Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-23, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mai 2007síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 97 - 23. mai 2007 SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 bilar Bilarnir sum vórðu umrøddur í útvarps­ sendingini “Bylgjan” í Kringvarpi Føroya mikudagin 23. mai vóru Volvo C30 2.0 bensin og Toyota Avensis 2.0 diesel Bilar Í útvarpssendingini “Bylgj­ an” mikudagin í Kringvarpi Føroya vórðu tveir bilar umrøddir: Volvo C30 2.0 (bensin) og Toyota Avensis 2.0 D­4D (diesel). Volvo C30 er ein smartur sportligur hatchback við tveimum hurðum og glas­ baklúku. Talan er um ein bil við fýra sjálvstøðugum sitipláss­ um. Glasbaklúkan gevur sera gott útsýni aftureftir. Bilurin er gjørdur við gomlu Volvo P1800ES frá 70­unum, og 480ES frá 80­ unum, sum fyrimynd. C30 fæst bæði sum ben­ sin og diesel. Bensinmotorar: 1.6 litur 4 syl. 100 hk, 1.8 litur 4 syl. 125 hk, 2.0 litur 4 syl. 145 hk, 2.4 litur 5 syl. 140 hk (aut.), 2.4 litur 5 syl. 170 hk og 2.4 litur 5 syl. bensin 220 hk (T5). Diesel­ motorurin er: 1,6 litur 4 syl. 110 hk. Bilurin, ið varð royndar­ koyrdur, var ein Volvo C30 við 2.0 litra (4 syl.) bensin­ motori við 145 hk og koyrir frá 0­100 km/t upp á 9,4 sek. Bensinnýtslan er 13,7 km/l og bilurin kostar kr. 340.000. Bíligasti C30 1,6 kostar kr. 256.000 hjá VR Bilum. Toyota Avensis er ein “faceliftað” útgáva av Aven­ sis, sum kom í 2003 og hevur verið ein av mest seldu bilum síðan tá. Ein rúmligur og væl koyrandi persónbilur sum fæst bæði sum sedan, liftback og sum stationcar. Bilurin ið varð royndar­ koyrdur hevði 2.0 litur dieselmotor (v. partikelfiltri) við 126 hk og snúnings­ momenti upp á 300 Nm. Kraftar væl, orkusparandi, umhvørvisvinarligur. 16,9 km/l 0­100 upp á 10,6 sek. Bilurin kostar kr. 330.600. Avensis fæst eisini við tveimum øðrum diesel­ motorum við ávikavist 150 og 177 hk. Bensinmotorar: 1.8, 2.0 og 2,4 litur við ávikavist 129, 147 og 163 hk. Bíligasti Avensis 1.8 Terra (sedan) við kostar kr. 272.600 frá Reyni Service. Tað var útvarpsmaðurin Kári Sólstein, sum legði bil­ prátið til rættis. Hetta var seinasta ummæli av bilum í hesum umfari. Útvarpið fer nú undir summarskránna. mg. Til sølu Mitsubishi L200 árg. 09/01 koyrt 85.000 km. Lastbilurin hevur sleipikrók. Prísuppskot: kr 150.000 Tlf 211269 Bilarnir í “Kringvarpsgarasjuni”: Toyota Avensis og Volvo C30 Bilarnir í útvarpssendingini “Bylgjan” vóru Toyota Avensis 2.0 D-4D diesel og Volvo C30 2.0 bensin Toyota Avensis við 2-zone klimaanleggi Volvo C30 innan. Gardanboksin er gjørd í samstarvi við B&O