Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mai 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 97 - 23. mai 2007 tíðindi SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 Tangabilførari í Tórshavn Søkt verður eftir tangabilførara til ein av okkara tangabilum í Tórshavn. Starvið Starvið er at veita kundum okkara tænastu á hægsta stigi. Arbeiðið umfatar: • Í fyrsta lagi koyring í Tórshavn. • Í øðrum lagi koyring á meginøkinum. • Í triðja lagi annað arbeiðið í samband við oljuúrdráttir. Vit bjóða Eitt støðugt arbeiðið, har persónurin kemur at vera ein partur av verandi arbeiðstoymi hjá Statoil í Tórshavn og aðrastaðni runt landi. Starvsfelagin vit leita eftir, skal verða ágrýtin, kunna arbeiða sjálvstøðugt og seta kundans tørv í fyrstu røð. Førleiki Tað er ein treyt, at tú hevur tað stóra koyrikortið og at tú hevur royndir at koyra stórar bilar. Latin verður mánaðarløn samb. galdandi sáttmála. Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Magna Dybczak rakstrarleiðara, ella Andrias Mikkelsen goymsluleiðara á tlf. 343500 Skrivlig umsøkn verður at senda til: P/F Statoil Føroyar Rakstrardeildin Vestara bryggja 2 Postboks 3098 FO 110 Tórshavn innan 25 mai 2007. Endamálið hjá Statoil Føroyum er at veita brúkarum í Føroyum oljuúrdráttir og aðrar vørur. Hjá Statoil arbeiða um 150 fólk. Vit stremba eftir at veita bestu góðsku og tænastu, eins og umhvørvisábyrgd á øllum økjum er eitt av fremstu málum okkara. Temakvøld um ung foreldur Mikukvøldið 23. mai kl. 20 verður temakvøld um ung foreldur. Kvinnur, ið eru blivnar mammur í sera ungum aldri, koma at hugleiða um tað at vera ung foreldur. Heilsufrøðingurin Jón­ gerð Poulsen kemur eisini at greiða frá hennara møti við ung foreldur. Tónleikur og kaffi við onkrum góðum afturvið verður eisini á skránni. Margarinfabrikkin skipar fyri hesum tiltaki, sum hevur til endamáls at varpa ljós á ymisk viðurskifti, ið eru viðkomandi fyri ung. Temakvøldið er ókeypis og er ætlað teimum ungu og øðrum áhugaðum. Hóast Eyðun Nolsøe er um tey 40 og ikki longur er tann ungi sprelski provokatørurin, ið dansaði runt á springvatninum í Miðbýnum í Havn og sang um “Tey stressaðu”, so hevur hann enn fatur á ungu lurtarunum. Nýggja fløgan hjá Eyðun, so nógvar røddir, hevur fingið sera góða móttøku, ummælarin hjá Sosialinum gav fløguni avbera gott ummæli, og lagið Hvønn dag hevur verið nógv spælt í útvarpinum, og hevur seinastu vikurnar avbjóða í toppinum á 15 teimum bestu. Men hesa vikuna hevur Eyðun munin, og er farin framum øll onnur. Tað er í stóran mun ung fólk, ið vitja heimasíðuna hjá 15 teimum bestu, og eftir øllum at døma er Eyðun nakað fyri tey. nud Eyðun aftur á popptindinum Fá dansistøð munnu hava lagt pall til Show­ menn so ofta, sum REX hevur. Tí verður tað ivaleyst við sorg­ blídni, at Føroya besti dansibólkur fer á pall í dansistaðnum allar seinastu ferð. åTónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Tað hevur longu verið greitt í eina tíð, at Showmenn í summar gevast við at spæla, og nú nærkast end­ in. Hetta vikuskiftið fer bólkurin á pall í REX. Teir spæla bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið. Leygar­ kvøldið verður gjørt eitt sindur serligt burturúr og REX bjóðar sjampanju til gestirnar. Hóast teir fýra, ið mannað Showmenn, ikki fara at spæla saman longur, so fara teir ikki at gevast við at spæla tónleik. Herfyri spældi Jens Marni tildømis í REX við eini nýggjari trio, ið umframt hann taldi upprunaliga bass­ leikaran í Showmonnum, Paula Magnussen og trummu­ leikaran Henning Nico­ demussen, ið spældi saman við Jens Marna í Kjølum og All That Rain. Showmenn siga REX farvæl