hósdagur 24. mai 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 98 - 24. mai 2007
Alt ov langt var
ímillum AFF og
Finansforbundet til,
at semingsmenninir
nakrantíð vóru nær
námind at leggja fram
uppskot til nýggjan
sáttmála. Truplasta
uppgáva nakrantíð,
halda royndu sem
ingsmenninir
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Verkfallið á fíggjarmarkn
aðinum er ikki komið av
tilvild. Eftir øllum at døma
var tað ómøguligt at sleppa
undan, tí gjógvin millum
partarnar var so stór, at
semingsmenninir ongantíð
vóru í nánd av at leggja
semingsuppskot fram.
– Eftir at hava sitið meiri
enn tvey døgn á Hotel Før
oyum, streyfaði tankin okk
um ongantíð at royna eitt
semingsuppskot. Tað hevði
verið
endamálsleyst,
tí
ósemjan var alt ov stór, sig
ur Alfred Petersen, løgfrøð
ingur, sum er annar av sem
ingsmonnunum.
Hin
er
Jógvan Amonsson, ríkis
góðkendur grannskoðari.
Tað er ikki tí, at hesir báð
ir ikki hava royndir sum
semingsmenn, at lítið og
onki var at gera. Alfred
Petersen og Jógvan Amons
son eru uttan iva teir, ið
hava lagt lunnar undir tær
flestu semjurnar, sum gjørd
ar eru á arbeiðsmarknaðinum
í Føroyum.
– Tá eg fari inn sum sem
ingsmaður, royni eg altíð at
vera bjartskygdur, men her
sá eg beinanvegin, at vit
stóðu við eini uppgávu,
sum fór at gerast óvanliga
trupul, um ikki partarnir
hvør í sínum lagi vildu flyta
seg munandi. Tað gjørdu
teir ikki, og tí var ikki meiri
hjá okkum at gera í fyrstu
atløgu, sigur Alfred Peter
sen.
Hann vil tó ikki avskriva,
at semja kann fáast, men
áðrenn teir fara upp í aftur,
mugu partarnir koma við
onkrum sum vísir, at teir
eru til reiðar at flyta seg.
– Nú er so stutt fráliðið
enn, og í morgin koma vit
inn í vikuskiftið, tá alt er
stongt, so eg veit ikki, um
ella nær partarnir fara at
gera vart við seg aftur, sigur
Alfred Petersen.
Kravið hjá Finansforbund
et, sum koyrir samráðing
arnar fyri Starvsfólkafelagið
í Føroya Banka og Trygd, er
ein reallønarhækking upp á
1,5 prosent um árið. Felagið
grundar kravið á, at starvs
fólkini í Føroya Banki og
Trygd hava verið við til at
tryggja fyritøkunum søgu
liga góð úrslit, og at fíggjar
støðan í Føroyum er góð.
Arbeiðsgevarafelagið hin
vegin vil ikki ganga við til
ein sáttmála, sum er betri
enn tann, sum er gjørdur
við YFF, ið umboðar starvs
fólkini í restini av fíggjar
sektorinum – á leið 70 pro
sent. Hesin sáttmálin liggur
á sama støði, sum hann
Fíggjarmálaráðið og Starvs
mannafelagið gjørdu fyrr í
ár.
- vit vita
BLACK RAIN
OZZY OSBORNE
169,-
SMS
35 35 35
THE ELDER SCROLLS IV
SHIVERING ISLES
369,-
SO REAL
JEFF BUCKLEY
169,-
MINUTES TO MIDNIGHT
LINKIN PARK
169,-
KÁTA HORNIÐ
TEITUR
169,-
GOD OF WAR II
595,-
THE PRESTIGE
19995
STRANGER THAN FICTION
19995
Sáttmálasamráðingar:
Verkfallið ómøguligt
at sleppa undan
Eftir góð tvey døgn á Hotel Føroyum tveittu semingsmenninir, Jógvan Amonsson (v.m.) og Alfred Petersen, handklæðið í ringin, og
harvið gjørdist fyrsta verkfall í fíggjarheiminum nakrantíð veruleiki
Savnsmynd