Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. mai 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 98 - 24. mai 2007 Minni upp á land Munandi minni fiskur er komin upp á land higartil í ár enn somu mánaðir í fjør. Ein uppgerð vísir, at fýra teir fyrstu mánaðarnar fóru smá 40.000 tons ígjøgnum avreiðinmgarskipanina, og tað er góð 7.000 tons minni enn í sama tíðarskeiði í fjør. Tað eru serliga toskurin, hýsan og upsin, sum svíkja. Stjórin á Fiskirannsóknar­ stovuni er ikki kløkkur av, at minni er av toski. Við Útvarpið sigur Hjalti í Jákupsstovu, at vit mugu fiska minni. Valskipan viðgerast Hugskotið hjá Edmundi Joensen, løgtingsformanni um at skipa Føroyar sum eitt valdømi hevur fingið misjavna móttøku frá hinum politikarunum, men nú er tað kortini komið so langt, at samgongan fer at viðgera tað. Tað váttaði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fyri Norðlýsinum í gjár. Løgmaður segði, at hann hevði fingið áheitanir um at taka málið upp, men sjálvur heldur hann ikki, at talan er um eitt beinleiðis samgongumál. - Eg havi eitt ávíst bangilsi fyri, at til- mælini frá Búskapar- ráðnum kunnu forkoma allari fiski- vinnu í Føroyum, sigur Hendrik Old, formaður í vinnu- nevndini Vinnuligur fiskiskapur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Verða tilmælini frá Bú­ skaparráðnum fylgd, kann tað forkoma fiskivinnuni í Føroyum. Hendrik Old, løgtings­ maður, er formaður í vinnu­ nevndini hjá Løgtinginum og sostatt er hann ein av fremstu talsmonnum hjá samgonguni í fiskivinnu­ málum. Og hann er ikki beinleiðis bergtikin av atfinningunum frá Búskaparráðnum í Sosialinum í gjár. Búskaparráðið staðfestir, at ætlanin at broyta lógina um vinnuligan fiskivinnu tænir ongum endamáli, tí hon ger tað ikki lætt hjá ungum fólki at koma upp í fiskivinnuna. Tað verður heldur ikki syrgt fyri, at til­ feingisrentan endar í lands­ kassanum, so at vit øll fáa gleði av henni og váðin í fiskivinnuni verður heldur ikki minkaður. Kjarnin í boðskapinum frá Búskaparráðnum er, at vit eiga at seta ein fiski­ dagamarknað á stovn, sum selur fiskirættindi og so at peningurin fer í landskassan og ikki í lummarnar hjá ein­ støkum reiðarum, sum hava fingið hesi somu rættindi fyri einki. Sjálvur heldur Hendrik Old, at tað er ein dámligur tanki, at landið skal selja fiskidagar og at peningurin, sum kemur inn, skal fara í landskassanum til frama fyri okkum øll. ­Tað havi eg sum so onki ímóti, sigur formaðurin í vinnunevndini. Men hetta er samstundis ein sera vandamikil tanki, tí verða ikki ráð til mistøk og verður traðkað í kálið, kann tað forkoma fiskivinnuni. Samstundis ávarar hann staðiliga ímóti at leypa framav fyri tað um nøkur heilt fá nótaskip og okkurt annað skip, eru handlað fyri heilt óvanligar prísir. ­ Men hetta er akkurát dømi um, hvussu skjótt tað gongur upp og niður í fiski­ vinnuni, tí tað eru ikki meiri enn eini 15 ár síðani, at allir nótaflotin var fór av knóra­ num. – Tað er flotin undir Før­ oyum, sum er grundarlagið undir virkseminum á landi, men tað er ikki í hesum flotanum, sum fiskar botn­ fisk undir Føroyum, at has­ ar ógvusligu skipahandlarnir hava verið, tó at skip eru seld, treyðugt so. ­ Og sjálvt um fiskiloyvini eru latin fyri einki, er torført hjá flotanum at kasta so nógv av sær, at ráðini eru til at keypa nýggj skip. Men hann viðurkennir, at teir ógvusligu skipahandlar­ nir, sum hava verið, eru ein trupulleiki. ­ Verður vinningurin tikin úr vinnuni og stungin í lumman, er tað sjálvandi ein trupulleiki. Men tað er ein trupulleiki, sum lættliga kann loysast við at leggja eyka skatt á vinningin, aftur­ at partafelagsskattinum. Hvussu stórur hesin skatt­ urin skal vera, hevur hann onki boð upp á. Óforsvarligt Hendrik Old heldur, at skal ein fiskidagamarknaði set­ ast á stovn, er tað ein so stór kollvelting, at tað er neyðugt, at vinnan fær nøkur ár til at fyrireika seg uppá at keypa fiskidagar í fríari kapping, kanska eisini við