mikudagur 23. mai 2007síða 51
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Oslo hevur eitt sera ríkt
handilslív við eini ør
grynnu av ymiskum sølu
miðstøðum. Mongu mat
stovurnar bjóða eisini ein
góðan bita, og náttarlívið
er alt annað enn keðiligt.
Ert tú troyttur av øllum
resinum, so hevur Oslo
harafturat nógvar grønar
lundir, har til ber at taka
sær av løttum
SUMMARKAPPINGIN
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Oslo hevur ørgrynnu av møguleik
um, tá tað snýr seg um mentanar
lívið. Til ber at vitja søvn, bæði
søgulig og listarlig, lurta eftir tón
leik, hyggja eftir dansi ella ítrótti,
keypa ella bara sita á eini kaffi
stovu og eygleiða tað, ið fer fram
í býnum.
Býurin umgyrdur av
vakrari náttúru
Tá talan er um list, so er býurin
væl prýddur við standmyndum.
Serliga er hetta galdandi í Vige
landsparken, har til ber at síggja
212 standmyndir av kenda lista
manninum Gustav Vigeland. Fólk
í Oslo eru røsk av vitja lundina,
eins og túsundatals ferðafólk vitja
hana hvørt ár. Um summarið síggj
ast fólk serliga sóla sær, renna,
spæla fótbólt og flogbólt í lund
ini.
Oslo er annars ein býur, ið ligg
ur tætt at náttúruni. Hann liggur
við sjógv, umgyrdur av fjøllum,
og í sjálvum býnum er hópin av
grønum blettum. Alskins lundir
prýða um stórbýin Oslo. Umfram
Vigelandsparken, so eru eisini
aðrar kendar, vakrar lundir í
býnum. Nevnast kunnu m.a.
Handilsgøtur og
sølumiðstøðir
Oslo er eisini býurin, ið setur
handilsgøtur og sølumiðstøðir í
hásæti. Í miðbýnum við Karl
Johans gøtu eru hópin av handlum.
Í teimum báðum gongugøtunum,
sum eru í Oslo, eru kendir handlar
sum H&M og Benneton, og í hes
um umráðnum eru eisini fleiri
stórar sølumiðstøðir, bæði við
merkivørum og bíligari vørum.
Sølumiðstøðirnar eru eisini væl
útgjørdar við bæði kaffistovum
og matstovum. Av sølumiðstøðum
kunnu m.a nevnast Gunerius, sum
liggur mitt í býnum, Oslo City og
Paleet, sum er ein sølumiðstøð, ið
serliga er kend fyri síni listaverk.
Hon leggur ikki dent á stór lýsing
arskelti, men vitjandi kunnu í stað
in hyggja at standmyndum, sum
hon hevur lænt frá Billedhogger
foreningen ella eftir málningum,
sum eru læntir frá ymiskum lista
søvnum.Á einum av veggjunum
hongur ein málningur av sjálvum
Edvard Munch. Hesin málningur
er keyptur til sjálva sølumiðstøð
ina.
Móti er eisini list, og í Paleet
verða fleiri altjóða merki seld á
einum stað enn nakra aðra staðni
í Oslo.
Matur og drekka
Oslo er kendur fyri at hava góðar
matstovur við hampiligum prís
um. Norsku kokkarnir eru í heims
flokki, og fleiri matstovur í Oslo
hava hesar kokkar. Matarskráirnar
eru fjølbroyttar. Til ber at velja
ímillum bóndakost, fiskarættir,
villdjórakjøt, reinsdjórakjøt og
rættir úr fremmandum londum
Náttarlívið í Oslo er alt annað
enn keðiligt. Í býnum er eitt ótal
av vertshúsum, kaffistovum og
náttklubbum at velja ímillum, og
býurin er hugnaligur um náttina,
og hugalagið gott. Í Oslo leggja
tey seg eftir at taka til sín nýggjan
náttarlívsmóta úr øðrum londum,
og tey góðu støðini í náttarlívinum
skifta frá eini viku til aðra. Flestu
verthús og náttklubbar í Oslo
hava opið til kl. 03.00.
Puntur nummar 12 av 23
Oslo:
Býurin við blómandi handilslívinum
Oslo er ein býur við nógvum stórum lundum. Vigelandsparken er ein tann kendasta, og har standa fleiri vakrar
standmyndir eftir kenda listamannin, Gustav Vigeland