Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-23, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mai 2007síða 53

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 97 - 23. mai 2007 summarkapping 53 b9 - Føroysk tænasta fyri danskar prísir Benny Larsen í Hoyvík hevur arbeitt sum sjálvstøðugur timburmeistari í 25 ár. Fyri fýra árum síðani valdi hann tó at byrja eitt felag sum selur vindeygu og hurðar, og kallast b9.fo eftir manninum sjálvum, Benny. b9.fo er eitt lítið firma, har Benny arbeiðir einsamallur. Hann hevur eitt stórt úrval av bæði vindeygum og hurðum, sum hann selur kring alt landið. Benny roynir eisini at hava kostnaðin so lágan sum møguligt, so kundin fær eina bíliga vøru. Hann selur vøruna fyri danskan fabriksprís her á landi. Tað vil siga, at kundin fær føroyska tænastu fyri danskan prís. Benny Larsen selur úthurðar og vindeygu av øllum sløgum av træi, aluminium og plastikki. Harafturat selur hann vindeygu av slagnum træ/aluminium. Hetta merkir aluminium er á uttaru síðuni og træ er á innaru síðuni á vindeygunum. Plastikkvindeyguni koma frá Hvidbjerg og træ/alu koma frá Ideal Combi og aluminium frá HS Hansen í Danmark. b9 koyrir uppá konseptið hjá Ideal Kombi, sum er at útvikla og framleiða eitt stórt úrval av vindeygum og hurðum av høgum kvaliteti, sum eru av slagnum træ og kombinerað træ/ aluminium við 10 ára garanti. Tænastan umfatar alt frá umbiðing og levering í Føroyum. Tó kann b9 eisini geva ta tænastu at seta hurðar ella vindeygu í, um kundin ynskir tað. Um tit vilja hava fleiri upplýsingar um b9 og Benny Larsen, so kunnu tit vitja heimasíðuna sum er www.b9.fo Benny Larsen hevur fyritøkuna b9.fo. Hann selur úthurðar og vindeygu fyri danskan fabriksprís her á landi. Tað vil siga, at kundin fær føroyska tænastu fyri danskan prís Fríggjadag til mánadag (3 nætur) ...eitt hanagleiv frá tí kenda keypstaðnum Fiskatorginum mitt í Keypmannahavn Íroknað prísin er: • Flogferð Vágar – Keypmannahavn og aftur við øllum avgjøldum • 3 nætur á Hotel Copenhagen Island í dupultkamari við morgunmati P/F Flogfelag Føroya • Hoydalsvegur 17 • 100 Tórshavn • Tel. 34 00 00 • Fax 34 00 11 • booking@ff.fo kr. 4.840,- fyri hvønn Vikuskiftistilboð á Hotel Copenhagen Island AVSLÁTTUR kr. 400,- um tú ferðast í mai www.ff.fo Kom sum Aladdin flúgvandi til Klaksvíkar Mánadag 8.12 (bert juni, juli, august) Mikudag 13.04 Fríggjadag 13.00 Sunnudag 13.52 Tyrlan flýgur Tórshavn – Klaksvík Norðoya Kunningarstova · Varpabrúgvin 1 · 700 Klaksvík Tlf 456939 · Fax.456586 · info@klaksvik.fo Njót nattúruna við klettum, holum og fuglalívinum við Vestmannabjørgini. Vit sigla inn í djúpar holur og millum lodrøtt fuglabjørg og tætt millum bogar og sker. Um tú vilt uppliva nakað serstakt - royn so ein túr við einum av okkara bátum. Sightseeing túrar eystur undir land PALLI LAMHAUGE sight@sightseeing.fo www.sightseeing.fo Silja Star Fríðgerð Tel. 42 41 55 Silja