Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mai 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 97 - 23. mai 2007 tíðindi Alt komandi skúlaár verður Kári Sverris­ son, tónleikari og lær­ araskúlanæmingur, í starvsvenjing í nýggja frískúlanum hjá Shar­ on Weiss og Eyðbjørg Dalsgard Skúlamál Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Mynd: Jens Kristian Vang Tað er ikki bert á barna­ skúlaøkinum, at tær báðar frí­skúlalærarainnurnar bró­ ta upp úr nýggjum. Eisini tá umræður at taka lærara­ skúlanæmingar í­ starvsvenj­ ing, eru nýggir vindar at hóma. – Vón okkara er, at góðsk­ an á starvsvenjingini fer upp, tá hon er alt ári, siga tey trý, Eyðbjørg, Sharon og Kári, sum hittast til eitt prát í­ hugnaliga køkinum hjá Kristian og Sharon úti á Reyni. Eitt av aðalmálunum handan frí­skúlahugsjónina er í­ størri mun at javnstilla tað handaliga og tað andali­ ga – toeri og praksis. Tí­ er tað eisini natúrligt, at starvs­ venjingin hjá einum frí­­ skúlalær­ara bæði fevnir um teori og praksis, eins og hjá skúlabørnunum. Men av tí­, at vit ongantí­ð hava havt frí­skúlar í­ Føroyum, hava vit heldur onga bein­ leiðis frí­skúlalæraraútbúgv­ ing. Tí­ settu tær báðar seg í­ samband við Læraraskúlan fyri at fáa í­ lag eitt samstarv, so Kári kundi koma í­ starvs­ venjing í­ nýggja frí­skúla­ num. Í dýpdina Kári Sverrisson, sum er kendur tónleikari, gongur í­ løtuni á triðja ári á Føroya Læraraskúla. Eftir summar­ steðgin fer hann undir sein­ asta ári av lesnaðinum, og kann hareftir rópa seg fólka­ skúlalærara. Men Kári verð­ ur ikki bara útbúgvin fólka­ skúlalærari, hann verður eisini útbúgvin til at kunna virka í­ nýggja frí­skúlanum í­ Havn. Umframt vanliga lesnaðin á Læraraskúlanum verður hann í­ starvsvenjing í­ nýggja frí­skúlanum alt komandi skúlaár. Sostatt kundi ein sagt, at hann fær eina serútbúgving omaná vanligu læraraútbúgving­ ina. Vanliga fevnir starvsvenj­ ingartí­ðin hjá læraraskúla­ næmingum á fjórða ári bert um trí­ggjar vikur á Venjing­ arskúlanum. Men av tí­, at Kári áður hevur verið í­ starvsvenjing hjá teimum báðum skúladamunum, tá tær vóru lærarar í­ skúlanum á Velbastað, ynskti hann at vera við frá byrjan, nú nýg­ gi frí­skúlin fer undir virk­ semið sí­tt eftir summar­ steðgin. ­ Starvsvenjingin skal ikki vera eitt upplop, har læraraskúlanæmingarnir bara koma inn og seta ein sangleik upp ella okkurt tí­lí­kt. Vit ynskja at starvs­ næmingurin skal hava tí­ð til at fara í­ dýpdina og at fáa eina kenslu av rutinun­ um í­ gerandisdegnum. Soleiðis lærir tann lesandi børnini at kenna, sum tey eru mesta partin av tí­ðini, sigur Sharon Weiss. Hon verður sjálv vegleiðari hjá Kára, í­ sambandi við at hann skal skriva námsfrøði­ liga serritgerð um starvs­ venjingina, og hevur í­ hes­ um sambandi fingið í­blástur frá egnu útbúgving sí­nari úr USA, hvaðani hon hevur ein Master í­ undirví­sing. ­ Eg eri sera spentur uppá at vera við til at seta ein heilan skúla á stovn. Millum annað hevur innrættingin av stovuni stóran týdning fyri læriháttin í­ frí­skúlanum, umframt at eg eisini verið við til at orða námsfrøðiligar málsetning­ar, sigur Kári Sverrisson, sum er 35 ár, og meginpartin av vaksna lí­vin­ um hevur livað av tónleikin­ um. Musiskur og kreativur Spurdur, hvat tað er, sum ger frí­skúlan øðrví­si og áhu­ gaverdan fyri seg, greiðir hann millum annað frá um innrættingina, har stovan er sum eitt verkstað. ­ Hædd verður tikin fyri hvørjum einstøkum næmin­ gi og tørvi hansara. Onkur vil sita á gólvinum, onkur í­ einum króki og onnur við eitt borð. Í stovuni er eitt bókasavn, og ein talva, sum øll kunnu nýta, bæði børn og vaksin, sigur