mikudagur 23. mai 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Vit hava biðið Høgna
Lisberg um at vejla tær
fimm bestu tónleikaút
gávurnar, ið hann veit
um. Tað eydnaðist at
fáa Høgna at svara, men
hann viðgekk, at tað
hevði verið lættari at
valt 10 tær bestu.
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Høgni Lisberg gjørdi fyrstu ferð um
seg í eygunum hjá almenninginum,
sum orkufullu og delikat sminkaði
trummuleikarin, ið saman við bass
leikaranum Jens L. Thomsen legði
botnin í sermerktu ljóðmyndini hjá
Clickhaze. Melankolski rokkurin hjá
Clickhaze liggur tó langt frá ljóði
num, ið Høgni legði fyri dagin, tá
hann spretti sum singer/songwriter.
Men eins og í Clickhaze fangaði
einstaklingurin Høgni lurtaran, og
longu á fyrstu fløguni vann Høgni
sær nógvar fjepparar. Men tað var
við fløguni Morning Dew, at Høgni
gjørdist heimskendur í heimlandin
um. Fløgan varð vald til ársins
fløgu á Planet Awards og við fleiri
løgum ovast á 15 teimum bestu
var Høgni vorðin fólkaogn. Fløgan
hevur síðan vakt ans í Íslandi og
Danmark, har Høgni nú býr. Hann
arbeiðir miðvíst við tónleikinum,
og er javnan at síggja á palli í Dan
mark.
Lurtaði eftir LP plátun
um hjá pápanum
Fyri Høgna hevur tónleikur altíð
havt nógv at siga. Hann byrjaði
tíðliga at lurta eftir LP plátunum hjá
pápa sínum.
Pápi mín hevur altíð dámt væl
at lurta eftir tónleiki, og eg var ikki
serliga gamal, tá eg byrjaði at lurta
eftir hansara tónleiki, greiður Høgni
frá.
Tá eg var yngri lurtaði eg nógv
eftir tónleiki, men tað er vorðið
minnið við árunum. Tá tú ert ord
iliga ungur blívur tú við at blíva
yvirraskaður av tí, sum tú hoyrir.
Men tá tú gerst eldri, so sært tú, at
tingini endurtaka seg, og kanska
dámar tær betur tað upprunaliga.
Sjálvt um tað sikkurt hevur uppruna
onkra aðrastaðni. Eg ivist ikki í, at
fyri t.d. pápa mín er okkurt annað
tað upprunaliga.
Trupult at velja
Høgni eigur eini 400 fløgur, men
keypir ikki longur so nógvar fløgur.
Nógvar fløgur, sum Høgni veit eru
góðar, eigur hann ikki. Men hann
viðgongur, at tað var sera trupult
at velja tær fimm bestu fløgurnar
burturúr øllum teimum, ið hann
kennir til.
Eg noyddist at sálda ymiskt frá,
eisini fløgur, sum týða nógv fyri
meg, eg havi t.d. ikki Jewel ella
Traci Chapman á listanum, tó at
útgávur hjá teimum hava nógv at
siga fyri meg, ella t.d. Led Zeppelin
ella Jethro Tull, sum eiga nakrar
av fløgunum, sum eg havi lurta
nógv eftir. Stutt sagt er ómøguligt,
at gera ein fullfíggjaðan endaligan
topp 5 lista. Tað hevði verið lættari
at gjørt ein topp 10, men hetta eru
løgini, sum eg velji í dag. Kanska
hevði eg valt okkurt annað í morg
in.
Jimi Hendrix The Look
Behind Collection
Hetta er ein
dupultfløga, ein
uppsamling.
Eg veit ikki um
hon yvirhøvur
er autoriserað.
Men eg havi
lurta ræðuliga
nógv eftir henni.
Havi altíð dyrkað
6070 rokk og serliga Jimi Hendrix.
Mær dámar ræðuliga væl trummus
pælararnar hjá honum. Pápi mín
keypti mær fløguna einaferð hann
var í Týsklandi og smíðaði. Eg veit
ikki um hon er keypt í Týsklandi ella
á einum loppimarknaði í Danmark.
Eg veit bara at hon kostaði ikki
nógv, men eg havi lurta nógv eftir
henni.
