja:
Oslo domkirke,
bygd í 1667
Aðrar kendar kirkjur:
Clemens kirken og
Gamle Aker kirke
Í Oslo dómkirkju fara nógvar týdningarmiklar hendingar í samband við kongshúsið, Stórtingið og stjórnina fram.
Hetta er tó bert ein av fleiri kendum kirkjum í Oslo