útlendingar. ­ Ein fiskidagamarknaður má umhugsast ómetaliga gjølliga, tí tað er ikki for­ svarligt at kollvelta skip­ anina upp á styttri tíð. Tað, sum hann stúrir mest fyri í einum fiskidagar­ marknaði, er at vinnan verð­ ur so fær so óstøðugar treyt­ ir at virka undir, at tað for­ kemur henni. – Miseydnast tað einaferð hjá einum skipi at keypa nokk av døgum, er tað mest sannlíkt, at skipið eisini missur manningina, tí menn­ inir fara neyvan at sita hend­ ur í favn og bíða eftir, at skipið skal fáa fiskidagar aftur. – Tað er avgerðandi neyð­ ugt, at skip og manningar hava trygg viðurskifti og ikki koma í eina støðu, har umstøðurnar skifta ov nógv frá einum fjórðingsári ella hálvári, til tað næsta. Hann vísir á, at tað er gravgangur eftir fiskimonn­ um, bæði í Noregi, Íslandi, Danmark og í Grønlandi og aðrastaðni og fáa fiskimenn í Føroyum ikki nóg góðar umstøður heima, stinga teir bara í sekkin og fara onkra aðrastaðni og so stendur flotin í Føroyum eftir við ongari manning. – Tað verður ein vanlukka, tí fiskiskapur, setur so stór krøv, at tað gerst bara við tí besta fólkinum. Og skulu skipini varðveita tað bestu manningina, krevst ein trygg hýra og sostatt eisini trygg viðurskifti. Samstundis vita vit, at ongin er so flytiførur, sum akkurát fiskimenn, so fáa teir ikki nóg góðar umstøður herheima, flyta teir. – Tey, sum sita aftanfyri eitt skriviborð og hava rokn­ að seg fram til, at einasta loysn er at seta ein fiski­ dagamarknað á stovn, hava ikki innlit í hvat krevst fyri at verða til fiskiskap og tí má eg staðiliga ávara ímóti at seta skipanir í verk, sum ikki eru gjølliga umhugsaðar út í æsir, tí hendir tað, at skipini missa tað besta fólkið, fær fiskivinnan ikki eitt bein til jørðina. Hendrik Old sigur, at tað er hetta, hann stúrir mest fyri við einum fiskidaga­ marknað, tí eitt langt lív á uppboðssølu fyri fisk, hev­ ur prógvað fyri honum, at tað er heilt og aldeilis ómøguligt at roknað út, hvussu úrslitið av eini uppboðssølu verður. – Tilmælið frá Búskapar­ ráðnum ber týðiliga brá av, at kunnleikin til veruligu viðurskiftini í fiskivinnuni ikki er til staðar. ­ Tað er eitt ástøðið, sum klingar væl í oyrunum, men eg sakni enn at fáa at vita, hvussu vit skulu skapa neyð­ ugu trygdina hjá manning­ ini, tí vandin fyri, at teirra skip liggur eftir við ongum, er øgiliga stór. – Men eg sakni eina veru­ liga forkláring upp á, hvussu vit tryggja flotanum og manningunum trygg og støðug viðurskifti, leggur hann afturat. Hóast harðar atfinningar, er greitt, at samgongan fer at taka undir broytingunum, sum Bjørn Kalsø ætlar at gera í lógini um vinnuligan fiskiskap Vinnuligur fiskiskapur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hóast ætlanin hjá lands­ stýrismanninum í fiski­ vinnumálum, hevur fingið harðar ábreiðslur, bæði frá politikarum og Búskapar­ ráðnum, er tað greitt, at tær verða settar í verk. Hendrik Old er formaður í vinnunevndini hjá Løg­ tinginum og hann sigur, at samgongan í vinnunevndini tekur undir við uppskotinum, so at siga óbroytt. Nevndin er at kalla liðug at viðgera uppskotið og nú skal so álitið skrivast. Hann vil ikki siga so nógv um niðurstøðuna í nevndini, men hann stað­ festir, at samgongan tekur undir við tí. Hann sigur, at kjarnin í broytingunum, sum nú verða gjørdar, er, at øll fiski­ loyvini verða inndrigin í 2018 og so skulu tey útskriv­ ast av nýggjum. – Sostatt kann Løgtingið hiðani og til 2018 gera sær greitt, hvussu skipanin skal virka eftir tað. – Er undirtøka fyri at broyta skipanina, ber tað til og er undirtøka fyri at kollvelta hana heilt, ber tað eisini til, tí í 2018 verða tey nýggju loyvini útskrivað eftir teirri lóg, sum er gald­ andi tá, sigur Hendrik Old. Henrik Old um góð ráð frá Búskaparráðnum: – Kann forkoma fiskivinnuni Bjørn Kalsø fær undirtøku í samgonguni – Tað er ein dámligur tanki, at vit skulu hava ein almennan fiskidagabanka, men tað kann eisini forkoma fiskivinnuni, sigur Hendrik Old