Black Sabbath – Paranoid
Tað er ikki so
frætt sum, at eg
eiga Paranoid á
fløgu. Havi mest
lurta eftir henni
á LP. Hetta var
ein av LP’unum
hjá pápa mínum,
sum eg vaks
upp við. Hetta
var einasta Black Sabbath LP’in,
sum pápi mín átti, og er tann Black
Sabbath útgávan, sum eg kenni
best. Tað er kanska tí, at hon er
mín yndisútgáva hjá teimum. Men
av tí, sum eg annars havi hoyrt hjá
teimum, er hetta tann, sum fun
gerar best sum ein samanhangandi
útgáva. Eg dyrki hesa útgávuna
av somu orsøk sum Jimi Hendrix
fløguna, hetta er feitur rokkur. Eg
dyrki trummuspælið, fantastiskt
trummuspæl.
Rage Against The Machine
– Rage Against The Mach
ine
Eg minnist væl,
tá eg fyrstu
ferð hoyrdi
Rage Against
The Machine.
Eg eri hálvur
vágbingur og
ferðaðist nógv
til Vágs, tá eg
var yngri. Nakrir
av teimum sum eg fylgdist við
har, vóru farnir at lurta eftir Rage
Against The Machine, men eg
fataði tað slett ikki. Eg havi nokk ver
ið 13 ár tá. Nøkur ár seinni introdu
seraði ein vinmaður meg aftur
fyri tónleikinum hjá Rage Against
The Machine, og eg fór at dáma
fløguna. Teir hava eitt sterkt úttrykk,
tað dámar mær væl. Eingin ljóðar
sum Rage Against The Machine,
og eingin ger tað so gott innan
fyri handan tónleikin sum teir.
Teir hava eitt gjøgnumslag. Hasin
insisterandi rapparin, tú hoyrir væl,
at hann meinar tað, og hinir sjálvt
um teir úttrykkja seg musikalskt á
ein annan hátt, so hoyrir tú, at teir
eisini meina tað.
Ben Harper Fight For
Your Mind
Ja, hon er
nokkso skeg.
Ben Harper er
frá tíðini, tá vit
vóru byrjaðu
í Clickhaze.
Jón Tyril var
altíð áhugaður
í tingum, sum
ikki ljóðaðu sum
tað, sum man hoyrir í Føroyum.
Ben Harper er smánakin, gruvutur
tónleikur. Slide gittarin fyllur nógv
í bílætinum. Tað er ikki vanligt, at
slide gittar fyllur so nógv. Eg var
ikki so glaður fyri hesa fløguna
í byrjanini. Men Jón vildi hava
meg at lurta aftur, so hann brendi
mær hana, og tað er hesa brendu
fløguna eg havi enn, eg havi
ongantíð tikið meg saman til at
keypa hana. Eg brenni annars ikki
fløgur sjálvur, og havi heldur ikki
brendar fløgur. Men hendan er
øgiliga nostalgisk. Okkurt hendi,
tá hann brendi hana, so tað er eitt
skróv millum hvønn sang. Mær fór
at dáma hana væl og Ben Harper
gjørdist eitt samlingspunkt í Click
haze.
Joan Osborne Relish
Relish er ein av
mínum absoluttu
yndisfløgum.
Eg dyrki hesa
fløguna. Eg havi
hoyrt annað hjá
Joan Osborne,
men tað er ikki
áhugavert. Men
eg eri forelskaður
í ljóðbílætinum á fløguni. Joan
syngur flott og útrykksfult. Ikki øll
løgini eru fantastisk, men eg haldi,
at tey øll eru góð. Hetta er ein
fløga, sum eg kann lurta eftir umaf
tur og umaftur. Hon ljóðar ræðuliga
væl. Hon svingar so væl. Joan
Osborne hevur feitar tónleikarar við
sær á fløguni. Eg haldi, at summir
av teimum eru nokkso viktig fólk.
Eg keypti Relish tí, at lagið One
Of Us var á henni, og eg dyrkaði
hetta lagið. Men fløgan er vaksin
við árunum. Á fløguni spælir Joan
Osborne eina útgávu av lagnum
Man In A Long Black Coat hjá Bob
Dylan. Hetta lagið spældu vit eisini
í Clickhaze.
- Hevði verið lættari at
valt 10 tær bestu
Høgni
Lisberg
velur tær
fimm bestu
útgávurnar