Kári Sverr­ isson. Hann ví­sir á, at stovan endurspeglar tað, sum børn­ ini fáast við, og at tingini, sum tey framleiða, koma upp á bróstið at hanga. ­ Tað estetiska hevur stór­ an týdning, og at lutir og myndir eru væl frágingin, tá tey verða sýnd fram. Tann musiski og kreaviti hugsunnarhátturin verður soleiðis ein natúrligur part­ ur av gerandisdegnum, og skal vera við í­ øllum arbeið­ inum. Hetta skapar grundar­ lag fyri reflektión yvir til­ gongdirnar vit arbeiða við, sigur Kári Sverrisson. Og hann greiðir ví­ðari frá, at í­ frí­skúlanum verður bert arbeitt við evnum og verk­ ætlanum, sum skulu geva børnunum møguleika fyri at fara í­ dýpdina og at nýta allar førleikar sí­nar. Sostatt verður frí­skúlin eisini ein heildagsskúli, sum er frá klokkan 8 til 15 hvønn dag – eisini fyri teir umleið 20 1. floks næmingarnar, sum byrja eftir summarsteðgin. Men børnini hava møgulei­ ka fyri at vera á skúlanum til klokkan 17, tí­ har verður eisini frí­tí­ðarskúli. Samstarv við lær­ ararskúlan Tá Sharon og Eyðbjørg gjør­ du av at seta á stovn ein frí­­ skúla í­ Havn, settu tær seg í­ samband við læraraskúlan ­ rektaran Jóannes Hansen og starvsvenjingarleiðaran Dagbjartur Debes. Har grei­ di tær frá um ætlanirnar at fáa í­ lag samstarv um starvs­ venjing. ­ Teir vóru sera positivir og fyrikomandi. Og hóast neyðugt var við einum undantaksloyvi, so tóku teir fult undir við, at vit kunnu taka næming í­ starvsvenjing. Eisini heittu teir á okkum um at koma út á læraraskúlan at greiða frá um frí­skúlan á hvørjum ári í­ september, tá næmingar­nir skulu velja praktikkpláss, sigur Eyð­ bjørg Dalsgaard. Hon ví­sir á, at nógvir næmingar og lærarar longu hava sett seg í­ samband við tær, bæði av læraraskúlanum og peda­ gogskúlanum. Og at tær avgjørt ætla sær samstarv við pedagogarnar eisini, tá frí­skúlin er vorðin eitt sind­ ur størri. Sharon skoytir uppí­, at tað eisini er ómetaliga gott fyri tær at hava næmingar í­ starvsvenjing. ­ Tað er altí­ð gott at onkur gongur aftaná og setir spurn­ ingar til tað, sum vit gera. Hetta ger, at vit alla tí­ðina noyðast at grunda yvir, hví­ vit gera, sum vit gera, og at grundgeva fyri tí­, sigur hon at enda. Enn er ikki heilt greitt hvat frí­skúlin fer at liggja, men nógv bendir á, at hann verður í­ gamla barnagarðin­ um á Velbastað. Verður ikki útsett Grønlendska Landstingið hevur samtykt eina kommunala nýskipan, sum millum annað ber í­ sær, at tær 18 kommunurnar, sum nú eru, verða lagdar saman í­ fýra stórar kommunur frá 1. januar í­ 2009. Í seinastuni hava røddir mælt til at útseta nýskipanina, men hon kemur í­ gildi sum ætlað, segði Hans Enoksen, landsstýrisformaður, í­ gjár. Við nýskipanini letur heimastýrið kommununum áví­s málsøki at umsita, so uppgávubýtið verður javnari. Bíligt at ferðast Tað góða veðrið, sum hevur verið í­ Danmark teir seinastu dagarnar, hevur gjørt, at danir kenna onga trongd til at leita sær suðureftir, og tað kemur teimum, sum skipa fyri ferðum suðureftir, illa við. Í nógvum førum hava feløgini leigað flogfør, og tá áhugin fyri ferðunum minkar, hava feløgini ikki annað val enn at lækka prí­sin fyri at fáa fólk at keypa ferðaseðil. So í­ gjár kostaðu flogferð úr Billund og ein vika í­ Turkalandi 800 krónur. Fyrsti frískúlalærarin av læraraskúlanum - Starvsvenjingin skal ikki vera eitt upplop, har læraraskúlanæmingarnir bara koma inn og seta ein sangleik upp ella okkurt tílíkt. Vit ynskja at starvsnæmingurin skal hava tíð til at fara í dýpdina og at fáa eina kenslu av rutinunum í gerandisdegnum, sigur tær báðar Sharon Weiss og Eyðbjørg Dalsgaard, sum fáa Kára Sverrisson í starvsvenjing í nýggja frískúlanum.